← Løgtingsmál

52-004/2026

Tænastuboð til Búnaðarstovuna

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. aug. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
004.26 Svar frá J. Vestergaard til L. Weihe - Tænastuboð til Búnaðarstovuna.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO
Tórshavn, 18. august 2026
J.nr. 26/19294
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Svar frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-004/2026
frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, um tænastuboð til Búnaðarstovuna
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1) Metir landsstýrismaðurin, at tænastuboðini til Búnaðarstovuna um at taka seg úr
málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík vóru lóglig og saklig?
2) Um ja, hvørjar sakligar grundgevingar vóru fyri at geva boðini?
3) Freistin at fremja tænastuboðini frá landsstýrismanninum var einans hálvan annan tíma.
Er tað ein rímilig freist?
4) Hvar liggur málið nú?
Svarað verður undir einum:
Tá avgerðin um at geva Búnaðarstovuni tænastuboð varð tikin, varð mett, at talan var um
lóglig og saklig boð. Henda meting varð grundað á, at tað í einum rættarsamfelag er avgerandi
at tryggja, at ein og hvør avgerð hjá fyrisitingarligum myndugleika kann roynast hjá
annaðhvørt hægri myndugleika, t.d. kærumyndugleika, ella í rættarskipanini.
Ítøkiliga snúði málið seg um, hvørt hagin sum samlað eind kundi leggja málið fyri ávikavist
kærustovnin og rættin. Sambært hagalógini hevur hagastýrið heimild at virka vegna hagan,
men skal – tá ið talan er um týðandi viðurskifti, m.a. rættarmál o.tíl. – fáa undirtøku fyri hesum
á hagastevnu. Tað var ikki støðan í hesum føri; Búnaðarstovan hevði tikið festaran av ræði, og
tískil hevði festarin ikki heimild at atkvøða á hagastevnu.
Skal hagin kæra ella leggja mál fyri rættin, skal hagastevna hava samtykt hetta. Tað var ikki
støðan í hesum føri, men – av tí at málið hevði ávísar freistir – varð mett rætt at geva
Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum. Stundir vóru ikki at viðgera
løgfrøðiligu viðurskiftini neyvt, áðrenn freistin fór. Tískil vórðu boðini givin.
Fyrisitingin í Vinnumálaráðnum viðgjørdi síðani málið og hevði hesar viðmerkingar:
Búnaðarstovan hevur eftir § 1 í Lov nr. 172/1937 om Haugers Styrelse og Drift m.m. heimild at

-- 1 of 4 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
taka festaran av ræði. Henda heimild er ikki avmarkað, og tað er tí upp til Búnaðarstovuna í
hvørjum einstøkum føri at meta um, hvørt Búnaðarstovan skal taka festaran av ræði.
Henda heimild er serliga brúkt í teimum førum, har áhugamál landsins ganga fram um
áhugamálini hjá festaranum, t.d. tá ið talan er um at leggja traðir inn av festum, sbr. Bjørk.
Lov nr. 172/1937 om Haugers Styrelse og Drift m.m. staðfestir í § 1 heimild Búnaðarstovunnar
at taka festaran av ræði. Lógin staðfestir eisini í § 50, at Tvistigheder angaaende de i Loven
omhandlede Rettigheder og Forpligtelser behandles efter Loven om Landvæsenskommissioner.
Spurningurin um, hvørt Búnaðarstovan hevði rætt at taka festaran av ræði, er sostatt ein
spurningur, sum skal leggja fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til Yvirlandbúnaðarstevnu.
Tá ið lógin ásetur, at málið skal viðgerast á landbúnaðarstevnu, verður vanliga hierarkiska
skipanin sett til viks, og landsstýrismaðurin hevur tískil ikki heimild at geva Búnaðarstovuni
tænastuboð um at taka seg úr málinum.
Fyrisitingin í Vinnumálaráðnum metti í hesum føri eftir neyva viðgerð, sbr. grundgevingarnar
omanfyri, at tænastuboðini ikki vóru heimilað, og tænastuboðini vórðu tí tikin aftur. Her er
avgerandi at leggja afturat, at rætturin hjá festara og ognara at kæra málið og/ella leggja tað fyri
rættin ikki varð avmarkaður; báðir partar hava rætt til at leggja málið fyri bæði hægri
myndugleika og rættin sum einstaklingar.
Landsstýrismaðurin er hinvegin av teirri fatan, at tað er bæði lógligt og sakligt at geva
Búnaðarstovuni tænastuboð, um tað verður neyðugt.
Viðvíkjandi formligu heimildini, so ásetir Stýrisskipan Føroya í § 37, at løgmaður og
landsstýrisfólk hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til
teirra. Eftir § 33 býtir løgmaður málsøki landsstýrisins millum landsstýrisfólkini. Tey sita fyri
málsøkjum sínum hvør sær. Sambært fráboðan nr. 33 frá 13. apríl 2026 um býti av málsøkjum
landsstýrisins millum landsstýrisfólkini § 25, nr. 2, hevur landsstýrisfólkið í vinnumálum
yvirskipaða eftirlitið við Búnaðarstovuni og hevur heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboð.
Tað er tí einki at ivast í, at útgangsstøðið er, at Búnaðarstovan skal fylgja tænastuboðum frá
landstýrismanninum.
Eftir § í hagalógini hevur festarin í málum um landsjørð rætt at møta vegna eigaran, uttan so at
myndugleikin tekur eina aðra avgerð. Eftir § 50 í hagalógini skulu Tvistigheder angaaende de i
Loven omhandlede Rettigheder og Forpligtelser behandles efter Loven om
Landvæsenskommissioner.
Ásetingin í § 1 í hagalógini hevur tvey lið:
Eitt alment útgangsstøði: Brúkarin hevur heimild at umboða eigaran í málum, sum viðvíkja
jørð í almennum ognarskapi. Ein undantaksregla: „uttan so at viðkomandi myndugleiki í
einstøkum førum hevur tikið aðra avgerð.“

-- 2 of 4 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Henda „onnur avgerð“ er ein ítøkilig fyrisitingarlig avgerð, har tann myndugleiki, sum hevur
heimildina, avmarkar ella tekur aftur rættin hjá brúkaranum at umboða eigaran. Hetta talar fyri,
at avgerðin er ein fyrisitingarrættarlig avgerð um rættarstøðuna hjá brúkaranum í mun til
almenna eigaran – t.e. ein avgerð um, hvørt brúkarin hevur umboðanarrætt. Avgerðin er tikin
av „viðkomandi myndugleika“ og ikki av hagastevnuni.
Tilvísingin í § 50 til landbúnaðarstevnuna viðvíkur „tvistum“ um rættindi og skyldur sambært
lógini. Landbúnaðarstevnan er eitt serligt tvistloysingarorgan og ikki ein yvirskipaður
fyrisitingarligur myndugleiki hjá almenna eigaranum. Einki bendir á, at landbúnaðarstevnan
skal virka sum kærumyndugleiki í slíkum innanhýsis fyrisitingarligum avgerðum, um hvør
kann umboða eigaran. Lógin nevnir heldur ikki Búnaðarstovuna, men einans viðkomandi
myndugleika, sum í prinsippinum eisini er aðalráðið, um landsstýrimaðurin hevði ásett tað.
Ósemjur um til dømis garðar, festi, nýtslu av jørð og aðrar líknandi spurningar um rættindi til
fastogn eru klassisk mál fyri landbúnaðarstevnuna. Men spurningurin um, hvørt ein ávísur
brúkari skal hava heimild at umboða eigaran, er nærri knýttur at innanhýsis skipanini og
umboðanini hjá almenna eigaranum enn at teimum materiellu brúksrættindunum.
Sigast kann tí, at avgerð um umboðanarrætt fyrst og fremst snýr seg um fyrisitingarliga skipan
og heimildir, meðan landbúnaðarstevnan fyrst og fremst hevur til uppgávu at loysa ósemjur um
tey materiellu rættindini og skyldurnar, ið lógin regulerar.
Sambært almennu fyrisitingarrættarligu meginreglunum um fyrisitingarligu
kæruheimildarskipanina (administrativ rekurs), kann brúkarin sum meginregla kæra avgerðina
til yvirskipaða myndugleikan, uttan so, at tað í lóg er beinleiðis ásett, at heimild er ikki at kæra.
Tað finst eingin føroysk avgerð um hetta, men danski umboðsmaðurin hevur viðgjørt eitt
líknandi mál í FOB 1990.284.
Landbúnaðarstevnan og yvirlandbúnaðarstevnan eru serstakar dómstólslíknandi skipanir, har
tað ikki er møguligt at skjóta avgerðina inn fyri vanligu dómstólarnar. Talan er um ein
sonevndan endelighedsklausul, har kravdar verða serliga greiðar heimildir fyri at staðfesta, at
ein umsitingarlig avgerð hoyrir undir skipanina.
Skipanin er tann, at yvirskipaðir myndugleikar sum meginregla hava rætt til at hava eftirlit við
og geva fyriskipanir til undirskipaðar myndugleikar, uttan so at lógin greitt ásetur, at
viðkomandi myndugleiki er óheftur. Hetta merkir, at ein tulking, sum ger eina avgerð hjá
einum undirskipaðum myndugleika endaliga, eisini innan fyrisitingina sjálva, í veruleikanum
hevði gjørt myndugleikan óheftan uttan greiða lógarheimild. Hetta er í stríð við vanligar
fyrisitingarligar og rættarligar grundreglur og kann ein áseting tí ikki tulkast soleiðis, uttan so
at tað greitt framgongur av lógini, at lóggevarin hevur ætlað eina slíka skipan.
Niðurstøðan er sostatt tann, at tað ikki er galdandi nøkur avmarking, sum avmarkar rættin til at
geva tænastuboð.
Tað er ikki nakað, sum tilskilar, at eini tænastuboð ikki eru lóglig, saklig ella eru ósambærlig
við tær skyldur, sum Búnaðarstovan er undirløgd.

-- 3 of 4 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Tvørturímóti sýnist avgerðin hjá Búnaðarstovuni at viðføra tap bæði fyri hagan, festaran og
hinar eigararnar. Búnaðarstovan hevur eftir lógini um landsjørð sum sítt endamál at umsita
almennu jørðina, sum skal latast sum festi og verða nýtt til landbúnað.
At enda skal viðmerkjast, at málið yvirskipað snýr seg um ognartøku eftir býarskipanarlógini
frá 1954 og vatnlógini frá 1909. Hetta er lóggáva, sum landsstýriskvinnan í umhvørvismálum
varðar av, og tað er tí ikki landsstýrismanninum greitt, hvar málið er í løtuni.
Vinnumálaráðið, 18. august 2026
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 4 of 4 --
004.26 Spm til J. Vestergaard frá L. Weihe - Tænastuboð til Búnaðarstovuna.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Tænastuboð til Búnaðarstovuna
Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin, at tænastuboðini til Búnaðarstovuna um at taka seg
úr málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík vóru lóglig og saklig?
2. Um ja, hvørjar sakligar grundgevingar vóru fyri at geva boðini?
3. Freistin at fremja tænastuboðini frá landsstýrismanninum var einans hálvan
annan tíma. Er tað ein rímilig freist?
4. Hvar liggur málið nú?
Viðmerkingar:
Fríggjadagin 29. mai kl. 13.31 gav landsstýrismaðurin í vinnumálum aðalstjóranum
tænastuboð. Aðalstjórin skuldi geva Búnaðarstovuni boð um, at taka seg úr málinum
um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík áðrenn kl. 15.00 sama fríggjadag. Altso
skuldi tænastuboðini fremjast uppá hálvan annan tíma.
Hesum greiðir Frihedsbrevet.fo frá 10. juni í ár í greinini “Stríðið um vatnið til
Bakkafrost: Landsstýrismaðurin gav tænastuboð og tók tey aftur”.
Frihedsbrevet.fo skrivar víðari, at orsøkin til tænastuboðini frá landsstýrismanninum
er, at advokaturin hjá festaranum í málinum ein hálvan tíma áðrenn hevur skrivað til
beinleiðis til landsstýrismannin um málið. Altso uml. kl. 13 hendan sama fríggjadag.
Landsstýrismaðurin liggur á ikki á boðunum, men sendi aðalstjóranum tænastuboð ein
hálvan tíma seinni.
Búnaðarstovan ger tó ikki eftir tænastuboðunum frá landsstýrismanninum. Í staðin
kannar Búnaðarstovan lógligheitina í tænastuboðunum. “Í tí metingini stendur, at tey
ivast stórliga í lógligheitini av tænastuboðunum.”, siterar Frihedsbrevet.fo stjóran á
Búnaðarstovuni fyri at siga.
Endin er eisini tann, at landsstýrismaðurin bakkar. Týsdagin 2. juni sendir aðalstjórin
Búnaðarstovuni kontraboð og biður tey síggja burtur frá harraboðunum, sum vóru
send fríggjadag seinnapart. Orsøkin verður endurgivin í Frihedsbrevet.fo:
“Vinnumálaráðið hevur nú havt stundir at viðgjørt málið neyvt, og er tað okkara
meting, at tað ikki er heimild at geva boðini.”
Á Løgtingi, 5. august 2026
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --