52-112/2025
Vegasambandið um Haraldssund
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. mai 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
112.25 Svar frá J. Vestergaard til Ei. í Jákupsstovu - Vegasambandið um Haraldssund.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. jun. 2026
Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F T R A D E A N D I N D U S T R Y GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 2. juni 2026 Mál.: 26/13085 Viðgjørt AE Tygara skriv: 52-112/2025 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-112/2025 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um vegasambandið um Haraldsund Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um nøkur verkætlan um vegasambandið um Haraldssund fyriliggur hjá Landsverki, og hvat ein slík verkætlan er mett at kosta í dag? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fremja eina slíka ætlan ella eina aðra møguliga betri ætlan? 3. Um ja, hvør er tíðarætlanin hjá landsstýrinum um at fremja hesa ætlanina? Svar til spurning 1 Landsverk hevur í fleiri ár havt eina verkætlan klára at bjóða út, sum er at dagføra byrgingina um Haraldssund. Landverk metir framvegis, at verkætlanin eigur at verða raðfest. Málið hevur verið viðgjørt politiskt fleiri ferðir, men higartil hevur tað ikki eydnast at fingið neyðugu játtanina til at fremja verkætlanina. Byrgingin um Haraldssund er umleið 350 m long og umleið 20 m breið omanfyri sjóvarmálan. Størsta partin av teininum er farbreytin ikki nóg breið til, at tvey akfør kunnu møtast. Tí eru møtipláss gjørd á ávísum støðum. Verkætlanin fevnir um ein veg við tveimum farbreytum og einari gongu/súkklubreyt, gøtuljós verða sett upp, og verjugrótið á norðaru síðu verður hækkað við umleið einum metri fyri at verja ímóti sjóroki. Vegurin verður lagdur soleiðis, at hann verður ein natúrligur partur av vegunum báðumegin byrgingina. Vegurin á byrgingini fer at liggja sum ein bogi, ið bindur vegirnar á báðum síðum saman. Sambært verkætlanini er einans tørvur á heilt stórum dekkgróti afturat tilfarinum, sum longu er í byrgingini, og sum verður endurnýtt. Landsverk mælir til, at aldusimuleringar verða gjørdar, áðrenn farið verður undir verkætlanina fyri at tryggja, at byrgingin er nóg høg. Landsverk metir, at dagførda byrgingin kostar einar 72 mió. kr. Við í kostnaðarmetingini er eitt váðaískoyti upp á 30%. -- 1 of 2 -- V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Svar til spurning 2 og 3 Ferðsluviðurskiftini um Haraldssund skulu vera í lagi. Við verkætlanini verður byrgingin dagførd, soleiðis at hon verður tíðarhóskandi og lýkur dagsins krøv til eina slíka farleið. Íløgukarmurin er avmarkaður, men vónandi ber til at raðfesta verkætlanina. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 2 of 2 --
112.25 Spm. til J. Vestergaard frá Ei. í Jákupsstovu - Vegasambandið um Haraldssund.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. mai 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum Evni: Vegasambandið um Haraldssund Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um nøkur verkætlan um vegasambandið um Haraldssund fyriliggur hjá Landsverki, og hvat ein slík verkætlan er mett at kosta í dag? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fremja eina slíka ætlan ella eina aðra møguliga betri ætlan? 3. Um ja, hvør er tíðarætlanin hjá landsstýrinum um at fremja hesa ætlanina? Viðmerkingar: Síðan 1986 hevur samlaða politiska skipanin ikki raðfest vegasambandið um Haraldssund so mikið nógv, at verkætlanin nakrantíð er gjørd liðug. Tað hava onkrar ætlanir verið um at gera byrgingina lidna, men tað er ongantíð komið á mál. Tíðliga í vár varð upplýst, at ein verkætlan er gjørd hjá Landsverki, og at tað kostar 45 milliónir krónur at gera hetta arbeiðið, sum ætlanin var at fáa við í løguætlanina fyri komandi árini. Tað má metast vera sera óheppið, at verkætlanin ongantíð er gjørd liðug, og at mann nú kann hava eitt 40 ára hald fyri, at hetta ikki er gjørt. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin. Á Løgtingi, 19. mai 2026, Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --