52-115/2025
Manglandi endalig loyvir til at byggja nýggja kirkju á Argjum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. jun. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
113.25 Svar frá B. á Lakjuni til F. Magnussen - Manglandi endalig loyvir til at byggja nýggja kirkju á Argjum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 6. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo Løgtingið 5. juni 2026 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-159 100 Tórshavn Viðgjørt: BB Svar upp á § 52a skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini, nr. 52-115/2025 frá Fróða Magnussen, løgtingsmanni, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um manglandi endalig loyvir til at byggja nýggja kirkju á Argjum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hví hevur Kirkjuráðið á Argjum enn ikki fingið endaligt loyvi at byggja nýggju kirkjuna á Argjum? 2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at málið verður avgreitt skjótast gjørligt, soleiðis at Kirkjuráðið fær endaliga loyvið? 3. Nær kann Kirkjuráðið vænta at fáa endaliga loyvið til kirkjubyggingina? Svar Til 1: Kirkjuráðið á Argjum hevur ikki fingið endaligt loyvi at byggja nýggju kirkjuna á Argjum, tí at eg sum landsstýrismaður ikki havi fingið tilmæli frá fyrisitingini um, at kirkjusóknin á Argjum hevur spart upp samsvarandi 1/3 av góðkenda byggikostnaðinum, sbr. § 8, stk. 2, 1. pkt. í løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar, § 2, stk. 1 í løgskipan um folkekirkens kirkebygninger, viðmerkingarnar til § 8, stk. 2 í løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar í løgtingsmáli 122/2006, bls. 21, 2. reglubrot. Uppsparing á kontuna hjá kirkjusóknini skal vera av gávum, innsavningum, staðbundnum kirkjuskatti og øðrum tiltøkum, sbr. § 5, stk. 2 í nevndu lóg. Útvegaði eginpeningurin er eisini ein fortreyt fyri, at kirkjusóknin kann fáa íkast av samhaldsfasta landskirkjuskattinum til tess at hjálpa til við at gjalda lánini aftur. Landskassastuðulin verður eisini fyrst veittur, tá ið landsstýrismaðurin, sambært løgtingslóg um bygningar fólkakirkjunnar hevur givið endaligt loyvi til, at kirkja verður bygd, sbr. § 2, stk. 1 i løgtingslóg um bygningar fólkakirkjunnar. Treytin um at eiga ein triðing av byggikostnaðinum, áðrenn loyvi verður givið til at byggja, er lutfalsliga strong. Orsøkin er, at sambært rættarvenju kann ein kirkja ikki verða seld á tvingsilssølu. Hetta ber í sær, at um ein verkætlan at byggja eina kirkju fer av knóranum, heftir øll kirkjuskipanin í seinasta enda fyri skuldina. Størsti parturin av virkseminum í fólkakirkjuni í Føroyum er ólønt, -- 1 of 2 -- M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo 2 av 2 sjálvboðið arbeiði. Lutfalsliga lítið av peningi er tí í skipanini. Sjálvt um nýggja kirkjan á Argjum í mun til støddina ikki er ætlað at vera so ovurhonds kostnaðarmikil, er kostnaðurin fyri hana kortini sambæriligur við kostnaðin av at reka alla fólkakirkjuna í Føroyum í eitt ár. Til 2: Eitt landsstýrisfólk hvørki kann ella skal gera nakað fyri at ein ávís kirkjusókn fær endaligt loyvi til at byggja eina nýggja kirkju. Tað er burturav upp til kirkjusóknina sjálva at útvega sær 1/3 av góðkenda byggikostnaðinum, soleiðis at loyvi kann verða givið; men tá eg fái tilmæli um, at fortreytirnar eru til staðar, skal mín lutur ikki liggja eftir. Til 3: Kirkjusóknin fær endaliga loyvið til at byggja nýggju kirkjuna, tá ið tilmæli fyriliggur frá umsitingini um, at hon hevur útvegað sær 1/3 av góðkenda byggikostnaðinum. Tá ið viðurskiftini verða greið, fer hetta væntandi at taka heilt fáar dagar at avgreiða. Kirkjusóknir eru sjálvstøðugar løgfrøðiligar eindir, sum í mangar mátar eru átøkar kommunum. Ein kirkjusókn ger sjálv av, um nýggj kirkja skal byggjast. Til tess krevst tó loyvi, sum verður givið í stigum. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum tekur støðu til, um fortreytirnar fyri at geva stigvísu loyvini eru loknar, tá ið Stiftsstjórnin – eftir tilmæli frá Próstadømisráðnum – mælir til tess. Eg kann upplýsa, at í desember 2025 hevði kirkjuráðið á Argjum ikki neyðuga triðingin, og fyri trimum vikum síðani fekk Mentamálaráðið, umvegis Próstadømisráðið og Stiftsstjórnina, tilfar frá kirkjuráðnum, ið ikki bendir á, at kirkjuráðið hevur kravda triðingin, og treytaða skeytið vísir, at peningur fyri ætlaðu søluna av kirkjuni í fyrsta lagi verður tøkur á kontuni hjá kirkjuráðnum tann 1. januar 2028. Í framhaldi av hesum hevur Mentamálaráðið sett Stiftsstjórnini nakrar spurningar til tess at greina fíggjarligu viðurskiftini nærri. Vinarliga Bárður á Lakjuni landsstýrismaður -- 2 of 2 --
113.25 Spm til B. á Lakjuni frá F. Magnussen - Manglandi endalig loyvir til at byggja nýggja kirkju á Argjum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. mai 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Fróði Magnussen, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum Evni: Manglandi endalig loyvir til at byggja nýggja kirkju á Argjum Spurningar: 1. Hví hevur Kirkjuráðið á Argjum enn ikki fingið endaligt loyvi at byggja nýggju kirkjuna á Argjum? 2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at málið verður avgreitt skjótast gjørligt, soleiðis at Kirkjuráðið fær endaliga loyvið? 3. Nær kann Kirkjuráðið vænta at fáa endaliga loyvið til kirkjubyggingina? Viðmerkingar: Byggiloyvi til kirkjuna á Argjum varð givið av Tórshavnar kommunu fyri umleið einum árum síðani. Kirkjan hevur harumframt meira enn kravda eginogn, umleið 2 mió. krónur. Málið er eisini góðkent av teimum kirkjuligu myndugleikunum, tvs. Próstadømisráðnum, Føroya Stiftsstjórn og Biskupi. Sambært mannagongdini verður málið síðani latið víðari til Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Hetta varð avgreitt fyri fleiri mánaðum síðani. Eitt ivamál var áður reist viðvíkjandi skeytinum millum kirkjuna og keyparan av gomlu kirkjuni. Hetta er síðani rættað, hóast løgfrøðingurin hjá kirkjuni frammanundan metti, at talan ikki var um ein veruligan trupulleika. Tí er ilt at skilja, hví málið framvegis ikki er endaliga avgreitt. Dagur dettur av degi, og avleiðingarnar kunnu gerast álvarsamar. Seinkingin kann ávirka sáttmálan við arbeiðstakaran, elva til hægri kostnað fyri verkætlanina og í ringasta føri føra til, at Argja kirkja verður heimleys. Kirkjan hevur avtalu við keyparan av gomlu kirkjuni um, at hendan skal verða tøk hjá keyparanum tann 28. januar 2028. Í ringasta føri kann støðan gerast tann, at Argja kirkja stendur uttan egna kirkju, um arbeiðið ikki sleppur í gongd skjótast gjørligt. Á Løgtingi, 25. mai 2026 Fróði Magnussen -- 1 of 1 --