52-001/2026
Kommunulæknin í Vágum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. aug. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
001.26 Svar frá Ey. H. Niclasen til J. Joensen - Kommunulæknin í Vágum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
HEILSU- OG ORKUMÁLARÁÐIÐ Kopargøta 1 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304050 • www.homr.fo • homr@homr.fo Løgtingið 13. august 2026 Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 Mál: 26/19243-5 110 Tórshavn Tygara skriv: Viðgjørt: Svar upp á Fyrispurning nr. 52-001/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um kommunulæknan í Vágum, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Nær væntar landstýriskvinnan, at nýggja kommunulæknaviðtalan verður sett? 2. Verður í setanartilgongdini arbeitt fyri, at kommunulæknaskipanin í Vágum eisini fevnir um kvinnuligan kommunulækna? Svar: Til spurning 1 Samskifti hevur verið millum Heilsutrygd og Vága kommunu viðvíkjandi teimum hølum, har nýggja læknaviðtalan skal halda til. Tann ætlan sum er løgd fyri tey hølir, sum skulu nýtast til triðju viðtaluna (nýggju viðtaluna) er nýliga góðkend. Samskifti er eisini millum Heilsutrygd og kommunulæknarnar í grannaviðtalunum um, hvussu samstarvið kann verða við nýggju viðtaluna. Sambært Heilsutrygd er ætlanin at søkja eftir kommunulækna til nýggju viðtaluna í september í ár. Til spurning 2 Tá ið Heilsutrygd fer at lýsa eftir kommunulækna til nýggja starvið í Vágum, fara tey í setanartilgongdini, og í samsvar við setanarpolitikk landsins, at leggja dent á, at seta tann umsøkjaran, sum úr einum heildarsjónarmiði er best skikkaður til starvið og tað kann ikki verða gjørdur munur á kyni í tí sambandi. -- 1 of 2 -- HEILSU- OG ORKUMÁLARÁÐIÐ Síða 2 av 2 Tað kann leggjast afturat, at við kunngerð nr. 102 frá 27. mai 2025 um heilsuøkir og heilsumiðstøðir var farið frá gomlu skipanini við 9 læknadømum. Í staðin vórðu Føroyar skipaðar í 5 heilsuøkir, sum samstundis merkir, at úrvalið av læknum, sum borgararnir kunnu velja millum gerst størri. Í gomlu skipanini við læknadømum, vóru læknadømini sera ymisk til støddar. Í tí minsta læknadøminum vóru umleið 1.300 fólk, og í tí størsta vóru umleið 22.300 fólk. Tí var eisini sera ymiskt, hvussu nógvar kommunulæknaviðtalur vóru í teimum ymisku læknadømunum. Fleiri av læknadømunum vóru smá, og tað hevði við sær, at tað vóru sera avmarkaðir, og í summum førum eingin møguleiki at velja lækna. Heilsuøki 3 fevnir um Sørvágs kommunu, Vága kommunu, Vestmanna kommunu, Kvívíkar kommunu, Sunda kommunu, Eiðis kommunu og Tórshavnar kommunu (tó bert Kollafjørð, Signabø og Oyrareingir). Í heilsuøki 3 eru í løtuni 6 kommunulæknaviðtalur. Ein er mannað við kommunulæknaavloysarum, tríggjar eru mannaðar við mannligum kommunulæknum, og tvær eru mannaðar við kvinnuligum kommunulæknum. Annar av kvinnuligu kommunulæknunum starvast við Norðskála, og hin í Kollafirði. Tað ber til hjá øllum, sum eru búsitandi í heilsuøki 3, at velja onkran av kommunulæknunum í heilsuøkinum, og tískil eisini kvinnuligan kommunulækna. Heilsu- og orkumálaráðið, 13. august 2026 Eyðdis Hartmann Niclasen landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
001.26 Spm til Ey. H. Niclasen frá J. Joensen - Kommunulæknin í Vágum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 3. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum Evni: Kommunulæknin í Vágum Spurningar: 1. Nær væntar landstýriskvinnan, at nýggja kommunulæknaviðtalan verður sett? 2. Verður í setanartilgongdini arbeitt fyri, at kommunulæknaskipanin í Vágum eisini fevnir um kvinnuligan kommunulækna? Viðmerkingar: Undanfarna samgonga saman við fíggjarnevndini játtaði fígging til eina nýggja kommunulæknaviðtalu í Vágum. Kommunurnar hava riggað hølir til, men hóast tað er arbeiðið enn ikki komi so langt, at viðtalan er tikin í nýtslu. Í dag eru tveir mannligir kommunulæknar knýttir at læknaviðtalunum í Vágum. Fleiri borgarar hava víst á ynski um eisini at hava møguleika at velja kvinnuligan kommunulækna, og tí er viðkomandi at spyrja, um og hvussu landstýriskvinnan ætlar at tryggja hendan møguleikan. Sambært teimum upplýsingum, sum fyrr hava verið givnir, var ætlanin, at viðtalan skuldi verða klár í 2026. Tí er viðkomandi at fáa greiðu á, nær hon verður mannað. Tí verða hesir spurningar settir landstýriskvinnuni. Á Løgtingi, 3. august 2026 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --