← Løgtingsmál

52-116/2025

Verkætlanin «Fipur til Heimið»

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. jun. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
116.25 Svar frá A. V. Johannesen til B. Justinussen - Net til Heimið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 9. juni 2026
Mál.: 26/14150
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-116/2025 frá Bill Justinussen, løgtingmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Akseli V. Johannesen, um verkætlanina “Fipur til
Heimið”
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er tað rætt, at Føroya Tele samtakið (og dóttirfelagið NET) er steðgað við at leggja
fipurkaðalar út til telesamskifti?
2. Verður spurningurin svaraður játtandi, hvat er so orsøkin til tess?
3. Er tað rætt, at íbindingin til viðskiftafólk er langt aftanfyri í tíð og fólk í hundrað- ella
túsundatali ikki fáa fipursamband, hóast fipurkaðalar eru lagdir inn hjá viðkomandi?
4. Hvør hevur ábyrgdina av tí vantandi samanknýtingini?
5. Hvussu nógvar innleggingar eru gjørdar og hvussu nógvar innleggingar vanta at gera?
6. Hvussu nógvar innleggingar eru gjørdar, sum ikki eru íbundnar?
7. Nær er ætlanin at halda fram við at leggja fipur út til hvørt heim í Føroyum?
8. Hvussu nógv hevur fipurverkætlanin kostað higartil?
Svar til spurningarnar undir einum
Verkætlanin “Fipur til Heimið” fór í gongd í 2021 og er ein langtíðaríløga í talgilda
undirstøðukervið í Føroyum. Endamálið við íløguni er at tryggja betri, tryggari og skjótari
breiðbandstænastur. Føroya Tele hevur greitt frá, at verkætlanin ikki er steðgað, men er tillagað
fyri at fáa fíggjarliga skilabestu loysnina.
Til samans eru grivnar 10.900 rørleiðingar til húski og fyritøkur. Umleið 6.000 fipursambond eru
virkin í løtuni og 4.900 eru ikki sett til enn. Enn restar í at grava rørleiðingar til umleið 10.000
húski og fyritøkur í landinum.
Kostnaðurin av at leggja fipurkaðalar hevur verið hægri enn upprunaliga mett. Graviarbeiðið er
eisini komið longur enn arbeiðið at binda kundar í fipurnetið. Grevsturin er tí avmarkaður, so
ikki ov nógv verður grivið í senn. Í løtuni verður bert grivið fyri kaðalum í sambandi við nýggj
útstykkingarøki og vinnuøki, ella tá ið aðrar verkætlanir eru í gongd, og grevsturin kann verða
samskipaður við arbeiðið hjá kommunum ella øðrum.
Miðað verður eftir at fáa gagn av íløguni, sum er gjørd. Verandi fipurinnleggingar verða gjørdar
klárar til íbinding, og kundar verða fluttir av koparnetinum yvir á fipurnetið, soleiðis at
koparnetið kann verða tikið av, har tað ber til.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Upprunaliga varð mett, at miðalkostnaðurin fór at vera undir 20.000 kr. fyri hvørt húski. Av tí at
kostnaðurin nú nærkast 30.000 kr., eru stig tikin til at endurskoða arbeiðshátt og kostnaðarstøði.
Føroya Tele tekur støðu til – út frá fíggjarligum raðfestingum, kostnaði, tøkum arbeiðstilfeingi
og eftirspurningi eftir fipursambandi –, hvussu graviarbeiðið verður lagt til rættis frameftir.
Eftirspurningurin eftir fipurnetinum er eisini minni, og arbeiðið at fáa fipurnetið virkið hjá
kundunum gongur seinni, enn av fyrstan tíð mett. Ein orsøk er, at kundar framvegis uppliva, at
teirra verandi breiðbandsloysn nøktar teirra tørv, sum er, og tí biðja teir ikki um at fáa
breiðbandstænastuna flutta yvir á fipurnetið.
NET hevur ábyrgdina av fipurundirstøðukervinum og ger fipursambondini klár, soleiðis at tey
kunnu verða tikin í nýtslu. Fyri at samanknýtingin skal verða virkin, er neyðugt, at fleiri aðrar
fyritreytir eru uppfyltar, m.a. skal streymur vera til installatiónina, og ein beinari skal vera
knýttur í. Hesi viðurskifti liggja uttan fyri sjálva samanknýtingina, og ábyrgdin fyri teimum
liggur hjá smásøluveitara og endakunda.
NET hevur roynt at samskipa hetta soleiðis, at tilgongdin verður so liðilig sum gjørligt, men tað
hevur víst seg at vera torført. Sum longu nevnt, hevur verið neyðugt at tillaga verkætlanina, tí
umstøðurnar eru broyttar, sammett við metingarnar og útlitini í upprunaligu verkætlanini, tá ið
NET setti skjøtil á “Fipur til Heimið”.
Verkætlanin “Fipur til heimið” hevur higartil kostað umleið 270 mió. kr.
Aksel V. Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
114.25 Spm til A. V. Johannesen frá B. Justinussen - Net til Heimið §52a - Aksel Johannesen - Verkætlanin Fipur til Heimið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bill Justinussen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Verkætlanin «Fipur til Heimið»
Spurningar:
1. Er tað rætt, at Føroya Tele samtakið (og dóttirfelagið NET) er steðgað við at
leggja fipurkaðalar út til telesamskifti?
2. Verður spurningurin svaraður játtandi, hvat er so orsøkin til tess?
3. Er tað rætt, at íbindingin til viðskiftafólk er langt aftanfyri í tíð og fólk í
hundrað- ella túsundatali ikki fáa fipursamband, hóast fipurkaðalar eru lagdir
inn hjá viðkomandi?
4. Hvør hevur ábyrgdina av tí vantandi samanknýtingini?
5. Hvussu nógvar innleggingar eru gjørdar og hvussu nógvar innleggingar vanta
at gera?
6. Hvussu nógvar innleggingar eru gjørdar, sum ikki eru íbundnar?
7. Nær er ætlanin at halda fram við at leggja fipur út til hvørt heim í Føroyum?
8. Hvussu nógv hevur fipurverkætlanin kostað higartil?
Viðmerkingar:
Tað frættist, at fipurleggingin er steðgað upp, tí dótturfelagið NET ikki fær
neyðugan kapital gjøgnum móðurfelagið at halda fram við fipurleggingini.
Grannalond okkara eru komin nógv longur enn vit við at leggja fipur út í hvønn
krók. Mong hava glett seg til at fáa fipur, sum gevur brúkarunum betri, tryggari og
skjótari net. Nógv hava fingið hetta netsambandið, meðan enn fleiri ikki hava
fingið tað. Hetta setir kundarnar hjá telefyritøkunum í ymiska støðu, har nøkur
hava fingið størri fyrimunir enn onnur, hóast øll eru kundar, og hóast landið eigur
sín stóra part av fyritøkuni.
Flestu føroyingar hava áhuga í at hava somu góðu atgongd til fipursamband. Tí
verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 26. mai 2026
Bill Justinussen

-- 1 of 1 --