52-114/2025
Eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jun. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
114.25 Svar frá J. Vestergaard til Grímur Sundstein - eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F T R A D E A N D I N D U S T R Y GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 1. juni 2026 Mál.: 26/13261 Viðgjørt AE Tygara skriv: 52-114/2026 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-114/2025 frá Grími Sundstein, løgtingmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu stórt er eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum hjá landinum í 2026? 2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið at bøta um eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum? Svar til spurning 1 Føroyar hava eitt sera væl útbygt infrakervi. Stórar íløgur verða gjørdar í vegir, tunlar, brýr, havnir og annað, meðan játtanir til at viðlíkahalda og reka infrakervið standa við og lækka. Áhugin at byggja er stórur, men tess minni at viðlíkhalda. Samlaða eftirsleipið á landsvegakervinum verður í Samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018- 2030 mett til at verða 375 mió. kr. Av hesum er eftirsleipið innan tunlar 150 mió. kr., brúm 25 mió. kr., asfalti 100 mió. kr., og eftirsleipið innan bilverjur, vegjaðarar, veitir, dren, skeltir og annað umleið 100 mió. kr. Landsverk arbeiðir støðugt við samferðsluætlanum, har ymisk evni verða lýst, og temabløð verða givin út so hvørt. Nú verður farið undir at gera eina nýggja og neyva støðumeting av viðlíkahaldi og eftirsleipi. Fyribils metingarnar eru greiðar. Tað kann staðfestast, at eftirsleipið er vaksið. Innan tunlar verður eftirsleipið mett til at vera 250 mió. kr. Metingar hjá Landsverki vísa, at umleið 100 km av landsvegi hava átrokandi tørv á asfaltering. Við einum eindarkostnaði upp á umleið 2 mió. kr. fyri kilometurin, kostar asfalteringin umleið 200 mió. kr. Árliga játtanin til asfaltering er nú 12 mió. kr., sum røkkur til einar 6,0 km. Tað eru 249 brýr í Føroyum, og 20 teirra eru í sera ringum standi. Her skal viðmerkjast, at farið verður undir at høvuðsumvæla Brúnna um Streymin í ár, og Brúgvin um Fjarðará í Skálafirði verður gjørd av nýggjum. -- 1 of 2 -- V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Svar til spurning 2 Rakstrarjáttanin hjá Landsverki svarar til, at tað verða játtaðar umleið 125 kr. fyri hvønn metur av vegi árliga. Um vit samanbera við okkara grannalond, so hava tey munandi hægri játtan til tann árliga raksturin. Ísland brúkar umleið 350 kr./m, meðan Danmark og Noreg brúka umleið 5-600 kr./m. Neyðugt verður at hækka játtanirnar til at viðlíkahalda og reka landsvegakervið - herímillum vegir, tunlar, brýr og byrgingar - fyri at steðga forfallinum og betra vegakervið. Harumframt verður neyðugt við serstakari játtan til at innheinta eftirsleipið. Íløgukarmurin er avmarkaður, men vónandi ber til at fáa eina breiða semju um at raðfesta landsvegakervið næstu árini. Ein møguleiki er at gera eina verklagslóg, sum verður løgd fyri Tingið. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 2 of 2 --
Eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. mai 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Grímur Sundstein, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum Evni: Eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum Spurningar: 1. Hvussu stórt er eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum hjá landinum í 2026? 2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið at bøta um eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum? Viðmerkingar: Landsverk varðar av vega-, havna- og byggiharrauppgávum, og skulu tryggja, at karmarnir fyri ferðslu og virksemi eru nøktandi, tryggir og samanhangandi. Landsverk hevur í nógv ár boðað frá, at játtanin til viðlíkahald er alt ov lág. Játtanin er minkað, sjálvt um kostnaðarstøðið er hækkað, nýggir landsvegir eru gjørdir, og ferðslan økist støðugt. Eisini eru størri dygdarkrøv og trygdarkrøv til dagsins ferðslu. Hetta hevur gingið út yvir viðlíkahaldið av føroyska vegakervinum, herímillum tunlar og brýr. Samlaða eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervi landsins varð í 2018 mett til at vera umleið 375 mió. kr. Hetta er samlaði tørvurin á játtan til umvælingar, viðlíkahald og dagføring av vegum, tunlum, brúm og annað. Landsverk hevur rópt varskó um vegakervið og víst á, at m.a. brúgvin um Streymin og brúgvin um Fjarðará í Skálafirði eru í so ringum standi nú, at Landsverk hevur sett avmarkingar á ferðsluna á hesi farleið. Í fíggjarlógini fyri 2026 stendur, at Landsverk arbeiðir í løtuni við at dagføra metingina av eftirsleipinum. Fyri at fáa greiðu á, hvør støðan er við eftirsleipinum av viðlíkahaldinum av undirstøðukervi landsins, og hvørjar ætlanin landsstýrið hevur at bøta um hesi viðurskifti, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 20. mai 2026 Grímur Sundstein -- 1 of 1 --