← Løgtingsmál

52-117/2025

Mvg-afturbering til kommunal byggjarí

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. jun. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
117.25 Svar frá A.V. Johannesen til Steffan A. Løkin - Mvg-afturbering til kommunal byggjarí.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 9. juni 2026
J. nr.: 26/14152-5
Svar uppá grein 52a fyrispurning nr. 52-117/2025 frá Steffani Abrahamsson Løkin,
løgtingsmanni, settur Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um mvg-
afturbering til kommunal byggjarí.
Spurningurin er soljóðandi:
1. Heldur landsstýrismaðurin skipanina við mvg-afturbering til kommunal byggjarí, so sum
svimjihallir, ítróttarhallir og felagshús vera greiða, gjøgnumskygda og rættvísa?
2. Hvørjar ítøkiligar treytir skulu vera loknar, fyri at kommunal byggjarí kunnu fáa mvg
afturborið?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um svimjihallirnar í Havn og Klaksvík hava fingið
mvg afturborið í sambandi við bygging, útbygging ella umvæling, og um so er, hvør
lógarheimildin var?
4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hví svimjihøllin í Runavík ikki lýkur treytirnar fyri
mvg-afturbering?
5. Ætlar landsstýrið at gera uppskot um broytingar í mvg-lógini, sum viðvíkur kommunalari
bygging, sum er nevnd omanfyri?
Svar til spurning nr. 1
Galdandi reglur skilja millum tvær skipanir.
Onnur skipanin er kommunala MVG-endurgjaldið, har kommunur fáa endurrindað 75% av
inngangandi meirvirðisgjaldi. Heimildin er § 3, stk. 2, í meirvirðisgjaldslógini, og nærri reglur
eru ásettar í kunngerð nr. 134 frá 11. oktober 2022 um meirvirðisgjald hjá kommunum.
Hin skipanin er afturbering eftir § 3 a í meirvirðisgjaldslógini, sum er ætlað felagsskapum,
stovnum og grunnum, ið gera ávísar íløgur í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi.

-- 1 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/3
Henda skipanin fevnir ikki um kommunur.
Skipanin eftir galdandi reglum er greið á tann hátt, at kommunur ikki fáa MVG endurgoldið eftir
§ 3 a, men fáa 75% endurgoldið eftir serligu kommunalu skipanini.
Kommunal byggjarí lúka ikki treytirnar í § 3a í mvg-lógini fyri at fáa endurrindað mvg eftir hesi
lógargrein. Ongin kommuna hevur fingið játtað endurrindan av mvg sambært § 3a í mvg-lógini.
Svar til spurning nr. 2
Kommunal byggjarí koma undir vanliga kommunala MVG-endurgjaldið.
Treytirnar eru í høvuðsheitum hesar:
1. Talan skal vera um kommunu, kommunalt virki ella kommunalan stovn.
2. Talan skal vera um inngangandi meirvirðisgjald, sum kommunan hevur goldið av
keypi av vørum ella avgjaldsskyldugum tænastum.
3. Bókhaldið hjá kommununi skal lúka krøvini í kapitli 8 í meirvirðisgjaldslógini og
krøvini í kunngerð um roknskaparverk kommunanna.
Svar til nr. 3
TAKS kann ikki uttan nærri eftirlit staðfesta, um svimjihallirnar í Havn og Klaksvík hava fingið
MVG endurgoldið í sambandi við bygging, útbygging ella umvæling.
Heimildin hjá kommunum at fáa 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi endurgoldið hevur verið
galdandi frá 1. januar 1993.
Tað er sannlíkt, at Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna hava fingið MVG endurgoldið
av bygging, útbygging ella umvæling av svimjihøllunum, um hesar útreiðslur eru farnar fram
eftir 1. januar 1993 og eru viðgjørdar eftir kommunalu MVG-skipanini. Men endurgjald er ikki
farið fram við heimild í § 3 a í meirvirðisgjaldslógini.
Svar til spurning nr. 4
Svimjihøllin í Runavík lýkur ikki treytirnar fyri afturbering sambært § 3 a í meirvirðisgjalds-
lógini, tí kommunur eru ikki fevndar av § 3 a.
Hetta merkir tó ikki, at kommunan ikki kann fáa nakað MVG-endurgjald. Runavíkar kommuna
er, eins og aðrar kommunur, fevnd av kommunalu skipanini, har 75% av inngangandi
meirvirðisgjaldi kann verða endurrindað. Tað er tí sannlíkt, at Runavíkar kommuna antin hevur
fingið, ella kann fáa MVG endurgoldið, eftir vanligum reglum.
Svar til spurning nr. 5
Í løtuni er ongin ætlan um at broyta MVG afturberingina til kommunurnar.
Landsstýrið og kommunufelagið hava sett arbeiðsbólk at koma við tilmæli um dagførdan
fíggingarleist fyri eldraøkið.

-- 2 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
3/3
Í stuttum snýr tað seg um at tryggja grundarlagið, so at kommunurnar megna at lyfta vaksandi
uppgávurnar innan eldraøkið.
Í tí sambandi vera fleiri fíggjarlig viðskifti millum land og kommunur viðgjørd, sum til dømis
mvg-afturberingin til kommunurnar.
Fíggjarmálaráðið, 9. juni 2026
Aksel V. Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
115.25 Spm til A. V. Johannesen frá S. A. Løkin - Mvg-afturbering til kommunal byggjarí.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Abrahamsson Løkin, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Mvg-afturbering til kommunal byggjarí
Spurningar:
1. Heldur landsstýrismaðurin skipanina við mvg-afturbering til kommunal
byggjarí, so sum svimjihallir, ítróttarhallir og felagshús vera greiða,
gjøgnumskygda og rættvísa?
2. Hvørjar ítøkiligar treytir skulu vera loknar, fyri at kommunal byggjarí kunnu
fáa mvg afturborið?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um svimjihallirnar í Havn og Klaksvík hava
fingið mvg afturborið í sambandi við bygging, útbygging ella umvæling, og
um so er, hvør lógarheimildin var?
4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hví svimjihøllin í Runavík ikki lýkur
treytirnar fyri mvg-afturbering?
5. Ætlar landsstýrið at gera uppskot um broytingar í mvg-lógini, sum viðvíkur
kommunalari bygging, sum er nevnd omanfyri?
Viðmerkingar:
Gjøgnum tíðina hava fleiri kommunal byggjarí verið umrødd í sambandi við mvg-
afturbering. Samstundis hava kommunur í summum førum fingið noktandi svar, hóast
talan hevur verið um byggjarí, sum tykist hava sama almenna endamál sum onnur
kommunal byggjarí.
Eitt dømi er svimjihøllin í Runavík, sum fekk noktandi svar uppá umsókn um mvg-
afturbering. Hetta reisir spurningin um, hvørt skipanin er nóg greið og rættvís, og um
allar kommunur verða viðgjørdar eftir somu treytum.
Svimjihøllin í Runavík hevur einasta góðkenda kappingarhyl av sínum slag í
Eysturoynni og hevur tí ikki bert staðbundnan týdning fyri Runavíkar kommunu, men
eisini almennan og ítróttarligan týdning fyri alla oynna.
Hesin fyrispurningur verður settur fyri at fáa greiðu á, hvørjar treytir eru galdandi fyri
mvg-afturbering, hvørjar líknandi kommunalar verkætlanir hava fingið slíka
afturbering, og hví svimjihøllin í Runavík ikki verður mett at lúka treytirnar.
Á Løgtingi, 29. mai 2026
Steffan Abrahamsson Løkin

-- 1 of 1 --