← Løgtingsmál

52-125/2025

Atgongd hjá barnaverndartænastum til Landsfólkayvirlitið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
125.25 Svar frá Ey. H. Niclasen til S. P. í Grund - Atgongd hjá barnaverndartænastum til Landsfólkayvirlitið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 29. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
HEILSU- OG ORKUMÁLARÁÐIÐ
Kopargøta 1 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 30 40 50 • homr@homr.fo • www.homr.fo
Løgtingið Tórshavn, tann 26. juni 2026
J. nr.: 26/15825-6
Svar til § 52 a-fyrispurning nr. 52-125/2025 frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, settur
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, um atgongd hjá barnaverndartænastum til
landsfólkayvirlitið.
Spurningar:
1. Hvørjar barnaverndartænastur hava í dag beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið?
2. Hevur landsstýrið kannað møguleikan fyri at geva øllum barnaverndartænastum
beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið?
3. Fer landsstýrið at taka stig til at geva øllum barnaverndartænastum beinleiðis atgongd til
Landsfólkayvirlitið, og um ikki, hví ikki?
Spurningarnir verða svaraðir undir einum.
Fyrst er at siga, at sambært § 29, stk. 1, í løgtingslóg um fólkayvirlit hava barnaverndartænasturnar
sum aðrir almennir myndugleikar atgongd at upplýsingum úr landsfólkayvirlitinum, tó soleiðis, at
sambært § 30, stk. 1, skulu stakir fyrispurningar frá almennum myndugleikum stílast
kommunustýrinum. Av tí at barnaverndartænastur stundum hava fýlst á, at tað er óheppið, at
starvsfólk hjá kommunum svara fyrispurningum um upplýsingar í barnaverndarmálum, hevur
landsfólkyvirlitið eftir ynski eisini boðið sær til at svarað slíkum støkum fyrispurningum frá
barnaverndartænastum.
Tá ið ræður um beinleiðis atgongd at landsfólkayvirlitinum, hevur landsfólkayvirlitið í fleiri
umførum kunnað barnaverndartænasturnar um møguleikan at fáa beinleiðis atgongd at
upplýsingum í landsfólkayvirlitinum gjøgnum Heldina, sum er tað tøkniliga undirstøðukervið og
tann fyriskipanarligi karmurin, sum brúktur verður, tá ið dátur verða fluttar millum myndugleikar.
Slík atgongd verður at fara fram í samsvari við rundskriv nr. 9001 frá 21. oktobur 2016 um Heldina
og hevur harumframt sum fyritreyt, at barnaverndartænastan hevur eina fakskipan, sum gjøgnum
Heldina kann taka ímóti og viðgera upplýsingar úr landsfólkayvirlitinum.
Tað er bara í Tórshavnar kommunu, sum mótsett øðrum kommunum umsitur
barnaverndartænastuna sjálvstøðugt, sbr. § 2, stk. 1, nr. 4, í løgtingslóg nr. 12 frá 22. februar 2007
um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar
uppgávur, at barnaverndartænastan hevur slíka beinleiðis atgongd at landsfólkayvirlitinum
gjøgnum Heldina í dag.

-- 1 of 2 --

HEILSU- OG ORKUMÁLARÁÐIÐ
2/2
Við tað at barnaverndartænasturnar sjálvar hava møguleika at útvega sær beinleiðis atgongd at
landsfólkayvirlitinum gjøgnum Heldina, arbeiðir landsstýrið ikki við at útvega teimum slíka
atgongd.
Heilsu- og orkumálaráðið, 26. juni 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
125.25 Spm. til Ey. H. Niclasen frá S. P. í Grund - Atgongd hjá barnaverndartænastum til Landsfólkayvirlitið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
1
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Atgongd hjá barnaverndartænastum til Landsfólkayvirlitið
Spurningar:
1. Hvørjar barnaverndartænastur hava í dag beinleiðis atgongd til
Landsfólkayvirlitið?
2. Hevur landsstýrið kannað møguleikan fyri at geva øllum
barnaverndartænastum beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið?
3. Fer landsstýrið at taka stig til at geva øllum barnaverndartænastum beinleiðis
atgongd til Landsfólkayvirlitið, og um ikki, hví ikki?
Viðmerkingar:
Barnaverndartænasturnar hava sambært barnaverndarlógini til uppgávu at tryggja, at
børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa
neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan
uppvøkstur. Fyri at kunna røkja hesar uppgávur hava tær tørv á skjótari atgongd til
upplýsingar um børn, foreldur og bústaðarviðurskifti.
Í dag hava allar barnaverndartænastur ikki beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið. Í
staðin mugu tær venda sær til kommunuskrivstovur ella Landsfólkayvirlitið sjálvt fyri
at fáa neyðugar upplýsingar.
Barnaverndartænasturnar hava tørv á upplýsingum úr Landsfólkayvirlitinum, hvørja
ferð eitt nýtt mál kemur inn. Tað merkir, at tær ferð eftir ferð mugu venda sær til
annan myndugleika fyri at fáa grundleggjandi upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at
kunna byrja málsviðgerðina. Hetta er bæði óneyðuga tíðarkrevjandi og kann seinka
arbeiðinum í málum, har skjót viðgerð hevur stóran týdning fyri barnið.
Barnaverndartænasturnar eru harumframt ein myndugleiki, sum í ávísum førum má
taka skjótar avgerðir fyri at verja eitt barn. Tað kann vera neyðugt at fara inn í eitt
heim, finna fram til foreldur ella avgreiða spurningar um foreldramyndugleika við
stuttari freist.
Tá tað hendir uttan fyri vanliga arbeiðstíð, kann tað vera ein álvarsligur trupulleiki, at
barnaverndartænasturnar ikki hava beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið. Tær eru
tá noyddar at bíða, til annar myndugleiki er tøkur, hóast tørvurin á upplýsingunum er
her og nú. Tað kann seinka arbeiðinum í málum, har tað hevur stóran týdning fyri
trygdina og trivnaðin hjá barninum, at neyðug stig verða tikin uttan drál.

-- 1 of 2 --

2
Harumframt merkir verandi skipan, at fleiri persónar enn neyðugt fáa innlit í
upplýsingar um børn og familjur, sum eru partur av einum barnaverndarmáli. Tað
samsvarar illa við meginregluna um, at einans tey starvsfólk, sum hava ein beinleiðis
tænastuligan tørv, eiga at hava atgongd til viðkvæmar persónsupplýsingar.
Barnaverndartænasturnar eru ein myndugleiki við víðfevndum heimildum til at verja
børn í álvarsligum og bráðfeingis støðum. Sæð í ljósinum av hesum tykist tað
ósamsvarandi, at tær ikki hava beinleiðis atgongd til grundleggjandi upplýsingar í
Landsfólkayvirlitinum, sum eru neyðugar fyri at kunna røkja hesar uppgávur.
Fyri at fáa lýst, hvør støðan er í dag, og hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á hesum øki,
verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 17. juni 2026
Sámal Petur í Grund

-- 2 of 2 --