← Løgtingsmál

52-133/2025

Dialysa á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. jul. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
133.25 Svar frá Ey. H. Niclasen til Ei. í Jákupsstovu - dialysa á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. jul. 2026

Sjá útdrigin tekst
HEILSU- OG ORKUMÁLARÁÐIÐ
Kopargøta 1 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304050 • www.homr.fo • homr@homr.fo
Løgtingið 3 juli 2026
Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 Mál: 26/16164-3
110 Tórshavn Tygara skriv:
Viðgjørt:
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-133/2025 eftir § 52 a í tingskipanini um dialysu á Klaksvíkar
sjúkrahúsi frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hevur landsstýriskvinnan politiskan vilja at seta dialysuviðgerð í verk á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi?
2. Um ja, nær verður dialysuviðgerð sett í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
3. Eru viðurskifti á sjúkrahúsinum sjálvum – við støðuni áðrenn dialysa varð sett í verk á
Tvøroyri – sum tala fyri, at dialysa skal vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men ikki á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Spurningarnir verða svaraðir undir einum
Landsstýriskvinnan hevur politiskan vilja og ætlanir um at fáa skipað fleiri viðgerðir og
heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarunum. Hetta skal tó verða treytað av, at dygdin er í
lagi og í samsvari við fakligu leiðbeiningarnar á økinum.
Í 2024 varð ein sonevndur hæmodialysusatellittur skipaður á Suðuroyar sjúkrahúsi, tí at neiliga
árinið av sjóvegis ferðingini um Suðuroyarfjørð var so tyngjandi hjá sjúklingunum, at mett varð
yvirskipað - hóast læknafaklig ivamál - at neyðugt var við einum hæmodialysusatellitti í Suðuroy
fyri stabilar sjúklingar.
Sambært Sjúkrahúsverkinum mæla serlæknarnir í nýrasjúkum, sum hava fakligu ábyrgdina av
dialysuviðgerðini, staðiliga frá, at fleiri hæmodialysusatellittar verða settir á stovn í Føroyum. Í
hesum sambandi verður tað eisini víst til “Sundhedsstyrelsens specialevejledning” í
nýramedisini, har tað m.a. framgongur, at tað skal vera eitt “...rimeligt forhold mellem antal

-- 1 of 2 --

HEILSU- OG ORKUMÁLARÁÐIÐ
Síða 2 av 2
patienter dialyseret på sygehuset med nefrologisk1 funktion og sygehuset uden nefrologisk
funktion med henblik på at opnå tilstrækkelig erfaring, således at størstedelen af patientgruppen
dialyseres på sygehuset med nefrologisk funktion, idet der dog samtidig må tages hensyn til
kapaciteten i forbindelse med de akutte indlæggelser.”
Í samsvari við Sundhedsvæsenets specialevejledning er tilmælið frá serlæknunum í nýrasjúkum,
at ein tílík framkomin viðgerð, sum hæmodialysa er, eigur í mesta mun at verða miðsavnað, tí
tað er besta fortreyt fyri at varðveita eitt høgt fakligt støði, ið gagnar sjúklingunum.
Samstundis verður víst á, at verandi hæmodialysa á Landssjúkrahúsinum er lítil, um samanborið
verður við útlond. Um verandi hæmodialysa norðanfjørðs verður sundurlutað, so er vandi fyri, at
samlaða fakliga tilboðið versnar. Tað er týdningarmikið at hava í huga, at Sundhedsstyrelsen í
sergreinaleiðbeiningini tekur støðu út frá dialysudeildum í Danmark, sum vanliga hava eitt
grundarlag upp á 200.000 til 300.000 íbúgvar.
Við einum grundarlagi upp á 55.000 íbúgvar er dialysufunktiónin her á landi sera lítil. Sambært
Sjúkrahúsverkinum er hon tí longu kroyst frammanundan við at kunna varðveita eitt nøktandi
fakligt støði.
Av tí at serlæknarnir í nýrasjúkum, sum skulu hava fakligu ábyrgdina fyri dialysuvigerðini í
Føroyum, “staðiliga mæla frá”, at fleiri dialysusatelittar verða settir á stovn í Føroyum –
samstundis sum ein víðkan ikki er í samsvari við fakligu sergreinaleiðbeiningina hjá
Sundhedsstyrelsen, fyriliggja tað ikki í løtuni ítøkiligar ætlanir um at seta á stovn dialysuviðgerð
á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Soleiðis eru tað ikki viðurskifti á sjúkrahúsunum sjálvum sum tala fyri, at dialysa er sett í verk í
Suðuroy og ikki í Klaksvík, men harafturímóti ein serstøða í sambandi við tyngjandi sjóvegis
flutning umvegis Suðuroyarfjørð hjá dialysusjúklingum í Suðuroy umframt eitt fakligt frámæli
um at spjaða dialysuviðgerðina enn meira í Føroyum.
Heilsu- og orkumálaráðið, 3. juli 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
1 Nefrologi er ein medisinsk sergrein, sum fevnir um sjúkugreining og viðgerð av medisinskum nýrasjúkum, dialysu
og nýratranplantatión.

-- 2 of 2 --
133.25 Spm. til Ey. H. Niclasen frá Ei. í Jákupsstovu - dialysa á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Dialysa á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Spurningar:
1. Hevur landsstýriskvinnan politiskan vilja at seta dialysuviðgerð í verk á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
2. Um ja, nær verður dialysuviðgerð sett í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
3. Eru viðurskifti á sjúkrahúsinum sjálvum – við støðuni áðrenn dialysa varð sett
í verk á Tvøroyri – sum tala fyri, at dialysa skal vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi,
men ikki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Viðmerkingar:
Í Føroyum hava vit trý sjúkrahús, og í løtuni er samfelagsliga rákið tíbetur soleiðis, at
heilsutænastur skulu vera í nærumhvørvinum hjá fólki.
Í seinasta samgonguskeiði sóu vit til dømis, at dialysa varð sett í verk á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, so fólk í Suðuroy við tørvi á dialysuviðgerð ikki longur skuldu noyðast til
Havnar at fáa hesa viðgerð.
Somuleiðis varð lógarverk samtykt, sum byggir á, at alsamt fleiri heilsutænastur skulu
vera í nærumhvørvinum hjá borgarunum.
Nakað síðan svaraði landsstýriskvinnan einum fyrispurningi, 52-107/2025, sum bygdi
víðari á hetta arbeiðið, nevniliga um at seta dialysu í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tað svarið var í stóran mun ein fíggjarlig útgreining og ein staðfesting av, at
landsstýriskvinnan í øllum førum ikki ta løtuna hevði ítøkiligar ætlanir um at seta
dialysu í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tí hesir spurningar um politiska viljan hjá nýggja landsstýriskvinnuni.
Á Løgtingi, 19. juni 2026
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --