52-120/2025
Skúlin á Trøðni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. jun. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
120.25 Svar frá B. á Lakjuni til Ey. Samuelsen - Skúlin á Trøðni.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo Løgtingið 16. juni 2026 Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 Mál: 22/22133-165 110 Tórshavn Viðgjørt: JK/OyS Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-120/2025 eftir § 52a í Tingskipanini frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um Skúlan á Trøðni. Fyrispurningurin: 1. Hvat er status fyri arbeiðið við at lýsa námsfrøðiligu og fysisku karmarnar í skúlanum? 2. Er tíðar- og kostnaðarætlan gjørd um, hvussu ljóðviðurskiftini kunnu betrast? 3. Hvussu er ætlanin at arbeiða víðari við at dagføra námsfrøðiligu og fysisku karmarnar? Svar Til 1:. Landsverk hevur arbeitt við at eyðmerkja og lýsa tørvin á dagføringum av Skúlanum á Trøðni, tó at tað ikki er gjørd nøkur beinleiðis tørvs- og funktiónslýsing av námsfrøðiligu og fysisku kørmunum, sum varð umrødd í sambandi við fíggjarlógararbeiðið. Skúlin á Trøðni er fevndur av bygningsviðlíkahaldinum hjá Landsverki, og ein røð av viðurskiftum eru eyðmerkt farnu árini. Ymiskt av hesum er eisini gjørt. Eitt nú er reinsiskipanin til svimjihylin skift, øll vindeygu og allar hurðar eru skift farnu fimm árini, og reinsiverkið er eisini skift. Av øðrum týðandi dagføringum, sum eru fyri framman, eru klædningurin sum heild, úthang og takrennir. Hetta er á skrá komandi árini. Tvær nýggjar lyftur eru eisini júst bílagdar til skúlan. Sambært teimum upplýsingum, sum fyriliggja, er harumframt tørvur á at fáa bygningin dagførdan við brunaávaringarskipan og persónstrygdarskipan. Hetta krevur serstaka játtan á fíggjarlógini. Til 2: Landsverk hevur gjørt eina ítøkiliga ætlan um at betra um ljóðviðurskiftini í Skúlanum á Trøðni. Ætlanin fevnir um dagføring av bæði loftum og gólvum. Eftir at løgujáttan varð latin til endamálið, hava Landsverk og skúlin í felag raðfest at dagføra bæði loft og gólv. Hetta merkir, at færri fermetrar verða dagførdir í fyrstu atløgu, men at arbeiðið í teimum útvaldu økjunum gevur eina betri samlaða loysn fyri ljóðviðurskiftini. Raðfest hevur verið at betra um ljóðviðurskiftini í felagsøkjum og økjum, sum frítíðarskúlin eisini nýtir. -- 1 of 2 -- M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo 2 av 2 Løgujáttanin í 2026 er 2,4 mió. kr., og hetta røkkur til at dagføra umleið ein triðing av fermetrunum, grundað á tey tilboð, sum eru komin inn. Arbeiðið verður gjørt í summarfrítíðini, soleiðis at tað í minst møguligan mun ávirkar skúlagongdina. Loftsuppgávan fevnir um niðurhongt akustikkloft og nýggj ljós. Gólvuppgávan fevnir um at eftirskrúva gólvini og leggja nýtt linoleum. Landsverk umhugsar harumframt at raðfesta eina eyka upphædd í 2027 av bygningsviðlíkahaldsjáttanini til framhaldandi akustikkdagføringar. Til 3: Tørvs- og funktiónslýsingin, sum varð umrødd í sambandi við fíggjarlógararbeiðið, fyriliggur ikki. Saman við viðkomandi pørtum skal greiða fáast á, um tørvur er á at gera hesa lýsing, ella um vitanin sum Landsverk longu hevur til Skúlan á Trøðni er nøktandi grundarlag fyri víðari arbeiðinum við at dagføra karmarnar. Talan er um ein gamlan bygning, ið hýsir virksemið, sum er nógv broytt síðani skúlin var tikin í brúk. Tí er allarhelst tørvur á at gera eina tørvs- og funktiónslýsing av kørmunum. Vinarliga Bárður á Lakjuni landsstýrismaður -- 2 of 2 --
120.25 Spm. til B. á Lakjuni frá Ey. Samuelsen - Skúlin á Trøðni.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 3. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum Evni: Skúlin á Trøðni Spurningar: 1. Hvat er status fyri arbeiðið við at lýsa námsfrøðiligu og fysisku karmarnar í skúlanum ? 2. Er tíðar- og kostnaðarætlan gjørd um, hvussu ljóðviðurskiftini kunnu betrast ? 3. Hvussu er ætlanin at arbeiða víðari við at dagføra námsfrøðiligu og fysisku karmarnar ? Viðmerkingar: Skúlin á Trøðni er ein gamal bygningur, nógv slit er, trupulleikar eru við ljóðviðurskiftunum, og námsfrøðiligi tørvurin er nógv broyttur síðani 1975, tá ið skúlin varð bygdur. Harumframt er talið á børnum í skúlanum nógv vaksið seinastu árini. Løgtingsins umboðsmaður hevur í eftirlitsfrágreiðing frá november 2025 heitt á skúlan á Trøðni um beinanvegin at taka stig til at kanna ljóðviðurskiftini í skúlanum og gera eina ætlan um, hvussu hesi viðurskifti kundu betrast. Umboðsmaðurin vísti á, at skúlin hýsir eitt nú næmingum, ið eru ljóðviðkvæmir og verða ávirkaðir neiligt av vánaligum ljóðviðurskiftum. Ljóðviðurskifti eiga ikki at vera ein forðing fyri, at næmingar fáa luttikið í felagstiltøkum í einum skúla. At talan er um ein serskúla, ger støðuna bara enn meiri átrokandi. Nakað av peningi er játtaður á fíggjarlógini 2026 til at byrja at bøta um ljóðviðurskiftini. Í desember 2025 varð upplýst, í samband við fíggjarlógararbeiðið, at skúlastjórin, Landsverk og ein uttanhýsis ráðgevi vóru í gongd við at gera eina tørvs- og funktiónslýsing av bygninginum, har bæði námsfrøðiligu og fysisku karmarnir verða lýstir. Fyri at fáa lýst hvussu støðan er í dag, og hvør framtíðarætlanin er viðvíkjandi kørmunum í skúlanum verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 3. juni 2026 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --