← Løgtingsmál

52-137/2025

Striking av allari mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. jul. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
137.25 Svar frá M. Stórá til S. P. í Grund - Striking av allari mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. jul. 2026

Sjá útdrigin tekst
Undir Bryggjubakka 27 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  abmr@abmr.fo • www.abmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1- 3
Postboks 208
110 Tórshavn
2. juli 2026
Mál: 26/16217
Tygara skriv: 52-137/2025
Viðgjørt: HP
Svar upp á fyrispurning nr. 52-137/2025 eftir § 52 a í tingskipanini um striking av allari
mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum, frá Sámali Peturi í Grund,
løgtingsmanni.
Spurningar:
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at leggja fram lógaruppskot, sum strikar alla
mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum – soleiðis at tað altíð loysir seg at
arbeiða, eisini eftir pensjónsaldur?
2. Um ja: nær væntar landsstýriskvinnan, at Løgtingið fær eitt slíkt uppskot til viðgerðar?
3. Um nei: hvørjar eru høvuðsorsøkirnar til, at landsstýriskvinnan ikki vil strika
mótrokningina, hóast tað er staðfest, at arbeiðandi pensjónistar eru ein virðismikil
arbeiðsmegi og eitt týðandi íkast til samfelagið?
4. Hevur landsstýriskvinnan gjørt nakrar metingar av, hvussu nógv fleiri pensjónistar
væntast at arbeiða, um mótrokningin verður tikin burtur, og hvørjar fíggjarligar
avleiðingar hetta hevði havt fyri landskassan – bæði í brutto kostnaði og netto
virknaði?
5. Hevur landsstýriskvinnan kannað royndirnar í øðrum londum, eitt nú Danmark, har
mótrokning av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum er tikin av, og hvørjar niðurstøður eru
gjørdar um arbeiðsvirkni, heilsu og trivnað hjá eldri borgarum?
Svar:
Í viðmerkingunum til spurningin verður sagt, at mótrokningin í pensjón ger tað minni
lokkandi hjá eldri borgarum at arbeiða. Spyrjarin spyr í viðmerkingunum eisini, um tað ikki
altíð skal løna seg at arbeiða, eisini eftir pensjónsaldur.
Landsstýriskvinnan er samd við spyrjaranum, at tað altíð skal løna seg at arbeiða – eisini hjá
fólkapensjónistum. Eitt virkið lív fremur heilsu og trivnað hjá teimum eldru, eins og tað er
gott fyri arbeiðsmarknaðin og búskapin. Fleiri broytingar í pensjónsskipanini seinnu árini ger,
at tað altíð lønar seg at arbeiða hjá pensjónistum, ið eru føddir aftaná 1952, og
landsstýriskvinnan er sostatt ikki samd í fortreytunum fyri spurningin, at tað ikki lønar seg at
arbeiða sum pensjónistur. Tvørturímóti vísa útrokningar, at arbeiðandi pensjónistar hava sera

-- 1 of 5 --

Síða 2 av 5
høga tøka inntøku samanborið bæði við pensjónistar, sum ikki arbeiða, og samanborið við
løntakarar undir pensjónsaldri.
Mótrokningarprosentið er lækkað niður til 20, sum hevur við sær, at sjálvt tey við rættiliga
høgum arbeiðsinntøkum, fáa fólkapensjón. Arbeiðsinntøka ávirkar ikki útgjald frá
Samhaldsfasta, eins og fólkapensjónistar hava serligar skattafyrimunir. Trupulleikin í gomlu
pensjónsskipanini við at brennistuðul dettur burtur í einum, tá inntøkan fer upp um eitt mark,
er burtur fyri tey, sum eru fødd aftaná 1952. Harnæst er sett í verk ein skipan við útsettari
pensjón, har pensjónistar spara upp til eina hægri pensjón seinni, og harvið í prinsippinum
sleppa undan mótrokning.
At føroyskir pensjónistar arbeiða munandi meira enn pensjónistar í øðrum londum bendir á
sterka motivasjón at arbeiða. Dømini í talvuni niðanfyri vísir munin millum at arbeiða og ikki
arbeiða.
Inntøka eftir skatt og øll gjøld
Sáttmálaløn um mánaðin 66 ár 68 ár
68 ár, sum ikki
arbeiðir
20.000 kr. 13.025 kr. 24.730 kr. 14.190 kr.
30.000 kr. 18.830 kr. 28.960 kr. 14.190 kr.
40.000 kr. 24.100 kr. 33.330 kr. 14.190 kr.
Viðmerking: Dømini eru fyri stakan pensjónist, sum ikki fær útgoldið lívrentu ella
lutapensjón. Skattaútrokningin er roknað við støði í miðal kommunuskattaprosenti.
Samstundis sum pensjónin verður mótroknað, so fær arbeiðandi pensjónisturin sáttmálaásetta
eftirlønargjaldið útgoldið sum løn, samstundis sum hann sleppur undan arbeiðsmarknaðar-
gjøldum. Hjá pensjónisti, sum t.d. hevur arbeiðsinntøku uppá 100.000 kr., lækkar
fólkapensjónin við 635 kr. um mánaðin. Men eftirlønargjaldið, sum í minsta lagi er 1.000 kr.,
verður útgoldið sum løn.
Eitt, sum føroyskir pensjónistar uppliva sum eina forðing í sambandi við arbeiði, er árliga
eftirrokningin. Føroyska pensjónsskipanin hevur higartil verið soleiðis skipað, at einaferð um
árið verður eftirkannað, um pensjónisturin hevur fingið tað pensjón, sum hann hevur rætt til,
og í tí sambandi er tað nógvir pensjónistar, sum skulu gjalda ov nógv útgoldna pensjón aftur.
Men frá 1. januar 2027, verður skipanin munandi meira smidlig, tí pensjónsútgjaldið fer at
verða regulerað hvønn mánað samsvarandi inntøkugrundarlagnum hjá pensjónistinum
(løgtingslóg nr. 212 frá 15. desember 2025).
Landsstýriskvinnan heldur ikki, at tað er ein vanvirðing av føroyskum pensjónistum, sum
arbeiða, at tey við sera høgum inntøkum ikki fáa fólkapensjón. Tað er ikki vanligt í øðrum
londum, at pensjónistar við høgum inntøkum fáa sosiala pensjón. Danmark er eitt av heilt
fáum undantøkum.
Til spurning 1
Tað lønar seg longu í dag altíð hjá pensjónistum, føddir aftaná 1952, at arbeiða. Og tað eru
eisini sera nógvir pensjónistar, sum arbeiða. Harumframt skal havast í huga, at frá 1. januar
2027 verður skipanin eisini meira smidlig, tí pensjónistar fara ikki at fáa eykarokningar frá
Almannaverkinum, tá tey hava arbeitt meira enn væntað.
Niðanfyri vísir landsstýriskvinnan á, at hon metir, at samlað sæð verður talan um eina
lutfalsliga stóra útreiðslu fyri landskassan við avmarkaðum vinningi fyri samlaða búskapin.

