52-131/2025
Herd revsing fyri brotsverk ímóti børnum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. jul. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
131.25 Svar frá B. Johannesen til F. S. Nielsen - Herd revsing fyri brotsverk ímóti børnum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
LØG MA N S S KR I VS TOV AN Prime Minister´s Office Tinganes • Box 64 • FO-110 Tórshavn (+298) 30 60 00 • lms@lms.fo • www.lms.fo Løgtingið Tórshavn, tann: 30. juni 2026 J. nr.: 26/15957-8 Viðgjørt: GMN Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-131/2025 eftir tingskipanini § 52a til Beinir Johannesen, løgmann, frá Fía Selma Nielsen, løgtingsfólk, um herd revsing fyri brotsverk ímóti børnum Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hevur landsstýrið nakrar ætlanir um herða revsingina fyri lógarbrot, sum snúgva seg um at gera seg inn á børn? 2. Metir løgmaður, at tað ber til at meta lógarbrot ímóti børnum í einum lítlum samfelagi sum størri brot, sum skulu revsast harðari, enn í størri samfeløgum? 3. Um so er, at løgmaður ætlar at arbeiða fram ímóti at herða revsingina, hvat er so hugsanin at gera? Svar: Til spurning 1 Eg havi sett mær fyri, at hyggjast skal nærri eftir revsilóggávuni fyri at meta um, hvørt broytingar skulu gerast og um heimildirnar eru nøktandi. Í fyrstu syftu er ætlanin at hyggja nærri eftir revsingini fyri rúsevnisbrotsverk, tí samgongan hevur avgjørt, at tað er neyðugt at seta munagóð átøk í verk fyri at fyribyrgja og tálma nýtsluni av rúsevnum. Partur av hesum er eisini at kanna, um heimildirnar í revsilógini eru nøktandi, soleiðis at vit hava so góð amboð sum gjørligt at basa trupulleikum, ið standast av rúsevnum. Síðan er ætlanin at kanna, um revsilóggávan er nøktandi og tíðarhóskandi í mun til onnur sløg av brotsverkum, serliga kynslig brotsverk. Ætlanin er somuleiðis at hyggja at broytingum, sum grannalondini hava framt, eitt nú viðvíkjandi vitlíkistilfari o.ø. Til spurning 2 Børn eru sakleys og verjuleys, og brotsverk móti børnum eru tí altíð álvarslig, óansæð um samfelagið er stórt ella lítið. -- 1 of 2 -- LØG MA NS KR IV S T OV AN Prime Minister´s Office 2/2 Til spurning 3 Ásetingarnar um kynslig brotsverk vóru seinast dagførdar í desember 2023. Tá gjørdust kynslig avnoyðsla og lokking revsiverd. Revsingin fyri ítøkilig brotsverk hanga neyvt saman við, hvussu álvarsligt brotið verður mett at vera. Fyri tey mest álvarsligu brotini mótvegis børnum undir 12 ár, børnum millum 12 og 15 ár og ung millum 15 og 18 ár, er revsikarmurin fongsul í upp til 12 ár. Hesin revsikarmur er millum tær strangastu revsingarnar í revsilógini. Um talan er um sera álvarslig kynslig brotsverk og hesi brotsverk verða endurtikin, er heimild fyri at døma ein persón í trygdarvarðhald (forvaring). Revsikarmurin fyri at breiða út pornografiskar myndir og filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, er undir skerpandi umstøðum upp í 6 ár. Brotsverkið, sum verður framt móti barninum, verður tó revsað eftir øðrum ásetingum, og hevur ein revsikarm uppá fongsul í upp til 12 ár. Tá ið ásetingarnar í revsilógini um kynslig brotskverk verða endurskoðaðar, verður tað gjørt í samstarvi við viðkomandi partar, eitt nú løgregluna, fyri at tryggja, at málið verður lýst so væl sum til ber, so at vit fáa eina tíðarhóskandi revsilóg, ið tekur hædd fyri vitlíki o.ø., tá talan er um kynslig brotsverk. Tinganes, 30. juni 2026 Beinir Johannesen Løgmaður -- 2 of 2 --
131.25 Spm. til B. Johannesen frá F. S. Nielsen - Herd revsing fyri brotsverk ímóti børnum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 18. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna Svarari: Beinir Johannesen, løgmaður Evni: Herd revsing fyri brotsverk ímóti børnum Spurningar: 1. Hevur landsstýrið nakrar ætlanir um herða revsingina fyri lógarbrot, sum snúgva seg um at gera seg inn á børn? 2. Metir løgmaður, at tað ber til at meta lógarbrot ímóti børnum í einum lítlum samfelagi sum størri brot, sum skulu revsast harðari, enn í størri samfeløgum? 3. Um so er, at løgmaður ætlar at arbeiða fram ímóti at herða revsingina, hvat er so hugsanin at gera? Viðmerkingar: Revsiramman í málum, sum snúgva seg um at gera seg inná børn, so sum barnaporno, neyðtøku, grooming, samlegu við barn undir 15 ár, blúnisbrot, avnoyðslu/hóttanum (sextortion), myndatøku uttan loyvi og siðamisbrotum, kann ikki sigast at vera serliga høg. Fyrningarfreistir verða ásettar í mun til revsirammu, og av tí, at revsiramman fyri t.d. barnaporno er so lin, fyrnast hesi málini skjótari enn onkur onnur lógarbrot. Tá tað hinvegin snýr seg um lógarbrot í sambandi við rúsevni, verða dómarnir í Føroyum herdir munandi í mun til dómar í samsvarandi málum í Danmark, tí mett verður, at rúsandi evni hava størri og skaðiligari ávirkan á eitt lítið samfelag. Tá fólk gera seg inn á børn í Føroyum, er ofrið enn meira útsett, tí samfelagið er so lítið, og vitanin um eitt offur hongur ofta við í samfelagnum restina av lívinum. Á Løgtingi, 18. juni 2026 Fía Selma Nielsen -- 1 of 1 --