← Løgtingsmál

52-118/2025

Sjónám

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. jun. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
118.25 Svar frá B. á Lakjuni til H. Samuelsen - Sjónám.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo
Løgtingið 10. juni 2026
Tinghúsvegur 1 - 3 Mál: 22/22133-162
100 Tórshavn Viðgjørt: PGH
Svar
upp á
Skrivligan fyrispurning nr. 52-118/2025 eftir § 52a í Tingskipanini frá Hermann R.
Samuelsen, løgtingsmanni, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um
Sjónám.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví er ikki lýst eftir nýggjum leiðara til Sjónám?
2. Er ætlanin at seta nýggjan leiðara á Sjónámi?
3. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi framtíðar virksemi og
leikluti hjá Sjónámi?
Svar
Til 1: Í sambandi við at nýggjur leiðari skal setast á Sjónámi verður kannað, um møguligar
bygnaðarligar broytingar skulu gerast, soleiðis at betri samanhangur verður innan maritima
útbúgvingarvirksemið í landinum. Undirvísingarstýrið er biðið um at skriva tilmæli um hetta í
samsamráð við báðar maritimu skúlarnar og onnur viðkomandi.
Til 2: Ja, ætlanin er at seta nýggjan leiðara á Sjónámi so skjótt sum støða er tikin til bygnaðarligu
viðurskiftini. Í løtuni er leiðarin á Sjónámi bygnaðarliga undir stjóranum á Tekniska skúla í
Klaksvík, og umhugsað verður, um tað hevði verið meiri skynsamt, um størri samanhangur var
millum báðar maritimu skúlarnar.
Til 3: Landsstýrismaðurin ynskir, at minst líka nógv virksemi verður á Sjónámi aftaná møguligar
bygnaðarligar broytingar eru gjørdar. Báðir maritimu skúlarnir hava skiparaútbúgving, sum kundi
verið betri samskipað í sambandi við upptøku og nýtslu av simulatorútgerð, sum er staðsett í Havn.
Fyri skeiðsvirksemi í báðum skúlum hevði tað verið ein fyrimunur, um hetta var meiri samskipað
so skeið ikki vóru samstundis í báðum skúlum. Fram í tíð kundu aðrir møguleikar eisini víst seg
fyri Sjónám. Umhugsað hevur verið at flutt Brandskúlan til Klaksvíkar, soleiðis at virksemið bleiv
knýtt at Sjónámi. Arbeitt hevur eisini verið við sokallaðum bláum miðnámi, her kundi Sjónám
eisini verið partur; tí Sjónám frammanundan hevur dekkara- og skipsatstøðiútbúgvingina. Álit
verður í løtuni skrivað um blátt miðnám.
Vinarliga
Bárður á Lakjuni
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
116.25 Spm til B. á Lakjuni frá H. Samuelsen - Sjónám.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hermann R. Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Evni: Sjónám
Spurningar:
1. Hví er ikki lýst eftir nýggjum leiðara til Sjónám?
2. Er ætlanin at seta nýggjan leiðara á Sjónámi?
3. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi framtíðar virksemi og leikluti
hjá Sjónámi?
Viðmerkingar:
Sjónám er ein landsstovnur, sum veitir maritimar útbúgvingar, á sama hátt sum Sjóvinnuháskúlin.
Stovnurin hevur djúpar røtur í Klaksvík, og Fischer Heinesen, sum mong munnu kenna, setti skúlan
á stovn í 1947. Í fleiri ár varð skúlin rikin privat, til tað almenna yvirtók raksturin av skúlanum í 1974.
Verður spolað fram til dagin í dag, hevur leiðarin á Sjónámi lagt frá sær fyri kortum, og fyribilsleiðari
er síðani settur. Tað hevur vakt undran, at eingin almenn lýsing hevur verið eftir nýggjum leiðara til
stovnin.
Haraftrat hevur undirritaði hoyrt, at møguliga koma onkrar broytingar í teimum útbúgvingum, sum
stovnurin bjóðar. Hetta setur spurningar um, hvørt ætlanir eru um broytingar í virksemi, bygnaði ella
leikluti hjá stovninum í framtíðini.
Tískil verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 29. mai 2026,
Hermann R. Samuelsen

-- 1 of 1 --