← Løgtingsmál

52-119/2025

Orkuskifti

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. jun. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
119.25 Svar frá Ey. H. Niclasen til J. av Rana - Orkuskifti.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
HEILSU- OG ORKUMÁLARÁÐIÐ
Kopargøta 1 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304050 • www.homr.fo • homr@homr.fo
Løgtingið 15. juni 2026
Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 Mál: 26/14525-2
110 Tórshavn Tygara skriv:
Viðgjørt:
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-119/2025 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, til Eyðdis
Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, um orkuskifti
Spurningar:
1. Hvørji ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í
orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
2. Nær kunnu hesi húski vænta, at lovaða trygdin og lovaðu átøkini verða framd í verki?
Svar:
Bakstøði
Frá 1. januar 2024 varð bann sett fyri at brúka olju til upphiting av nýggjum húsum og
bygningum. Talan er um átak í samtykta orku- og veðurlagspolitikkinum. Øll, sum byggja í dag,
skulu brúka el til upphiting av bústaðnum og til heitt vatn. Altso er orkuskiftið til upphiting
framtíðartryggjað fyri alla nýbygging.
Onki bann er fyri innflutningi og sølu av oljuriknum akførum og ongin ætlan er um at seta bann.
Gongdin er, at útboðið av elbilum økist, meðan útboðið av oljuriknum akførum fækkast.
At fremja orkuskiftið krevur nýggjar íløgur. At skifta oljufýringina út við elrikna
hitapumpuskipan kostar væl oman fyri 100.000 krónur. At keypa ein nýggjan elriknan bil kostar
úr umleið 200.000 krónum. Ymisk húski hava ymiskan tørv.
Tá orkuskiftið er gjørt, gerast rakstrarútreiðslurnar javnari og bíligari, tí elprísurin sveiggjar ikki
sum oljuprísurin. Hetta sampakkar væl við, at elframleiðslan hjá SEV alsamt gerst grønari og
bíligari, tá minni olja er í elframleiðsluni. Hetta er ein týðandi liður í grøna orkuskiftinum, sum
er gott fyri umhvørvið og hjálpir okkum at náa ásett mál til tess at minka útlátið av
vakstrarhúsgassi.
Stuðulsskipanir til orkuskiftið
Verandi stuðulsskipanir til umlegging frá olju til el, hava higartil skorið øll yvir ein kamb. Jú
dýrari íløga, tess størri afturbering, uttan mun til inntøkugrundarlag ella hvussu múgvandi ein er.
Upplýsast kann, at í 2025 byrjaði niðurlagingin av stuðulsskipanini til elriknar
hitapumpuskipanir, so at endurgjaldið av mvg í ár er 50%, næsta ár 25% og í 2028 steðgar tað.

-- 1 of 2 --

HEILSU- OG ORKUMÁLARÁÐIÐ
Síða 2 av 2
Í 2025 byrjaði niðurlagingin eisini í stuðulsskipanum til elbilar, so at endurgjaldið av mvg í ár er
í mesta lagi 35.000 krónur, næsta ár 17.500 krónur og eisini tað steðgar í 2028. Harumframt er
ein niðurlagingarætlan ásett í lógini, so at allir bilar verða javnsettir í 2028 tá talan er um at rinda
skrásetingargjald í landskassan, sum elbilar upprunaliga hava verið frítiknir fyri.
Ístaðin fyri nevndu stuðulsskipanir, ætlar samgongan at gera tað lættari hjá húskjum við
láginntøkum at fremja orkuskiftið.
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
119.25 Spm. til Ey. H. Niclasen frá J. av Rana - Orkuskifti.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Orkuskifti
Spurningar:
1. Hvørji ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í
orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
2. Nær kunnu hesi húski vænta, at lovaða trygdin og lovaðu átøkini verða framd í
verki?
Viðmerkingar:
Í «samgonguskjali samgongunnar» undir orka og umhvørvi lesa vit, at
samgonguflokkarnir: “vilja tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í
orkuskiftinum.”
Her er talan um glæsiligar ætlanir og lyfti, ið mong munnu fegnast um og síggja fram
til, serliga í teimum krevjandi tíðum við methøgum orkuprísunum, vit eru komin í.
Fyri at kveikja undir vónina og vekja enn størri áhuga fyri orkuskiftum verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 2. juni 2026
Jenis av Rana

-- 1 of 1 --