-- 2 of 5 --

Síða 3 av 5
Ein avtøka av mótrokningini hevði serliga gagnað teimum pensjónistum, sum longu hava
høgar inntøkur. Pensjónistar uttan arbeiðsinntøku ella við lágari arbeiðsinntøku høvdu fingið
lítlan ella ongan fíggjarligan ágóða, og tí hevur landsstýriskvinnan ikki ætlanir um at strika
mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum.
Landsstýriskvinnan hevur í hyggju at endurskoða skipanina við mótrokning. Hetta verður
gjørt í sambandi við arbeiðið at fremja samgonguskjalið, har bæði arbeiðsmarknaðarlig,
búskaparlig og sosial atlit verða tikin við í metingina.
Til spurning 2
Sí svar til spurning nr. 1.
Til spurning 3
At arbeiðandi pensjónistar geva eitt týðandi íkast til samfelagið og hava ein stóran týdning
fyri nógv arbeiðspláss, eru vit øll samd um, og tí hevur tað alstóran týdning, at vit eggja
pensjónistum framhaldandi at vera arbeiðsvirkin.
Spurningurin er, hvussu nógv pensjónistar fara at arbeiða meira, um mótrokningin verður
strikað, tí føroyskir pensjónistar arbeiða nógv og munandi meira enn sínir javnaldrar í øðrum
londum.
Umleið 1/3 av øllum, sum røkka fólkapensjónsaldri, velja at útseta pensjónsútgjaldið. Hesi
væntast ikki at fara at arbeiða enn meir, um mótrokningin verður strikað. Av teimum, sum ikki
útseta pensjónina, eru nógv, sum eisini hava arbeiðsinntøkur. Harumframt skal havast í huga,
at vanliga eru tað umleið 25-30 % av teimum, sum røkka pensjónsaldri, ið hava varandi skert
arbeiðsføri, og sum ikki væntast at fara at arbeiða meira, um mótrokningin verður strikað.
Jú hægri arbeiðsluttøkan er frammanundan, tess minni er vanliga marginali virknaðurin av
fíggjarligum broytingum. Føroyar hava longu eina arbeiðsluttøku millum eldri, sum liggur
nógv omanfyri grannalondini. Við tí høga arbeiðsvirkni, sum longu er millum føroyskar
pensjónistar, metir landsstýriskvinnan ikki, at ein møgulig øking í arbeiðsútboðnum fer at
verða so stór, at hon fíggjar tær almennu meirútreiðslurnar, sum standast av at strika
mótrokningina.
Vit hoyra javnan í almenna kjakinum, at pensjónistar verða revsaðir og knokkroyttir, tá teir
fara til arbeiðis. Soleiðis var tað í ávísum førum fyri nøkrum árum síðani, og einstakir
pensjónistar, sum hoyra til gomlu pensjónsskipanina kunnu enn uppliva óhepna støðu, tá
brennistuðulin dettur burtur. Men veruleikin í dag er, at pensjónistar, sum arbeiða, hava sera
góðar fíggjarligar umstøður samanborið við pensjónistar, sum ikki arbeiða og samanborið við
løntakarar, sum ikki eru pensjónistar. Hetta er ein boðskapur, sum ikki í nóg stóran mun
verður varpað ljós á. Tað frættist um pensjónistar, sum halda seg aftur at arbeiða, tí tey eru
bangin um fáa krav um afturgjald av pensjón.
Ein stakur pensjónistur uttan aðra inntøku enn fólkapensjón og útgjald frá Samhaldsfasta
hevur 14.190 kr. eftir, tá skattur og tvungin gjøld eru frádrigin. Ein 68 ára gamal heilsurøktari,
sum arbeiðir hálva tíð, hevur umleið 24.000 kr. eftir, aftaná skatt og gjøld, meðan ein 68 ára
gamal lærari, sum arbeiðir fulla tíð, hevur umleið 35.000 kr. aftaná skatt og gjøld. Í hesum
upphæddunum er ein møgulig eginuppspard eftirløn ikki íroknað.

