52-126/2025
Vitlíki og effektivisering
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
126.25 Svar frá A. V. Johannesen til S. K. Poulsen - Vitlíki og effektivisering.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. jul. 2026
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 1. juli 2026 J.nr.:: 26/15776 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-126/2025 frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Akseli V. Johannesen, um vitlíki og effektivisering. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Í hvønn mun verður vitlíki brúkt til at loysa uppgávur hjá tí almenna í dag? 2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at vitlíki verður brúkt hjá tí almenna komandi fimm árini? 3. Hvussu fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at vit ikki brúka óneyðuga starvsfólkaorku hjá tí almenna uppá uppgávur, sum vitlíki kann loysa? Svar til spurning nr. 1: Eingin nágreinilig kanning er gjørd av vitlíkis-nýtsluni hjá øllum almenna geiranum. Tó eru gjørdar smærri kanningar, har spurt hevur verið um nýtsluna. KT Landsins hevur spurt sínar brúkarar, og kanningar hava eisini verið gjørdar í sambandi við vitlíkis-heildarætlanina, sum í løtuni verður orðað. Hesar vísa, at nógv starvsfólk brúka vitlíki í gerandisdegnum sum eitt stuðuls- og hjálparamboð, til dømis ChatGPT og Copilot, til ávísar uppgávur, men fáir almennir stovnar hava ment vitlíkisamboð til stovnin sjálvan og til ávís endamál. Svar til spurning nr. 2: Á sumri í fjør varð vitlíki lagt út sum málsøki til landsstýrisfókið í fíggjarmálum. Landsstýrismaðurin legði síðani hesa uppgávuna til Gjaldstovuna at fremja. Fyrsta uppgávan í hesum sambandi er at orða eina heildarætlan fyri vitlíki. Henda heildarætlan verður handað landsstýrismanninum í heyst. Heildarætlanin hevur sum visión, at Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd gagnnýtir vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin. Eitt av málunum sum verður arbeitt við í heildarætlanini er, at tað almenna skal kunna frígeva munandi starvsfólkaorku næstu árini. Ítøkiliga málið, og hvussu hetta verður rokkið, verður nærri lýst, tá ið heildarætlanin verður liðug. Svar til spurning nr. 3: Hetta verður lýst nærri í heildarætlanini, sum verður liðug í heyst. Ætlanin er at fremja átøkini, sum verða nevnd í heildarætlanini. Eitt av átøkunum er royndarverkætlanir innan tað almenna, -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 sum hava til endamáls at fáa vitan, royndir og læring av, hvussu tað almenna kann gagnnýta vitlíki á skynsamasta hátt. Tinganes, 1. juli 2026 Aksel V. Johannesen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
126.25 Spm. til A. V. Johannesen frá S. K. Poulsen - Vitlíki og effektivisering.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Vitlíki og effektivisering Spurningar: 1. Í hvønn mun verður vitlíki brúkt til at loysa uppgávur hjá tí almenna í dag? 2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at vitlíki verður brúkt hjá tí almenna komandi fimm árini? 3. Hvussu fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at vit ikki brúka óneyðuga starvsfólkaorku hjá tí almenna uppá uppgávur, sum vitlíki kann loysa? Viðmerkingar: Vitlíki er longu ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum bæði privat og til arbeiðis. Vitlíki er tó framvegis í rúkandi menning og kann við tíðini loysa fleiri og fleiri uppgávur. Vitlíki er væl egnað til at loysa afturvendandi standard uppgávur sera effektivt samanborið við, um eitt starvsfólk skal loysa eina tílíka uppgávu manuelt. Tað skuldi tí verið møguligt at leysgivið starvsfólkaorku, sum antin kann verða spard burtur í almenna rakstrinum ella flutt í annað starvspláss, sum vitlíki ikki fær loyst. Starvsfólkatrotið er stórt og tí er neyðugt, at føroyska samfelagið áhaldandi verður effektiviserað, soleiðis at vit eru kappingarfør og fáa veitt tær neyðugu vælferðartænasturnar. Á Løgtingi, 17. juni 2026 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --