52-127/2025
Undantøk í meirvirðisgjaldslógini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
127.25 Svar frá A. V. Johannesen til S. K. Poulsen - Undantøk í meirvirðisgjaldslógini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. jul. 2026
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 1. juli 2026 J.nr.: 26/16159 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-127/2025 frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Akseli V. Johannesen, um undantøk í meirvirðisgjaldslógini. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógvar mistar inntøkur metir Fíggjarmálaráðið, at landskassin hevur av teimum undantøkum, sum verða givin í meirvirðisgjaldslógini, har í summum førum sloppið verður undan at rinda mvg og í øðrum førum, at mvg verður afturborið? 2. Hvat er yvirskipaða frágreiðingin fyri at geva hesi undantøk í meirvirðisgjaldslógini? 3. Hvør er umsitingarligi kostnaðurin hjá tí almenna av at umsita undantøkini í mvg-lógini, og hvør er metta umsitingarliga byrðan hjá vinnuni av hesum? 4. Hvat heldur landsstýrismaðurin um at brúka ta meirinntøku umframt møguligar umsitingarligar sparingar, sum kundu fingist við at strika undantøkini í meirvirðisgjaldslógini, til at lækka mvg-satsin yvir ein kamb í § 14 í meirvirðisgjaldslógini? Svar til spurningarnir nr. 1 til 4: Eingin samlað og dagførd meting er tøk av samlaða kostnaðinum, sum landskassin hevur av undantøkunum í meirvirðisgjaldslógini, frítøkum fyri mvg og skipanum við afturbering av mvg eftir umsókn. Leggjast kann aftrat, at 16 ymisk undantøk eru frá skylduni at vera mvg-skrásettur í meirvirðisgjaldslógini, § 2, stk. 3, umframt at 22 ymisk undantøk eru frá avgjaldsskyldugari sølu sbrt. § 12, stk. 3, í meirvirðisgjaldslógini. Haraftrat eru skipanir við afturbering av mvg eftir umsókn í § 3 a, § 3 b, § 3 c og § 3 d í meirvirðisgjaldslógini. Fleiri av undantøkunum eru varandi undantøk, , sum hava verið í meirvirðisgjaldslógini frá byrjan av, meðan okkurt er tíðaravmarkað. Nakrar av skipanunum við afturbering av mvg eftir umsókn verða sbrt. meirvirðisgjaldslógini minkaðar stigvíst næstu árini. Tað hevði kravt drúgt og umfatandi greiningararbeiði at mett um samlaða kostnaðin fyri landskassan av øllum undantøkum, sum í dag eru í meirvirðisgjaldslógini, bæði av frítøkum og av skipanunum við afturbering av mvg eftir umsókn. Víst verður eisini til fyrispurning nr. 52- 092/2025 um kostnaðin av grønum stuðulsskipanum. Ymiskar frágreiðingar og grundgevingar hava verið nýttar í sambandi við undantøkini og skipanirnar við afturbering, sum eru í meirvirðisgjaldslógini í dag. Til ber ikki at geva eina -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 einsljóðandi ella einstaka frágreiðing ella grundgeving fyri øll undantøkini og skipanirnar við afturbering av mvg eftir umsókn. Í summum førum hevur talan verið um vørur ella tænastur, sum politisk ynski hava verið um at stuðla við undantaki ella frítøku fyri mvg. Í øðrum førum hava umsitingarlig atlit og umsitingarlig viðurskifti gjørt, at ávís undantøk og frítøkur hava verið neyðug í meirvirðisgjaldslógini. Eingin samlað og dagførd meting er gjørd av umsitingarliga kostnaðinum ella byrðuni fyri tað almenna ella fyri vinnuna av at umsita tey undantøk, sum eru í meirvirðisgjaldslógini í dag. Umráðandi er at gera sær greitt, at tað hevði verið ein umfatandi og grundleggjandi broyting av verandi skipan við meirvirðisgjaldi at strikað øll tey undantøk, sum eru í meirvirðisgjaldslógini í dag, og síðani lækkað generella meirvirðisgjaldið, sum í dag er 25%. Hetta hevði kravt drúgt og umfatandi greiningararbeiði og hevði eisini verið ein grundleggjandi broyting fyri fleiri vinnugreinar í Føroyum. Hevði eitt tílíkt greiningararbeiði víst, at ein tílík broyting kann gerast við fyrimunum fyri borgarar og vinnulívið í Føroyum, haldi eg at hesin møguleikin átti at verið umrøddur og viðgjørdur nærri. Tinganes, 1. juli 2026 Aksel V. Johannesen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
127.25 Spm. til A. V. Johannesen frá S. K. Poulsen - Undantøk í meirvirðisgjaldslógini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Undantøk í meirvirðisgjaldslógini Spurningar: 1. Hvussu nógvar mistar inntøkur metir Fíggjarmálaráðið, at landskassin hevur av teimum undantøkum, sum verða givin í meirvirðisgjaldslógini, har í summum førum sloppið verður undan at rinda mvg og í øðrum førum, at mvg verður afturborið? 2. Hvat er yvirskipaða frágreiðingin fyri at geva hesi undantøk í meirvirðisgjaldslógini? 3. Hvør er umsitingarligi kostnaðurin hjá tí almenna av at umsita undantøkini í mvg-lógini, og hvør er metta umsitingarliga byrðan hjá vinnuni av hesum? 4. Hvat heldur landsstýrismaðurin um at brúka ta meirinntøku umframt møguligar umsitingarligar sparingar, sum kundu fingist við at strika undantøkini í meirvirðisgjaldslógini, til at lækka mvg-satsin yvir ein kamb í § 14 í meirvirðisgjaldslógini? Viðmerkingar: Tað eru uttan iva góðir tankar, sum liggja aftanfyri øll tey givnu undantøkini, har borgarin antin sleppur undan at rinda mvg ella fær tað partvíst afturgoldið fyri ávísar vørur og tænastur. Undantøkini eru tó blivin rættiliga nógv í tali eftirhondini. Lóggávan verður fløktari fyri hvørt undantak, sum verður givið, og krevur hetta meiri umsiting. Yvirskipaði tankin við hesum fyrispurningi er at fáa lýst, um tað ikki gevur betri meining at lækka mvg-satsin yvir ein kamb heldur enn at geva so mong undantøk til ávísar vørubólkar, ávísar tænastur og til ávís endamál. Hetta vildi givið øllum føroyingum ein lætta, óansæð hvat teir keypa, umframt at tað almenna og privata vinnan spara í umsiting. Á Løgtingi, 17. juni 2026 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --