← Løgtingsmál

52-124/2025

Grøna orkuskiftið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
124.25 Svar frá Ey. H. Niclasen til J. av Rana - Grøna orkuskiftið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
HEILSU- OG ORKUMÁLARÁÐIÐ
Kopargøta 1 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304050 • www.homr.fo • homr@homr.fo
Løgtingið 30. juni 2026
Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 Mál: 26/15823-2
110 Tórshavn Tygara skriv:
Viðgjørt:
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 124/2025 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni til Eyðdis
Hartmann Niclasen, landstýriskvinnu, um orkuskifti
Spurningar:
1. Hvørji ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í
orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
2. Nær kunnu hesi húski vænta, at lovaða trygdin og lovaðu átøkini verða framd í
verki?
Svar:
Fyrireikingararbeiðið at seta ætlanir landsstýrisins í samgonguskjalinum í verk er so smátt
byrjað, men ikki á øllum økjum enn.
Innan grøna orkuskiftið hava vit ein tíðarfestan orku- og veðurlagspolitikk, sum Løgtingið
samtykti í 2022 og har arbeitt hevur verið miðvíst við at seta tey 23 tíðarfestu átøkini í verk.
Onki átak er í tí politikkinum, sum tryggjar, at húski við lágum inntøkum kunnu verða við í
orkuskiftinum. Tí verður neyðugt bæði at dagføra og víðka orku- og veðurlagspolitikkin.
Ætlanin er, at dagføringin skal byrja eftir summarfrítíðina. Í hesum sambandi skal sjóneykan
setast á fleiri átøk, har eitt teirra verður at fáa húski við lágum inntøkum við í orkuskiftið.
Júst hvussu tað kann verða gjørt, má bíða eftir einum grundgivnum tilmæli frá arbeiðsbólkinum.
Vónin er at leggja uppskot um dagførdan orku- og veðurlagspolitikk og tíðarfesta virkisætlan fyri
Løgtingið í komandi tingsetu.
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna

-- 1 of 1 --
124.25 Spm. til Ey. H. Niclasen frá J. av Rana - Grøna orkuskiftið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Grøna orkuskiftið
Spurningar:
1. Hvussu ætlar samgongan at gera tað lættari hjá húskjum við láginntøkum at
fremja orkuskifti?
2. Kann, umframt beinleiðis stuðul til umlegging, eisini sum eitt dømi hugsast, at
ein lætti varð givin við ikki at skatta møguliga sølu av yvirskotsorku frá fyrstu
krónu?
Viðmerkingar:
Víst verður til § 52 a fyrispurning 52/119/2025.
Í svarinum til omanfyrinevnda spurning verður greitt frá søguligu gongdini í
stuðulsskipanum til m.a. elriknar hitapumpuskipanir og elbilar. Nevnt verður, at:
“verandi stuðulsskipanir til umlegging frá olju til el hava higartil skorið øll yvir ein
kamb. Jú dýrari íløga, tess størri afturbering, uttan mun til inntøkugrundarlag ella
hvussu múgvandi ein er”.
Eisini verður, eins og í samgonguskjalinum, sagt frá, at: “ístaðin fyri nevndu
stuðulsskipanir ætlar samgongan at gera tað lættari hjá húskjum við láginntøkum at
fremja orkuskiftið”.
Tó verða settu spurningarnir um ítøkilig átøk fyri húski við lágum inntøkum ikki
svaraðir, heldur ikki nær slík kunnu væntast at verða framd í verki.
Tí verður uppfylgjandi spurningur til sama evnið settur.
Á Løgtingi, 17. juni 2026
Jenis av Rana

-- 1 of 1 --