52-121/2025
Manglandi fiskidagar í bólki 5
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. jun. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
121.25 Svar frá B. Nielsen til F. Magnussen - Manglandi fiskidagar í bólki 5.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
UTTANRÍKIS- OG FISKIMÁLARÁÐIÐ Ministry of Foreign Affairs and Fisheries Tinganes – FO-100 Tórshavn – Faroe Islands – Tel. +298 358700 – ufmr@ufmr.fo – www.ufmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 23. juni 2026 Mál: 26/15375-2 (at tilskila í svari) Svar til fyrispurning nr. 52-121/2025 frá Fróða Magnussen, løgtingsmanni, settur Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, um manglandi fiskidagar í bólki 5 Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógvir fiskidagar eru brúktir í bólki 5A og 5B í 2026? 2. Hvussu nógvir fiskidagar eru eftir í bólki 5A og 5B í árinum 2026? 3. Hvussu nógvar avreiðingar í 2025 høvdu eina vekt, sum var undir 150 kilo, og hvat svara hettar til í fiskidøgum? 4. Hvussu nógvar avreiðingar higartil í 2026 hava eina vekt, sum var undir 150 kilo, og hvat svara hettar til í fiskidøgum? 5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at innføra eitt minsta mark fyri, nær ein avreiðing telur við? 6. Eru ætlanir um at geva bólki 5 fleiri fiskidagar, ella seta í verk skipan, soleiðis at smærri avreiðingar ikki telja við? Svar til spurning 1 og 2 Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu nógvir av tillutaðu fiskidøgunum í bólki 5 A og bólki 5 B eru brúktir í hvørjum bólki higartil í 2026, og hvussu nógvir fiskidagar eru eftir. Bólkur 5 A Bólkur 5 B Tillutað sum felags fiskidagar í 2026 3.124 3.344 Brúktir fiskidagar (uppgjørt 23.06.2026) 1.508 2.561 Fiskidagar eftir 23.06.2026 1.616 783 -- 1 of 3 -- UTTANRÍKIS- OG FISKIMÁLARÁÐIÐ Ministry of Foreign Affairs and Fisheries Síða 2 av 3 Svar til spurning 3 og 4 Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu nógvar avreiðingar hjá bátum í bólki 5 A og 5 B í 2025 og higartil í 2026 eru undir 150 kilo. 2025 2026 (10.06) Bólkur 5 A 91 37 Bólkur 5 B 561 336 Bólkur 5 samanlagt 652 373 Sambært sjófeingislógini telur hvør avreiðing hjá fiskiførum í bólki 5 ein fiskidag, eisini tá túrurin er longri enn 24 tímar. Tá dagabrúkið verður gjørt upp, telur hvør avreiðing sostatt ein fiskidag. Svar til spurning 5 og 6 Við gongdini higartil í ár, og við royndunum frá 2025, er ikki óhugsandi, at tøku fiskidagarnir í bólki 5 verða uppi, áðrenn fiskiársársenda. Eg fylgi við, hvussu gongdin er við dagabrúkinum. Við verandi gongd koma dagar at mangla, fyri at fiskiskapur kann halda fram alt árið. Ein eftirmeting av skipanini við fiskidøgum fyri henda bólk er í gongd, har millum annað spurningurin um, hvørt smærri avreiðingar skulu telja við, tá fiskidagar verða gjørdir upp, eisini verður viðgjørdur. Í arbeiðinum verður miðað eftir at menna eina skipan, sum m.a. leggur skipanina fyri bólk 5 í eina legu, sum tryggjar fiskidagar til tey, sum liva av útróðri, og sum leggur upp fyri, at bólkur 5 er ein samansettur bólkur, har nógv virksemi er, tá ið fiskur er at fáa, og stórur munur annars er á, hvussu virknir bátarnir eru. Skipanin skal samstundis tryggja, at vit gagnnýta tilfeingið burðardygt og harundir forða fyri, at ov nógvur smáur fiskur kemur upp á land, sí annars hjálagda fylgiskjal, sum vísir støddarbýtið av toskaveiðuni í 2025. Nú fiskiskapurin er góður, og skipanin verður eftirmett, ætlar landsstýrismaðurin at lata fleiri dagar til bólkin í inniverandi ári. Bárður á Steig Nielsen landsstýrismaður -- 2 of 3 -- UTTANRÍKIS- OG FISKIMÁLARÁÐIÐ Ministry of Foreign Affairs and Fisheries Síða 3 av 3 Fylgiskjal Støddarbýti av toskaveiðuni við Føroyar í 2025 (Undantikið línuskip (bólkur 3) og garnaskip)1 Talva 1 VEKT Vekt, kilo 2 4 T 4 5 Allir bólkar 7,0+ Toskur 1 197.744 54.715 179.328 175.327 4,0-7,0 Toskur 2 1.359.748 444.112 112.505 454.213 2,0-4,0 Toskur 3 786.086 722.720 253.081 1.463.717 1,0-2,0 Toskur 4 268.866 246.230 242.947 1.288.999 0,3-1,0 Toskur 5 14.355 19.845 42.326 302.654 Samlað uttan óskilt 2.626.799 1.487.622 830.187 3.684.910 Óskilt 85.360 3.183 9.395 811 Samlað kilo av toski 2.712.159 1.490.805 839.582 3.685.721 8.728.267 Talva 2 Mett tal av fiskum - toskaveiðan í 20252 Kilo/tosk Mett tal av fiski i hvørjum støddarbólki fyri hvønn skipabólk Bólkur 2 4T 4 5 8,00 Toskur 1 24.718 6.839 22.416 21.916 5,50 Toskur 2 247.227 80.748 20.455 82.584 3,00 Toskur 3 262.029 240.907 84.360 487.906 1,50 Toskur 4 179.244 164.153 161.965 859.333 0,80 Toskur 5 17.944 24.806 52.908 378.318 Samlað tal av toski (óskilt ikki roknað við) 731.161 517.453 342.104 1.830.056 1 Støddarbólkarnir fyri fiskin eru ásettir í kruvdari verk, sløgdur fiskur við høvdi. Veiðan hjá línuskipum (bólki 3) og garnaskipum er ikki tikin við, tí sera stór nøgd hjá hesum bólkum er skrásett sum óskildur fiskur. Mett verður tí ikki, at hesin fiskur kann geva eina rættvísandi mynd við atliti at støddarbýti. 2 Umrokningin frá vekt í støddarbólkum til tal í støddarbólkum er gjørd í einari meting, og fyrivarni skal takast fyri hesum. Sum sæst í talvu 2, so er toskur 1 mettur at viga 8 kg í meðal, toskur 5 er mettur at viga 0,8 kg í meðal. Meðalvektin fyri fiskin í hinum støddarbólkunum er mett at vera vektin á miðjuni í tí spenni, sum støddarbólkurin umboðar. Dømi, toskur 3 vigar 2,0 til 4,0 kg. Í umrokningini verður 3,0 kg brúkt. -- 3 of 3 --
121.25 Sp. til B. Nielsen frá F. Magnussen - Manglandi fiskidagar í bólki 5.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Fróði Magnussen, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum Evni: Manglandi fiskidagar í bólki 5 Spurningar: 1. Hvussu nógvir fiskidagar eru brúktir í bólki 5A og 5B í 2026? 2. Hvussu nógvir fiskidagar eru eftir í bólki 5A og 5B í árinum 2026? 3. Hvussu nógvar avreiðingar í 2025 høvdu eina vekt, sum var undir 150 kilo, og hvat svara hettar til í fiskidøgum? 4. Hvussu nógvar avreiðingar higartil í 2026 hava eina vekt, sum var undir 150 kilo, og hvat svara hettar til í fiskidøgum? 5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at innføra eitt minsta mark fyri, nær ein avreiðing telur við? 6. Eru ætlanir um at geva bólki 5 fleiri fiskidagar, ella seta í verk skipan, soleiðis at smærri avreiðingar ikki telja við? Viðmerkingar: Tá fiskidagaskipanin varð sett í verk fyri bólk 5, vóru 22.000 fiskidagar tøkir. Síðan tá er talið av fiskidøgum áhaldandi skorið niður. Í 2025 var dagatalið komið niður á 6.808 dagar. Hetta svarar til eina lækking upp á meira enn 15.000 dagar ella 70%. Útróður hevur verið ein natúrligur partur av føroyska samfelagnum so langt aftur, sum vit kenna okkara søgu. Áðrenn stóra føroyska fiskivinnan varð ment, var tað útróðurin, sum helt lív í nógvum bygdum og gav familjum eitt íkast til lívsgrundarlagið. Men útróður er meira enn bara vinnuligt virksemi. Hann er ein týðandi partur av føroyskari mentan og okkara samleika. Eins og seyðahald og aðrar gamlar føroyskar siðvenjur er útróður við til at knýta ættarlið saman. Kunnleiki, royndir og siðir verða latin víðari frá eldri til yngri tvørtur um ættarliðini. Felags áhugi, sum bindur familjur og ættarlið saman. Tá fiskidagatalið verður skert við 70%, er torført at síggja tað sum annað enn eina munandi niðurlaðing av møguleikunum hjá hesi vinnu. Tað er tí viðkomandi at fáa upplýst, hvussu stórur partur av fiskidaganýtsluni stavar frá sera smáum avreiðingum, og um grundarlag er fyri at broyta skipanina, eitt nú við einum minstamarki fyri, nær ein avreiðing skal telja við. Spurningurin er tí, um politiski viljin framvegis er til staðar at varðveita og menna hesa rótføroysku vinnu- og mentanartraditiónina, ella um vit stig fyri stig góðtaka, at ein av elstu og mest eyðkendu føroysku siðvenjunum spakuliga hvørvur. Á Løgtingi, 9. juni 2026 Fróði Magnussen -- 1 of 1 --