-- 3 of 5 --

Síða 4 av 5
Pensjónistar við hægstu arbeiðsinntøkunum fara at fáa mest burturúr eini møguligari broyting
– heilt upp til 122.556 kr. um árið. Í 2025 vóru 30-40 fólkapensjónistar í Føroyum, ið høvdu
arbeiðsinntøku omanfyri milliónina.
Til spurning 4
Í størru grannalondunum er vanligt at brúka samansettar myndlar, sum rokna arbeiðsútboð í
sambandi við broytingar í t.d. skatti og almannaveitingum. Vit hava í Føroyum ikki hesi
amboð at brúka sum grundarlag. Almanna- og bústaðamálaráðið metir tó, at samlað sæð
verður talan um eina útreiðslu fyri landskassan. Men fyrivarni skal tó takast fyri, at tað ber
ikki til at siga, hvussu ein broyting fer at ávirka arbeiðsvirkni hjá teimum eldru.
Almanna- og bústaðamálaráðið hevur við støði í hagtølum um inntøkur hjá pensjónistum frá
2024 mett, at útreiðslur til fólkapensjón høvdu hækkað við umleið 40-45 mió. kr., um
mótrokning í sambandi við arbeiðsinntøkur verður strikað. Aftrat hesum koma sannlíkt
útreiðslur til persónar við útsettari pensjón. Tað eru umleið 560 persónar, sum ikki fáa
fólkapensjón, tí pensjónsgjaldið er útsett. Tað kann væntast, at flestu av hesum fara at fáa
fulla pensjón beinanvegin. Full pensjón til allar hesar 560 persónarnar svarar til knappliga 58
mió. kr.
Ein persónur, sum útsetir pensjónina, sparir upp til eina sonevnda bíðiviðbót, ið verður
útgoldin seinni, og tí er her ikki talan um nýggjar útreiðslur, men heldur um framskundaðar
útreiðslur.
Tað skal tó undirstrikast, at metingin omanfyri er við óbroyttum arbeiðsvirkni. Fara
pensjónistar at arbeiða meira, so hækka skattainntøkurnar hjá landi og kommunum, eins og
økt arbeiðsútboð er gott fyri vinnulívið og búskapin.
Tað kann hugsast, at nakrir pensjónistar fara at arbeiða meira, men mett verður, at virknaðurin
verður avmarkaður, tí føroyskir pensjónistar longu í dag arbeiða serliga nógv samanborið
sínar javnaldrar í øðrum londum. Í 2025 vóru 38 % av øllum 69 ára gomlum, sum høvdu
ársinntøku frá arbeiði, omanfyri 100 tús. kr. Umleið 25 til 30 % av hvørjum árgangi eru farin
av arbeiðsmarknaðinum vegna óarbeiðsføri, áðrenn pensjónsaldurin er rokkin.
Tað er eisini hugsandi, at nøkur fara at raðfesta frítíð, tá fíggjarligu umstøðurnar betrast. Tað
eru nakrir vanligir fakbólkar, sum hava sáttmálaásetta endaløn uppá 41-42.000 kr. um
mánaðin, svarandi til 24-25.000 kr. aftaná skatt og gjøld. Um hesi halda fram at arbeiða sum
vanligt, tá tey røkka pensjónsaldri, og um mótrokningin av arbeiðsløn verður strikað, hækkar
mánaðarliga útgjaldið (alt íroknað) til 40-42.000 kr. um mánaðin aftaná skatt og gjøld pluss
møguliga eginuppsparda eftirløn.
Til spurning 5
Tað er týdningarmikið at hava í huga, at tey lond, sum hava avtikið mótrokningina, høvdu
munandi lægri arbeiðsluttøku millum eldri enn Føroyar. Tískil kann ikki uttan víðari leggjast
til grund, at sama broyting hevði havt sama virknað í Føroyum.
Í norðurlondum er tað bara í Norra og Danmark, har arbeiðsinntøka ikki ávirkar pensjón frá tí
almenna.
Í Danmark varð mótrokning í sambandi við arbeiðsløn strikað í 2023. Tað hevur verið víst á,
at talið av eldri á arbeiðsmarknaðinum í Danmark er munandi hækkað aftaná broytingina, og
hækkingin hevur eisini verið hægri enn væntað. Hetta ber ikki til at flyta yvir til føroysk

