← Løgtingsmál

52-136/2025

Tryggja javnbjóðis kapping á landbúnaðarøkunum, og tryggja matframleiðslu í kreppu støðu.

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. jul. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
136.25 Svar frá J. Vestergaard til S. P. í Grund - Tryggja javnbjóðis kapping á landbúnaðarøkinum, og tryggja mat framleiðslu í kreppu støðu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 29. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Tórshavn, 29. juni 2026
J.nr.: 26/16224
Svar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-136/2025
frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, um at tryggja javnbjóðis kapping á
landbúnaðarøkinum og tryggja matframleiðslu í kreppustøðu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin framt, fyri at styrkja føroyskan landbúnað, so
at føroyska samfelagið í størri mun gerast sjálvforsýnandi við grønmeti og frukt?
2. Hevur landsstýrismaðurin gjørt nakrar kanningar av, hvørjar stuðulsskipanir ella íløgur
skulu til, fyri at føroyskir matframleiðarar kunnu verða kappingarførir í mun til
útlendskar framleiðslur, sum fáa munandi almennan stuðul?
3. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri sær, at økja um føroysku
kjøtframleiðsluna, so føroyska samfelagið kann gerast meira óheft av innflutningi
uttanífrá, og minni treytað av innfluttum tilfari?
4. Er nakar arbeiðsbólkur, arbeiðsætlan ella langtíðarstrategi fyri framman, sum miðar
eftir, at tryggja føroyska mattrygd í støðum við avbyrging ella ótryggum altjóða
marknaði?
5. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at Føroyar klára seg í eini støðu, har innflutningur av
grønmeti, frukt og tilfari til kjøtframleiðslu steðgar í eitt longri tíðarskeið?
6. Er ætlanin at geva føroyskum borgarum vegleiðing um, hvussu tey kunnu fyrireika seg í
støðum við avbyrging, serliga við atliti at mat trygd?
Svarað verður undir einum:
Landsstýrið ætlar sær at styrkja føroyska landbúnaðin, so hann er kappingarførur við tann
útlendska landbúnaðin. Ein sterkur landbúnaður er ein týðandi liður í ætlanunum at styrkja
matvørusjálvbjargnið og mótstøðuførið í Føroyum. Fyri at røkka hesum máli arbeiða
Búnaðarstovan og Vinnumálaráðið við eini langtíðarstrategi, sum skal virka fyri, at vit eru 50%
sjálvbjargin við teirri grøði, sum grør væl í Føroyum, samstundis sum málið er at styrkja
føroysku kjøtframleiðsluna, so hon eisini frameftir er ein týðandi partur av føroyska
matkovanum. Fyri at røkka hesum málum verður arbeitt við trimum átøkum, sum skulu styrkja
landbúnaðin.
Aðalmálið við at fremja hesi átøkini er at økja lønsemið í landbúnaðinum, so vinnan er sterk og
nýskapandi og dregur fólk til sín. Búnaðarstovan hevur greinað føroyska landbúnaðarstuðulin
og sammett hann við stuðulin í norðurlondum og ES. Stuðulin í Føroyum er væl lægri.

-- 1 of 2 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Tað fyrsta átakið er at endurskoða og økja landbúnaðarstuðulin, so at hann ger veruligan mun
hjá teimum, sum virka í landbúnaðinum.
Tað næsta átakið er at lætta um atgongdina hjá festibóndum at fáa fígging til íløgur í festini, so
framleiðsla teirra støðugt er kappingarfør og framtíðartryggjað. Tað triðja átakið er at fara
undir at endurskoða og eftirmeta festiskipanina og fremja tillagingar í henni, um tørvur er á tí.
Omanfyrinevndu átøk hava til endamáls at styrkja føroyska landbúnaðin við kappingarføri, og
á tann hátt eggja til størri framleiðslu av grøði og kjøti til tann føroyska marknaðin. Á henda
hátt gerast vit meira sjálvbjargin á matvøruøkinum.
Føroyar eru sum heild, tá ið tað ræður um matvørutrygd, væl fyri, men tað eru eyðsæð nakrir
veikleikar, tá talan er um longri tíðarbil við órógvi á innflutninginum av vørum, fóðri og
tøðum.
Eitt langt tíðarbil uttan innflutta grøði og fóður hevði havt við sær, at grønmeti og frukt fóru at
mangla og hevði eisini ávirkað seyða- og neytabøndurnar, sum sannlíkt høvdu verið noyddir at
umskipa sín rakstur við m.a. at slátra burtur av teirra skipanum. Tað er tó umráðandi at leggja
dent á, at sjálvt um ávísar matvørur høvdu manglað, so hevði trot ikki verið á mati, tí í eini
kreppustøðu er sjógvurin okkara kovi.
Mett verður, at tað ikki er tørvur á eini vegleiðing um, hvussu føroyingar skulu bera seg at í
støðum við avbyrging. Vísast kann í hesum sambandi á, at tilbúgvingin mælir til, at fólk hava
mat og drekka til trý samdøgur.
Vinnumálaráðið, 29. juni 2026
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
136.25 Spm til J. Vestergaard frá S. P. í Grund - Tryggja javnbjóðis kapping á landbúnaðarøkinum, og tryggja mat framleiðslu í kreppu støðu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
1
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Petur i Grund, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Tryggja javnbjóðis kapping á landbúnaðarøkinum og tryggja matframleiðslu
í kreppustøðu
Spurningar:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin framt, fyri at styrkja føroyskan
landbúnað, so at føroyska samfelagið í størri mun gerast sjálvforsýnandi við
grønmeti og frukt?
2. Hevur landsstýrismaðurin gjørt nakrar kanningar av, hvørjar stuðulsskipanir ella
íløgur skulu til, fyri at føroyskir matframleiðarar kunnu verða kappingarførir í
mun til útlendskar framleiðslur, sum fáa munandi almennan stuðul?
3. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri sær, at økja um føroysku
kjøtframleiðsluna, so føroyska samfelagið kann gerast meira óheft av
innflutningi uttanífrá, og minni treytað av innfluttum tilfari?
4. Er nakar arbeiðsbólkur, arbeiðsætlan ella langtíðarstrategi fyri framman, sum
miðar eftir, at tryggja føroyska mattrygd í støðum við avbyrging ella ótryggum
altjóða marknaði?
5. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at Føroyar klára seg í eini støðu, har
innflutningur av grønmeti, frukt og tilfari til kjøtframleiðslu steðgar í eitt longri
tíðarskeið?
6. Er ætlanin at geva føroyskum borgarum vegleiðing um, hvussu tey kunnu
fyrireika seg í støðum við avbyrging, serliga við atliti at mat trygd?
Viðmerkingar:
Føroyskur landbúnaður hevur í øldir verið ein týðandi partur av okkara mentan, búskapi
og sjálvbjargni. Í dag er støðan tó tann, at føroyska samfelagið innflytur nærum alt
grønmeti og frukt, og somuleiðis stóran part av teimum vørum, sum verða nýttar í
føroysku kjøtframleiðsluni. Hetta hendir samstundis sum londini, vit innflyta frá, stuðla
sínum egnu framleiðarum við ymsum skipanum, sum gera tað ógjørligt hjá føroyskum
framleiðarum at kappast á marknaðinum.
Hetta førir við sær, at tað í dag illa loysir seg fíggjarliga at framleiða grønmeti, frukt og
fleiri sløg av djórahaldi í Føroyum.

-- 1 of 2 --

2
Í eini støðu, har Føroyar kunnu verða avbyrgdar orsaka av kreppum, stongslum ella
øðrum óvæntaðum hendingum uttanífrá er hetta ein veruligur veikleiki fyri okkara
samfelag.
Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 22. juni 2026
Sámal Petur í Grund

-- 2 of 2 --