52-128/2025
Javnstilla akfør í vegskattinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
128.25 Svar frá A. V. Johannesen til S. K. Poulsen - Javnstilla akfør í vegskattinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. jul. 2026
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 1. juli 2026 J. nr.: 26/16182 Svar uppá grein 52a fyrispurning nr. 52-128/2025 frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at javnstilla akfør í vegskattinum. Spurningurin er soljóðandi: 1. Fer landsstýrismaðurin at leggja uppskot fram fyri Løgtingið, sum javnstillar el- og vetnisbilar við aðrar bilar í vegskattinum? 2. Um ja, nær verður eitt tílíkt uppskot lagt fram? 3. Um nei, hvør er so orsøkin til hetta? Svar til spurningar nr. 1-3: Sambært serfrøðingum á Landsverki hongur slitið á vegirnar saman við ástrýstinum á akfarinum, og tí vilja bilar, ið hava hægri ástrýst vanliga slíta meir uppá asfaltið á vegnum. Ástrýstið er ikki so nógv hægri fyri el-bilar enn fyri bensin- ella diesel-bilar, at orsøk er at halda, at tað gevur meira slit á vegirnar. Tað er serliga ástrýstið frá lastbilum og trailarum sum gevur meira vegslit. Í løtuni eru tað serliga persónbilar, ið verða umlagdir til el, men tá ið lastbilarnir eisini fara at vera lagdir yvir til el, so kunnu vit fáa aðrar avbjóðingar við ástrýstunum frá teimum el-drivnu lastbilunum. Við verandi veggjøldum fara inntøkurnar av vegskatti at minka so hvørt sum talið av elbilum økist. Neyðugt verður at endurskoða alla avgjaldsskipanina fyri akfør soleiðis vit tryggja eina burðardygga og javnari skipan og at vit eisini taka atlit til bæði slit á vegakervið og at røkka málinum innan orku- og veðurlagsøkið. Tað er umráðandi, at tillagingin er trygt grundað og er partur av eini heild, og málið verður tí viðgjørt í einum breiðari høpi. Fíggjarmálaráðið, 1. juli 2026 Aksel V. Johannesen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
128.25 Spm. til A. V. Johannesen frá S. K. Poulsen - Javnstilla akfør í vegskattinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Javnstilla akfør í vegskattinum Spurningar: 1. Fer landsstýrismaðurin at leggja uppskot fram fyri Løgtingið, sum javnstillar el- og vetnisbilar við aðrar bilar í vegskattinum? 2. Um ja, nær verður eitt tílíkt uppskot lagt fram? 3. Um nei, hvør er so orsøkin til hetta? Viðmerkingar: Tað koma alsamt fleiri elbilar á vegirnar í Føroyum. Sambært tølum hjá Akstovuni frá 1. juni 2026 so vóru 3.119 elbilar skrásettir av tilsamans 28.411 persónbilum, svarandi til umleið 11% av persónbilunum í Føroyum. Elbilar rinda bert 1.500 kr. í vegskatti, sum er á leið ein triðingur av tí, sum aðrir persónbilar rinda í miðal. Samstundis kann staðfestast, at elbilar eru munandi tyngri enn aðrir persónbilar. Hetta viðførir eitt enn størri slit á okkara vegakervi – sum longu nú krevur munandi viðlíkahald – so hvørt talið av elbilum veksur. Á Løgtingi, 17. juni 2026 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --