← Løgtingsmál

52-113/2025

Avgerð um at flyta umlættingartilboð til Sands

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jun. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
113.25 Svar frá M. Stórá til R. Vang - Avgerð um at flyta umlættingartilboð til Sands.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
ALMANNA- OG BÚSTAÐA MÁLARÁÐIÐ
undir Bryggjubakka 27 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304050 • www.abmr.fo • abmr@abmr.fo
Løgtingið 1. juni 2026
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 26/13280-2
110 Tórshavn Tygara skriv: 52-113/2025
Viðgjørt: JAK
Nr. 52-113/2025
Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-113/2025 eftir tingskipanini § 52 a, frá Ruth
Vang, løgtingskvinnu, settur landsstýriskvinnuni í almanna- og bústaðamálum, Margit
Stórá, um avgerð um at flyta umlættingartilboð til Sands
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Tekur Almannaverkið til eftirtektar niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni, at
avgerðin at flyta umlættingartilboð til Sands er ógildug?
2. Um ja, hvør er avleiðingin av, at avgerðin er ógildað?
3. Hevur ella fer Almannaverkið at bjóða avvarðandi foreldrum annað ella tillagað tilboð,
sum livur upp til krøvini um eina framhaldandi tænastu av tí, sum var á Eirargarði ?

-- 1 of 2 --

ALMANNA- OG BÚSTAÐA MÁLARÁÐIÐ
Síða 2 av 2
Svar
Til nr. 1
Álitið hjá Løgtingsins umboðsmanni frá 13. apríl 2026 viðvíkir fyrst og fremst tí eina barninum,
sum fekk umlættingartilboðið flutt av Eirargarði til Sands.
Í álitinum er tað niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðmanni, at av tí, at framhald ikki var í
tænastuni hjá tí ávísa barninum, eftir at umlættingartilboðið varð flutt til Sands, endaði tænastan í
roynd og veru, og tí átti Almannaverkið í veruleikanum at havt tikið fyrisitingarliga avgerð um
tilboðið.
Í sambandi við hendan fyrispurningin havi eg fingið upplýst, at Almannaverkið hevur tikið
niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni til eftirtektar og tískil er í gongd við at taka
fyrisitingarliga avgerð viðvíkjandi umlættingartilboðnum hjá tí ávísa barninum. Almannaverkið
er eisini í gongd við at meta um, hvørt aðrir borgarar, sum eisini fingu umlættingartilboðið flutt
av Eirargarði til Sands, mugu metast at hava rætt til somu avgerðartilgongd.
Til nr. 2
Sí svarið til nr. 1.
Til nr. 3
Sí svarið til nr. 1.
Almanna- og bústaðamálaráðið, 1. juni 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
§ 52 a RV til MS um at flyta umlættingarheim til Sands.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ruth Vang, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum
Evni: Avgerð um at flyta umlættingartilboð til Sands
Spurningar:
1. Tekur Almannaverkið til eftirtektar niðurstøðuna hjá Løgtingsins
umboðsmanni, at avgerðin at flyta umlættingartilboð til Sands er ógildug?
2. Um ja, hvør er avleiðingin av, at avgerðin er ógildað?
3. Hevur ella fer Almannaverkið at bjóða avvarðandi foreldrum annað ella
tillagað tilboð, sum livur upp til krøvini um eina framhaldandi tænastu av tí,
sum var á Eirargarði ?
Viðmerkingar:
Fyri góðum mánaði síðani kom Løgtingsins Umboðsmaður við áliti um avgerð hjá
Almannaverkinum at flyta umlættingartilboð til Sands. Flytingin varð gjørd lutvís sum
avleiðing av sparing, sum varð áløgd Almannaverkinum í sambandi við fíggjarlógina
fyri 2026, lutvís tí tað ikki er eydnast at finna nýggj høli til umlættingartilboðið í Havn,
nú Eirargarður 14, har umlættingin hevur húsast, skal umvælast. Harumframt er hetta
ein liður í royndunum at fáa ein skynsamari rakstur við størri eindum.
Umboðsmaðurin kemur til ta niðurstøðu, at av tí at tilboðið á Sandi ikki kann sigast at
vera eitt framhald av tænastuni, barnið fekk í Havn, er avgerðin at flyta tilboðið ein
fyrisitingarlig avgerð, har stovnurin hevur skyldu at hoyra tey, sum avgerðin umfatar,
og ikki ein sokallað útinnandi fyrisiting, sum Almannaverkið annars metti avgerðina at
vera. At Almannaverkið ikki hevur framt hoyring hevur ta avleiðing, at avgerðin má
metast at vera ógildug, sigur umboðsmaðurin. Haraftrat metir umboðsmaðurin, at
flytingin ikki er framd við barnsins besta fyri eyga, og tí er í stríð við ásetingar í bæði
barnarættinda- og breksáttmála.
Avvarðandi hjá teimum, sum skulu flyta, hava verið í miðlunum og greitt frá, at tey eru
sera ónøgd við avgerðina. Sum skilst, hava fleiri teirra valt ikki at taka av tilboðnum á
Sandi, og bíða enn eftir einum tilboði, tey meta vera nøktandi.
Á Løgtingi, 20. mai 2026
Ruth Vang

-- 1 of 1 --