← Løgtingsmál

52-138/2025

At tryggja lág- og miðalløntum fólki eitt trygt lív

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. jul. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
138.25 Svar frá A. V. Johannesen til S. P í Grund - Um at tryggja lág- og miðalinntøku løntum fólki eitt trygt lív.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. jul. 2026

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 3. juli 2026
J.nr.:: 26/16551
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-138/2025 frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Akseli V. Johannesen, um at tryggja lág- og
miðalløntum fólki eitt trygt lív.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin gjørt eina samlaða meting av, hvussu verandi skattaskipan
ávirkar lág- og miðalinntøkur, og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri inntøkubýtið í
samfelagnum?
2. Metir landsstýrismaðurin, at núverandi skattaskipan lyftir tey á niðastu rókunum nóg
mikið, ella er neyðugt at lækka skattin hjá teimum við lág- og miðalinntøkum fyri at
minka um ójavnan?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at endurskoða skattaskipanina við tí fyri eyga, at
gera hana meira rættvísa og betri hóskandi til fíggjarligu støðuna hjá teimum við lág- og
miðalinntøkum?
4. Hvørjar møguligar broytingar í skattaskipanini metir landsstýrismaðurin kunnu bøta um
møguleikarnar hjá fólki at ogna sær bústað?
5. Hevur landsstýrismaðurin gjørt greiningar av, hvussu ójavnin í inntøkum og
skattabyrðu er broyttur seinastu árini, og hvussu hetta eigur at ávirka komandi
skattapolitikk?
6. Hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin at taka innan skattapolitiska økið fyri at
tryggja eina meira javna og burðardyggari skattaskipan frameftir?
Svar til spurningar nr. 1-7:
Flatskattabroytingin í 2011 gav mest til tey, sum høvdu størstu inntøkurnar og sendi í stóran
mun rokningina út í framtíðina.
Í landsstýrinum frá 2015 og frá 2022 undir javnaðarleiðslu eru framdar tvær stórar
skattanýskipanir. Fyrst í 2016 og seinast í 2023 og 2024, tá inntøkuskatturin varð lækkaður
nógv hjá lág- og miðalinntøkum, og markskatturin hjá lágløntum varð lækkaður munandi, so at
tey nú fáa meira til sín sín sjálvs av tí, sum verður arbeitt eyka.
Í løtuni verður arbeitt við lóg, sum árliga javnar stigvaksandi skattastigan, so at
inntøkuskatturin á vanliga løntakaran ikki veksur hvørt ár.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Framtíðar skattabroytingar eiga at hava sum mál, at tær tryggja landinum støðugar inntøkur og
minka um inntøkuójavnan.
Skattaskipanin er ein týðandi lutur í javningini av inntøkunum í samfelagnum, men eisini onnur
viðurskifti hava týdning fyri ójavnan og møguleikan at luttaka og búgva í samfelagnum.
Millum annað tí samtykti tingið í vár lóg um leigustuðul, so at fólk, sum búgva til leigu,
frameftir kunnu fáa betri fíggjarligt rásarúm. Somuleiðis í samgonguskjalinum er avtalað fleiri
átøk, sum skulu stuðla undir eitt økt útboð av bústøðum.
Manglandi innkrevjing av tilfeingisrentu ávirkar eisini ójavnan og møguleikan hjá vanligum
fólki at tryggja sær ein bústað, tí tilfeingisrentan kann seta seg í húsaprísirnar. Tilfeingið í
havinum og føroysku firðirnar eiga allir føroyingar, og tí eigur serliga virðið av hesum eisini at
koma øllum føroyingum til góðar. Undir síðstu samgongu vórðu skipanir við tøku- og
veiðigjøldum broyttar, so at meira verður tikið inn. Hesar skipanir halda fram við
javnaðarflokkinum í samgongu. Høgu prísirnir á makreli og svartkjafti síðsta árið gera, at
veiðigjaldið hækkar munandi, og at landið næsta árið fær størri part av virðinum í sín part.
Nýggj kunngerð um veiðigjøld verður kunngjørd í næstum.
Fyri meg hevur tað týdning, at tilfeingisrentan verður kravd inn, so skattabyrðan á vanliga
løntakaran kann lækka. Í verandi samgongu er tó ikki ætlanin at gera fleiri broytingar í
tilfeingisgjøldunum.
Tinganes, 3. juli 2026
Aksel V. Johannesen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
138.25 Spm til A. V. Johannesen frá S. P í Grund - Um at tryggja lág- og miðalinntøku løntum fólki eitt trygt lív.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
1
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: At tryggja lág- og miðalløntum fólki eitt trygt lív
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin gjørt eina samlaða meting av, hvussu verandi
skattaskipan ávirkar lág- og miðalinntøkur, og hvørjar avleiðingar hetta hevur
fyri inntøkubýtið í samfelagnum?
2. Metir landsstýrismaðurin, at núverandi skattaskipan lyftir tey á niðastu
rókunum nóg mikið, ella er neyðugt at lækka skattin hjá teimum við lág- og
miðalinntøkum fyri at minka um ójavnan?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at endurskoða skattaskipanina við tí fyri
eyga, at gera hana meira rættvísa og betri hóskandi til fíggjarligu støðuna hjá
teimum við lág- og miðalinntøkum?
4. Hvørjar møguligar broytingar í skattaskipanini metir landsstýrismaðurin
kunnu bøta um møguleikarnar hjá fólki at ogna sær bústað?
5. Hevur landsstýrismaðurin gjørt greiningar av, hvussu ójavnin í inntøkum og
skattabyrðu er broyttur seinastu árini, og hvussu hetta eigur at ávirka komandi
skattapolitikk?
6. Hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin at taka innan skattapolitiska økið
fyri at tryggja eina meira javna og burðardyggari skattaskipan frameftir?
Viðmerkingar:
Sambært almennum hagtølum er kostnaðarstøðið í Føroyum millum tey hægstu í
norðuratlantsøkinum. Spurningurin er, um landsstýrismaðurin heldur tað vera rímiligt,
at arbeiðandi fólk í vaksandi mun, hava trupult við at fáa lønina at røkka til. Hetta
rakar serliga tey við lág- og miðalinntøkum, sum hava torført við at rinda húsaleigu,
keypa matvørur og tryggja sær eitt virðiligt og trygt lív.
Spurningurin er eisini, um landsstýrismaðurin heldur tað vera rímiligt, at tað næstan er
ógjørligt hjá vanligum arbeiðsfólki, handverkarum, røktarum, heilsustarvsfólki og
øðrum lág- og miðal løntum at ogna sær ein bústað, tí prísirnir eru farnir langt upp um
tað, sum lønirnar klára at fylgja við. Hetta ger, at gjógvin millum lønarbólkar veksur,
og alsamt fleiri enda í fátækra váða, hóast tey arbeiða fulla tíð.
Arbeiðarafjøldin hevur stóran týdning fyri samfelagið, og tí er spurningurin, um
landsstýrismaðurin ætlar at fremja broytingar í skattaskipanini, so tey við lág- og
miðalinntøkum hava møguleika at liva eitt trygt lív av teirra lønarinntøku.

-- 1 of 2 --

2
Við hesum í huga verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í
fíggjarmálum.
Á Løgtingi, 23. juni 2026
Sámal Petur í Grund

-- 2 of 2 --