← Løgtingsmál

52-003/2026

Byggiverkætlanir og byggiumsiting hjá Landsverki

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. aug. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
003.26 Svar frá J. Vestergaard til S. Stenberg - Byggiverkætlanir og byggiumsiting hjá Landsverki.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F T R A D E A N D I N D U S T R Y
GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 17. august 2026
Málsnr.: 26/13261
Svar frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-003/2025
frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, um byggiverkætlanir og byggiumsiting hjá Landsverki
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør var grundgevingin fyri í síni tíð, at savna byggimálini hjá Landsverki, og nær bleiv
hetta gjørt ?
2. Kann landsstýrismaðurin geva eitt yvirlit yvir tær byggi- og anleggsætlanir omanfyri 5
milliónir kr., sum Landsverk hevur verið byggiharri á, í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2015
og fram til í dag?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu hesar verkætlanir hava gingið í mun til
tíðarætlan og kostnað?
4. Kann landsstýrismaðurin geva eitt yvirlit yvir árligar játtanir til víðlíkahald av almennum
bygningum frá 1. januar 2015 til í dag, býtt út á ætlanir ella ráð?
5. Hvørja ávirkan metir landsstýrismaðurin tað hevur, at byggideildin verður býtt sundur á
ymisku stjórnarráðini?
6. Hvat verður bíligari og betri við at spjaða fakligu førleikarnar hjá Landsverki út á
stjórnarráðini?
Til spurning 1
Seint í hálvfemsárunum tók løgmaður stig til at miðsavna byggi- og bygningsumsiting landsins.
Síðani 1. januar 2001 hevur Landsverk havt ábyrgd av bygningum landsins, herímillum
nýbygging, umbygging, umvæling og viðlíkahald, leigumál, grønar orkuloysnir (seinnu árini) og
annað.
Áðrenn byggi- og bygningsumsitingin hjá Landsverki varð sett á stovn, umsótu stjórnarráðini
sjálvi byggimál innan síni málsøki. Sum grundgeving fyri at miðsavna alla byggiumsitingina hjá
Landsverki bleiv ført fram, at tað var skynsamari at savna byggiráðgevingina á einum stað heldur
enn, at hvørt stjórnarráð sær hevði egna byggiráðgeving.
Um aldamótið var føroyska miðfyrisitingin nýliga skipað, og aðalráðini vóru ikki á sama fakliga
støði sum nú. Tískil varð mett neyðugt at uppbyggja eina tekniska umsiting innan byggimál við
fakligum førleika á høgum stigi og á henda hátt savna vitanina, soleiðis at umsitingin kundi gerast
munadyggari.

-- 1 of 4 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Til spurning 2
Landsverk hevur verið byggiharri á omanfyri 500 byggi- og anleggsverkætlanum síðan 2001, tá
bygningsfyrisitingin varð skipað hjá Landsverki. Samlaði verkætlanarkostnaður hesi árini hevur
verið meira enn 8 milliardir kr.
Eitt yvirlit frá Landsverki yvir verkætlanir omanfyri 5 mió. kr. í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2015
til 2025 vísir, at talan er um 55 verkætlanir, har Landsverk hevur verið byggiharri. Harumframt eru
15 stórar verkætlanir, sum ikki eru við í yvirlitinum. Hesar eru millum annað Viðareiðistunnilin,
Glasir og H-bygningurin, ið eru byrjaðar áðrenn 2015.
Verkætlan Ánari Byrja Verkætlan Ánari Byrja
Tjørnuvíkarvegurin VMR 2015 Umvæling av havn Svínoy VMR 2021
Krambatangi - Bryggja á pieri VMR 2015 Mýran AMR 2022
Kvíggjartún AMR 2016 Kampus Fróðskaparsetrið MMR 2022
Hvalbiartunnil VMR 2016 Kjallarin í H HMR 2022
Sethúsini, Tinganes LMS 2017 Starvsfólkabygningurin í Klaksvík HMR 2022
Dalstunnilin VMR 2018 Tekjan á Búnaðarstovuni VMR 2022
Selatraðarvegurin VMR 2018 Lending Svínoy VMR 2022
Fámjinstunnil VMR 2018 Fróðskaparsetur Lon5 umvæling HMR 2022
Útbygging Miðnám á Kambsdali MMR 2018 Sambýlið í Reynstúni AMR 2023
Sjóvinnustýrið VMR 2018 Steno Miðstøðin HMR 2023
SMV - Sambýlið Torfinsgøta 41 AMR 2018 Sambýlið við Ryggsá AMR 2023
Umvæling av læknahúsunum HMR 2018 Landsapotekarin Staravegur 15 HMR 2023
Glasir 2019 MMR 2019 Kristnastova LMS 2023
Rásin Útbygging MMR 2019 Sambýlið í Miðvági AMR 2023
Funningsfjørð VMR 2019 Klæðing og endurbjálving SS HMR 2023
SMV - Umvæling Eirargarður 14-16 AMR 2019 Process ventilatión til TSK MMR 2023
Tunlar Norður um Fjall VMR 2020 Isolatiónsstovur til LS HMR 2024
DAS HMR 2020 Umvæling av Løgtingsbygninginum LØG 2024
SMV - Eiragarður 16 AMR 2020 Kerit Bygningur til Heilbrigdi HMR 2025
Listasavn Føroya MMR 2020 Transformation av Frælsinum 20 MMR 2025
Stokkastovan LMS 2021 Dekningsarbeiði LSH lekar HMR 2025
SMV - Sambýlið Grønlandsvegur 63 AMR 2021 Ferjulega í Syðradali VMR 2025
LS, Samanbygging HMR 2021 Út og umbygging av Listasavn Føroya MMR 2025
Aula til Tekniska skúla í Klaksvík MMR 2021 Skýli, sjúkrabilar og skaðastovu á KS HMR 2025
Vegir á eystursíðu á Sandoynni VMR 2021 SAP Suðuroyar Apotek HMR 2025
Landssjúkrahúsið, framh. byggistig HMR 2021 HAM - Hamragarður í Vági HMR 2025
Umvæling av tekjum MMR 2021 Dagføringar av sambýlum hjá AMR AMR 2021
Sjóndepilin AMR 2021

-- 2 of 4 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Til spurning 3
Av teimum 55 verkætlanunum eru 40 lidnar í tíðarskeiðinum 2015 – 2025. Fámjinstunnilin hevði
størri frávik enn 10%. Hinar 39 verkætlanirnar hava minni enn 5 % frávik. Millum hesar 39 eru 20,
sum endaðu á ella undir væntaða kostnaðinum. Her kunnu til dømis nevnast Dalstunnilin, Miðnám
á Kambsdali og Mýran, sum vóru millum tær stóru verkætlanirnar, ið hava hildið ætlaða
kostnaðin.
Til spurning 4
Sí yvirlit yvir útreiðslur til víðlíkahald av almennum bygningum árini 2015 - 2025, lutað út á
aðalráð (málsøki). Samlaða nýtslan var 262,7 mió. kr.
irlit yvir játtanir ti
Aðalráð 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 2024 2025 Í alt %
Ógreinað 2.598 518 265 698 2.972 28 13 0 0 0 0 7.088 2,8%
LØG 1.639 1.196 353 527 342 332 566 415 568 226 252 6.41 2,5%
FMR 2.164 2.767 859 1.083 868 3.049 2.999 2.062 2.78 3.114 3.691 25.432 9,9%
UMR 0 0 0 0 0 0 0 0 728 2.024 1.64 4.391 1,7%
FISK 903 1.008 693 1.929 649 660 406 765 4.486 1.643 1.104 14.24 5,5%
VMR 246 114 733 1.076 147 544 1.632 397 172 106 217 5.38 2,1%
MMR 8.839 10.013 10.345 8.654 8.234 6.618 8.412 6.188 7.668 8.053 9.907 92.926 36,2%
HMR 3.847 3.23 2.961 2.953 2.839 6.053 5.38 5.349 3.952 6.891 7.245 50.694 19,7%
AMR 3.125 3.344 4.167 3.875 3.956 4.168 3.498 7.403 6.475 6.726 4.75 51.483 20,0%
SMR 0 0 944 254 923 17 0 0 392 462 1.654 4.643 1,8%
Tilsaman 23.363 22.188 21.316 21.045 20.925 21.466 22.902 22.574 27.216 29.24 30.454 262.689
Til spurning 5
Nakrar byggiverkætlanir eru farnar av lagi, og landsgrannskoðanin hevur í sambandi við kanningar
av byggiverkætlanum víst á, at fíggjarliga ábyrgdin og leiðslan av byggiverkætlanunum ikki hevur
verið nóg greið.
Í dag hava einstøku aðalráðini ábyrgd av verkætlanum og skulu biðja Løgtingið um fígging, meðan
tað er Landsverk, ið er byggiharri. Hesin skilnaður millum ábyrgd og myndugleika hevur víst seg
ikki at rigga nóg væl. Orsøkin er, at landsstýrisfólk hava trupult við at halda sínar eftirlitsskyldur.
Tí verður ábyrgdin fyri bygningsverkætlanum løgd aftur til einstøku aðalráðini soleiðis, at hvørt
stjórnarráð sjálvt stendur fyri bygging og viðlíkahaldi av bygningum. Loysnin hevur við sær eitt
greiðari ábyrgdarbýti, har landsstýrisfólkið, ið fær játtanina, bæði stendur fyri byggingini og hevur
fíggjarligu og fakligu ábyrgdina av og eftirlitið við verkætlanini.
Báðar skipanirnar hava sínar fyrimunir og vansar, men mett verður kortini, at ábyrgdarbýtið við
valda leistinum verður greiðari, og harvið verður verkætlanarleiðslan eisini betri. Hetta fer at
viðvirka til, at tíðarætlanir og játtanir við byggiverkætlanum í størri mun verða hildnar.

-- 3 of 4 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Til spurning 6
Tað er ilt at meta um, hvør kostnaðurin verður av at fyrisita landsins bygningar og bygging, nú
ábyrgdin verður løgd aftur til stjórnarráðini.
Hvørt aðalráð sær má fáa til vegar serfrøði innan bygningsmál í tann mun tørvur er á tí. Hetta kann
eitt nú skipast við byggikønum í aðalráðum ella einum stovni undir ráðnum. Stjórnarráðini kunnu
eisini gera avtalur um samstarv við uttanhýsis byggiráðgevarar til at taka sær av
byggiharraráðgeving og verkætlanarstýring.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 4 of 4 --
003.26 Spm til J. Vestergaard frá S. Stenberg - Byggiverkætlanir og byggiumsiting hjá Landsverki.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingskvinna
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Byggiverkætlanir og byggiumsiting hjá Landsverki
Spurningar:
1. Hvør var grundgevingin fyri í síni tíð, at savna byggimálini hjá Landsverki, og
nær bleiv hetta gjørt ?
2. Kann landsstýrismaðurin geva eitt yvirlit yvir tær byggi- og anleggsætlanir
omanfyri 5 milliónir kr., sum Landsverk hevur verið byggiharri á, í
tíðarskeiðnum frá 1. januar 2015 og fram til í dag?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu hesar verkætlanir hava gingið í mun
til tíðarætlan og kostnað?
4. Kann landsstýrismaðurin geva eitt yvirlit yvir árligar játtanir til víðlíkahald av
almennum bygningum frá 1. januar 2015 til í dag, býtt út á ætlanir ella ráð?
5. Hvørja ávirkan metir landsstýrismaðurin tað hevur, at byggideildin verður býtt
sundur á ymisku stjórnarráðini?
6. Hvat verður bíligari og betri við at spjaða fakligu førleikarnar hjá Landsverki
út á stjórnarráðini?
Viðmerkingar:
Tað hevur mangan gjøgnum árini verið víst á, at almennar byggiverkætlanir hava
gingið illa, uttan at vit hava nøkur beinleiðis tøl um hetta.
Landsstýrismaðurin hevur nú boðað frá, at byggiumsitingin hjá Landsverki nú skal
niðurleggjast, og at tað frameftir vera ymisku stjórnarráðini, sum skulu taka sær av
byggiverkætlanum. Tí er viðkomandi, at fáa eina ítøkiliga lýsing av støðuni, so vit
hava greiðu á, hvussu ymisku byggiverkætlanirnar hava verið handfarnar seinnu árini.
Til hetta er ynskiligt at fáa eitt yvirlit yvir ymisku verkætlanirnar, har vit fáa lýst
heitið á ætlanini, hvør er byggiánari, samtyktu játtanina til endamálið, endaliga
kostnaðin, ætlaðu byggitíðina og veruligu byggitíðina, umframt fermetraprís á
ætlanini. Hugsað verður um verkætlanir omanfyri 5 milliónir kr.
Somuleiðis er umráðandi at fáa at vita, hvørja ávirkan tað kemur at hava, nú fakligu
førleikarnir verða spjaddir á 7 stjórnarráð, heldur enn í eina sterka, fakliga eind.
Á Løgtingi, 5. august 2026
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --