52-132/2025
Seksualundirvísing á miðnámi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. jul. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
132.25 Svar frá B. á Lakjuni til B. Lind - Seksualundirvísing á miðnám.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 29. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo Løgtingið 29. juni 2026 Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 Mál: 22/22133-175 110 Tórshavn Viðgjørt: EØ Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-132/2025 eftir § 52a í Tingskipanini frá Bjørt Lind, løgtingskvinnu, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um seksualundirvísing á miðnámi. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógvar tímar í seksualundirvísing um árið fáa ung á miðnámi frá Gigni, síðani nýggja skipanin varð sett í verk í 2024? 2. Hvørjir miðnamsskúlar hava fingið seksualundirvísing frá Gigni hesi síðstu tvey árini, og hvussu nógvir næmingar hava verið fevndir av undirvísingini? 3. Er ætlanina at eftirmeta skipanina við seksualundirvísingini á miðnámi, og nær kann ein slík eftirmeting væntast? Svar Til 1 og 2: Tað eru tveir heilsufrøðingar, sum arbeiða við seksualkunning á miðnámi, og hava hesar verið í starv síðani august 2024. Avgjørt varð, at øll í 1.g skuldu fáa seksualkunning, og er málið, at øll í 1.g fáa 2 blokkar tilsamans. Ein blokkur er tveir undirvísingartímar á 45 minuttir. Evnini eru seksualitetur, kynslív, fyribyrging, mørk, porno, ymiskleiki, seksuell rættindir og samtykki. Serbreytirnar hava fingið kunning við somu evnum tillagað menningarstøðið. Skúlaárið 2025/2026 hava næmingarnir í 3.g somuleiðis fingið kunning um samtykki. Arbeiðið er gjørt á øllum miðnámsskúlunum í landinum. Tær ymisku serbreytirnar hava fingið seksualkunning og somuleiðis flokkarnir á Yrkisnámi í Klaksvík. Til 3: GIGNI hevur gjørt nakrar eftirmetingar skúlaárið 2024/2025, har næmingarnir kundu eftirmeta undirvísingina við egnum orðum. Nógv tey flestu góvu sera jaligar afturmeldingar. Skipanin verður eftirmett javnan saman við heilsufrøðingunum, sum arbeiða við hesum. Ætlanin er at fáa næmingarnar at eftirmeta kunningina, so hvørt hon er liðug, og tillaga frálæruna eftir hesum. Seksualkunningin verður gjørd í tøttum samstarvi við leiðslurnar á miðnámi, og heilsu- frøðingarnir hava eitt regluligt samskifti við leiðslur og starvsfólk á skúlunum. Eisini hevur ein -- 1 of 2 -- M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo 2 av 2 sálarfrøðingur frá Sernámi við servitan innan seksuella heilsu verið við til partar av kunningini og givið heilsufrøðingunum eina eftirmeting. Í heyst fara heilsufrøðingarnir aftur til Norra fyri at førleikamenna seg og ogna sær ta nýggjastu vitanina innan økið. Vinarliga Bárður á Lakjuni landsstýrismaður -- 2 of 2 --
132.25 Spm. til B. á Lakjuni frá B. Lind - Seksualundirvísing á miðnám.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjørt Lind, løgtingskvinna Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum Evni: Seksualundirvísing á miðnámi Spurningar: 1. Hvussu nógvar tímar í seksualundirvísing um árið fáa ung á miðnámi frá Gigni, síðani nýggja skipanin varð sett í verk í 2024? 2. Hvørjir miðnamsskúlar hava fingið seksualundirvísing frá Gigni hesi síðstu tvey árini, og hvussu nógvir næmingar hava verið fevndir av undirvísingini? 3. Er ætlanina at eftirmeta skipanina við seksualundirvísingini á miðnámi, og nær kann ein slík eftirmeting væntast? Viðmerkingar: Í 2024 tók táverandi landsstýrismaður avgerð um, at øll ung á miðnámi skulu fáa seksalundirvísing. Í fyrstu syftu skuldu 1. árs næmingar raðfestast. Gigni fekk ábyrgdina av uppávuni, og játtanin til stovnin varð økt við 500.000 kr. til at fremja átakið. Hetta svarar til umleið tvey hálvtíðarstørv. Nú fer triðja skúlaárið í gongd, síðani skipanin varð sett í verk. Seksualundirvísing handlar um alt frá kroppi til kenslur, sex og samtykki, mørk og fyribyrging. Góð seksualundirvísing kann m.a. ávirka, at seksuelli debutaldurin hækkar, at ung eru betri at nýta fyribyrging, og at ung eru betur før fyri at seta mørk og spyrja um samtykki. Í Danmark varð í 2023 ásett við lóg, at seksualundirvísing skal vera partur av undirvísingini á øllum miðnámsskúlum. Í Føroyum er eingin samsvarandi lógaráseting galdandi fyri miðnámsskúlarnar. Tí er viðkomandi at fáa greiðu á, hvussu nógv undirvísing er framd, hvussu nógv ung eru fevnd av skipanini, og hvørjar ætlanir eru um at eftirmeta arbeiðið. Á Løgtingi, 19. juni 2026 Bjørt Lind -- 1 of 1 --