-- 4 of 5 --

Síða 5 av 5
viðurskifti, tí útgangsstøðið í Danmark var munandi lægri. Í Danmark eru í dag 23% av
teimum 65-74 ára gomlu í arbeiði. Í Føroyum er talið 48 %.
Í Danmark vóru 20% av 69 ára gomlum í arbeiði í 2025. Í Føroyum er hetta talið 62%. Her
skal tó nevnast, at í hesi tølini eru øll roknað við – eisini tey, sum arbeiða einstakar tímar. Í
Føroyum vóru tað 38% av øllum 69 ára gomlum, sum í 2025 høvdu arbeiðsinntøku hægri enn
100.000 kr. Hetta talið er ikki tøkt fyri Danmark, men sannlíkt er talið væl lægri enn 20%.
Hóast mótrokningin í sambandi við arbeiði er strikað í Danmark, eru munandi færri danskir
pensjónistar á arbeiðsmarknaðinum samanborið við Føroyar.
Norska pensjónsskipanin byggir á aðrar meginreglur við fleksiblum pensjónsaldri, eins og
skipanin er meira tryggingargrundað enn føroyska og danska skipanin, og fyrivarni skal tí
takast fyri samanberingum. Árini 2008-2010 varð mótrokning í sambandi við arbeiðsløn
stigvíst strikað hjá teimum, sum vóru 67 ár ella eldri. Árini 2008-2013 vaks vikuliga
arbeiðstímatalið hjá aldursbólkinum 67-70 ár, sum vóru arbeiðsvirkin, við 10 %. Í dag eru
umleið 15 % av fólkinum í Norra í aldrinum 67-74 arbeiðsvirkin. Hetta er ein viðfáningur
samanborið við Føroyar.
Tað eru bert einstøk onnur lond, sum hava universella pensjónsskipan, sum kann samanberast
við føroysku- og donsku pensjónsskipanina. Sum Almanna- og bústaðamálaráðið hevur skilt,
er tað bara í Niðurlondum og Nýsælandi, sum hava universellar aldurspensjónir, sum ikki
verða ávirkaðar av arbeiðsinntøku. Men í hesum londum hevur hetta verið galdandi í ávikavist
50 og 70 ár, og tí ber ikki til at samanbera tíðina áðrenn og aftaná, at mótrokning er strikað.
Almanna- og bústaðamálaráðið, 1. juli 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 5 of 5 --
137.25 Spm til M. Stórá frá S. P. í Grund - Striking av allari mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
1
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum
Evni: Striking av allari mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum
Spurningar:
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at leggja fram lógaruppskot, sum strikar alla
mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum – soleiðis at tað altíð loysir seg at
arbeiða, eisini eftir pensjónsaldur?
2. Um ja: nær væntar landsstýriskvinnan, at Løgtingið fær eitt slíkt uppskot til viðgerðar?
3. Um nei: hvørjar eru høvuðsorsøkirnar til, at landsstýriskvinnan ikki vil strika
mótrokningina, hóast tað er staðfest, at arbeiðandi pensjónistar eru ein virðismikil
arbeiðsmegi og eitt týðandi íkast til samfelagið?
4. Hevur landsstýriskvinnan gjørt nakrar metingar av, hvussu nógv fleiri pensjónistar
væntast at arbeiða, um mótrokningin verður tikin burtur, og hvørjar fíggjarligar
avleiðingar hetta hevði havt fyri landskassan – bæði í brutto kostnaði og netto virknaði?
5. Hevur landsstýriskvinnan kannað royndirnar í øðrum londum, eitt nú Danmark, har
mótrokning av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum er tikin av, og hvørjar niðurstøður eru
gjørdar um arbeiðsvirkni, heilsu og trivnað hjá eldri borgarum?
Viðmerkingar:
Í dag verða pensjónistar, sum velja at arbeiða, framvegis mótroknaðir í pensjónini. Er hetta ikki
ein vanvirðilig skipan, sum bæði revsar arbeiðsvirkni og ger tað minni lokkandi hjá eldri
borgarum at brúka sínar førleikar og arbeiðsorku?
Eru pensjónistar ikki ein virðismikil arbeiðsmegi, serstakliga í einum samfelagi sum okkara,
har arbeiðsmegin er avmarkað, og tørvurin á royndum starvsfólki er vaksandi? Eigur tað ikki
hjá landsstýriskvinnuni at vera ein greið politisk stevna, at tað altíð skal loysa seg at arbeiða,
eisini eftir at fólk hava rokkið pensjónsaldri?
Ein avtøka av mótrokningin hjá pensjónistum hevði:
• styrkt arbeiðsmarknaðin
• økt skattainntøkurnar
• betrað um trivnað og sjálvbjargni hjá eldri borgarum
• givið samfelagnum størri gagn av førleikum, ið annars fara fyri skeytið

-- 1 of 2 --

2
Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 22. juni 2026
Sámal Petur í Grund

-- 2 of 2 --