52-123/2025
Kringvarp Føroya
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. jun. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
123.25 Svar frá B. á Lakjuni til J. av Rana - Kringvarp Føroya.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo Løgtingið 24. juni 2026 Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 Mál: 22/22133-170 110 Tórshavn Viðgjørt: TVR Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-123/2025, frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni, um Kringvarp Føroya Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fremja broytingar í Kringvarpi Føroya? 2. Kennir landsstýrismaðurin seg tryggan og nøgdan við tíðindaflutning Kringvarpsins? 3. Metir landsstýrismaðurin, at núverandi gjaldsháttur av kringvarpsgjaldi er nøktandi? 4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lata avgerðina um at gjalda ella ikki gjalda kringvarpsgjald upp til einstaka borgaran? 5. Kundi hugsast, at landsstýrismaðurin tekur undir við setan av einari nevnd við teirri uppgávu at hava eftirlit við og vera ráðgevandi hjá Kringvarpinum? Svar Til 1: Spurningurin er breitt orðaður. Tað er altíð viðkomandi at viðgera, um almennir stovnar eru skipaðir á besta hátt - serliga stovnar, sum hava eina sterka serstøðu í samfelagnum sum áskoðanarmyndarar, og sum og verða fíggjaðir við lógarásettum gjøldum. Kringvarp Føroya eigur tí, eins og aðrir almennir stovnar, at kunna eftirmetast og tillagast, tá ið tørvur er á tí. Landsstýrið hevur tó ikki viðgjørt nakrar ítøkiligar ætlanir um broytingar í Kringvarpi Føroya. Til 2: Kringvarpið hevur eina serliga sterka støðu í føroyska samfelagnum, og tað er fíggjað við einum lógarásettum kringvarpsgjaldi. Tí er tað eisini rímiligt, at borgarin kann seta høg krøv til javnvág, sakligheit og óheftni í tíðindaflutninginum. Sum heild havi eg álit á, at Kringvarp Føroya røkir sína uppgávu. Men tað merkir tó ikki, at tíðindaflutningurin hjá Kringvarpinum ikki kann verða evni fyri kjaki ella kritikki. Og til tíðir haldi eg, at kritikkurin hevur verið grundaður. Politiska skipanin skal og má tó undir ongum umstøðum stýra tíðindaflutninginum, men Kringvarpið má, eins og aðrir stovnar við stórari samfelagsávirkan, tola eitt opið orðaskifti og kritiskar røddir. -- 1 of 2 -- M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo 2 av 2 Til 3: Tað eru ymisk sjónarmið um kringvarpsgjaldið. Eg skilji væl, at summi seta spurning við eina skipan, har øll eru kravd at gjalda til ein ávísan miðil. Hinvegin hevur landsstýrið ikki viðgjørt ítøkiligar broytingar av kringvarpsgjaldinum. Tá ið tað er sagt, hevur Kringvarpið eina Public Service-skyldu, sum privatu miðlarnir ikki hava á sama hátt sambært lóg og sáttmála, eins og Kringvarpið fevnir um útvarp, sjónvarp og netvarp, sum eru kostnaðarmiklir pallar at reka - og harumframt hevur Kringvarpið skyldu til at taka lut í almennum tilbúgvingarskipanum. Alt hetta krevur støðugar inntøkukeldur. Til 4: Landsstýrið hevur ikki viðgjørt nakra slíka broyting, og einki um Kringvarpið stendur nevnt í samgonguskjalinum, so tískil liggur hetta ikki í kortunum. Til 5: Nei. Eg haldi tað vera sunt, at stovnar við stórari ávirkan og almennari fígging hava gjøgnumskygni og samband við samfelagið rundan um seg. Samstundis má eg gera púra greitt, at politiska skipanin ikki eigur at leggja seg út í redaktionellar avgerðir hjá einum miðli. Landsstýrið hevur heldur ikki viðgjørt nakað ítøkiligt uppskot um eina slíka nevnd, sum skal ráðgeva og hava eftirlit við Kringvarpinum. Vinarliga Mentamálaráðið Bárður á Lakjuni landsstýrismaður -- 2 of 2 --
123.25 Spm. til B. á Lakjuni frá J. av Rana - Kringvarp Føroya.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum Evni: Kringvarp Føroya Spurningar: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fremja broytingar í Kringvarpi Føroya? 2. Kennir landsstýrismaðurin seg tryggan og nøgdan við tíðindaflutning Kringvarpsins? 3. Metir landsstýrismaðurin, at núverandi gjaldsháttur av kringvarpsgjaldi er nøktandi? 4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lata avgerðina um at gjalda ella ikki gjalda kringvarpsgjald upp til einstaka borgaran? 5. Kundi hugsast, at landsstýrismaðurin tekur undir við setan av einari nevnd við teirri uppgávu at hava eftirlit við og vera ráðgevandi hjá Kringvarpinum? Viðmerkingar: Vegna serstøðu stovnsins sum sonevndur Public Service stovnur røkkur Kringvarp Føroya inn í hvørt heim í Føroyum, harundir eisini heilt inn í fíggjarviðurskifti hins einstaka, sum jú er lógarbundin at gjalda til stovnin, uttan mun til um viðkomandi lurtar, hyggur ella ikki. Ymiskar meiningar eru um dygdina í sendingum stovnsins, harundir eisini í tíðindaflutninginum, og tí hoyrast javnan røddir frá borgarum, sum sjálvi vildu ynskt at kunnað umsitið tann partin av inntøkuni, sum hvønn einasta mánað verður fluttur hesum einstaka stovni. Sum grundgeving verður nevnt, at hin einstaki á tann hátt kundi flutt lógarkravda gjald sítt til tann stovnin, Kringvarp Føroya ella annan, sum hin einstaki lurtar eftir og hyggar at- og tí heldur vildi latið pening sín farið til. Røddir hava eisini verið frammi um møguleikan at sett eina nevnd av áhugaðum og serkønum, sum regluliga kundi fylgt við virksemi stovnsins og verið teimum, ið har starvast, og ikki mins brúkarunum, tøk við ráðgeving og rættleiðingum. Á Løgtingi, 16. juni 2026 Jenis av Rana -- 1 of 1 --