← Løgtingsmál

52-111/2025

Tilbúgvingarætlanir fyri føroyska samfelagið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. mai 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
111.25 Svar frá B. S. Nielsen til S. P. í Grund - Tilbúgvingarætlan.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. jun. 2026

Sjá útdrigin tekst
UTTANRÍKIS- OG FISKIMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Foreign Affairs and Fisheries
1
1. juni 2026
Mál: 26/13052
Løgtingið
Tinghúsvegur 1
100 Tórshavn
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-111/2025 frá Sámali Peturi í Grund, løgtingsmanni, til
Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann, um tilbúgvingarætlanir fyri føroyska samfelagið
Spurningar:
1) Hvussu langt er komið at fyrireika føroyska samfelagið uppá møguligar vandastøður
orsakað av avbyrging uttanífrá?
2) Hvussu leingi kann føroyska samfelagið virka, um sjóvegis og loftvegis flutningur steðgar?
3) Hví eru goymslurnar av mati, heilivági og brennievni ikki øktar, hóast váðin fyri avbyrging er
væl kendur?
4) Hvørjar fyrireikingar eru gjørdar at fyrireika føroyska borgaran uppá avbyrging uttanífrá?
5) Er ætlan um at geva almenna vegleiðing til borgarar um, hvussu tey skulu fyrireika seg í
eini kreppustøðu?
6) Er ein dagførd cyber-trygdarætlan til staðar, sum tryggjar, at bankar, heilsuverk og samskifti
kunnu virka í eini avbyrging?
7) Hevur landsstýrið tryggjað sær avtalur við Danmark og onnur grannalond um veitingar av
mati, orku, útbúnaði og heilivági í kreppustøðum?
Svar:
Til spurning 1
Seinastu árini eru fleiri stig tikin fyri at styrkja føroysku samfelagstilbúgvingina.
Føroyar hava fingið limaskap í norðurlendska HAGA-samstarvinum, sum er samstarvsforum fyri
tilbúgvingar- og bjargingarmyndugleikar í Norðurlondum. Harumframt eru Føroyar partur av
arbeiðinum við at seta á stovn Nordic Security of Supply Network, ið hevur til endamáls at styrkja
veitingartrygd og mótstøðuføri í Norðurlondum.
Samstundis hava avvarðandi økisábyrgdarmyndugleikar arbeitt við at fáa eina greiðari mynd av
støðuni viðvíkjandi goymslum, veitingum og veitingartrygd á ymiskum samfelagsøkjum. Hetta

-- 1 of 3 --

UTTANRÍKIS- OG FISKIMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Foreign Affairs and Fisheries
2
arbeiðið er ein týðandi fortreyt fyri at kunna gera neyðugar raðfestingar og meta um, hvørji átøk
eiga at verða sett í verk.
Arbeiðið er tó framvegis í menning. Ein týðandi uppgáva komandi tíðina verður at fáa greiðu á,
hvørji ítøkilig átøk eru neyðug fyri at styrkja veitingartrygdina og mótstøðuførið á mest kritisku
samfelagsøkjunum. Hetta fevnir serliga um matvøruveiting, orkuveiting, telesamskifti og atgongd til
heilivág.
Føroyar eru eitt fjarskotið oyggjasamfelag við stórum innflutnings- og veitingartørvi.
Arbeitt verður við einum fakligum tilmæli at leggja til politiska støðutakan um, á hvørjum støði
føroyska samfelagið eigur at fyrireika seg til í einari møguligari støðu við avbyrging uttanífrá.
Til spurning 2
Tað er trupult at geva eitt einfalt svar upp á, hvussu leingi føroyska samfelagið kann virka, um
bæði sjóvegis og loftvegis flutningur steðgar. Hetta veldst m.a. um orsøkina til støðuna, hvussu
umfatandi hon er, og nær hon rakar. Tíðarskeiðið kann tí vera ymiskt og veldst í stóran mun um
tær ítøkiligu umstøðurnar.
Til spurning 3
Á summum økjum eru átøk í gongd, sum fara at økja um goymslukapasitetin. Á orkuøkinum eru
bæði oljufeløgini og SEV í holt við verkætlanir, sum fara at økja um goymslurnar av brennievni.
Eins og nevnt undir spurningi 1 verður arbeitt við at fáa eina greiðari mynd av veitingartrygdini á
teimum mest kritisku samfelagsøkjunum. Hetta fevnir eisini um spurningin um goymslur og tørvin á
møguligum átøkum á økinum.
Í mun til goymslur av heilivági er í síðsta enda talan um eina politiska avgerð, har kostnaðurin av at
hava størri goymslur má metast í mun til tann tilbúgvingartørv, sum samfelagið ynskir at nøkta.
Hvussu stórar goymslur samfelagið eigur at hava, hongur tí í síðsta enda saman við tí
tilbúgvingarstøði, sum politiskt verður ásett.
Viðvíkjandi matvøruøkinum eru tað privatir innflytarar, sum eiga og reka goymslurnar. Støddin á
goymslunum er tí í stóran mun tengd at teimum raðfestingum, sum fyritøkurnar gera. Samstundis
er, sum nevnt undir spurningi 1, tørvur á einari støðutakan til, hvussu leingi Føroyar sum land eiga
at kunna klára seg undir einari avbyrging uttanífrá.
Til spurning 4 og 5
Sum liður í arbeiðinum at styrkja føroysku samfelagstilbúgvingina hava myndugleikarnir givið út
tilmæli um heimatilbúgving. Tilmælini geva borgarum ítøkiliga vegleiðing um, hvussu húski kunnu
fyrireika seg til kreppu- og tilbúgvingarstøður og klára seg sjálvi í minsta lagi trý samdøgur, um
grundleggjandi veitingar verða órógvaðar.

-- 2 of 3 --

UTTANRÍKIS- OG FISKIMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Foreign Affairs and Fisheries
3
Tilmælini um heimatilbúgving eru ætlað at styrkja evnið hjá einstøku húskjunum at klára seg sjálvi í
eina tíð, um samfelagsligar veitingar verða órógvaðar.
Tilmælini eru alment tøk á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Frameftir verður størri
dentur lagdur á at kunna almenningin um tilmælini og týdningin av, at húski eru fyrireikað til
møguligar kreppu- og tilbúgvingarstøður.
Til spurning 6
Nettrygd hevur høga raðfesting. Í 2023 varð fyrsta føroyska nettrygdarætlanin løgd fram, har átta
strategisk mál og 20 ítøkilig átøk eru ásett fyri at styrkja nettrygdina og mótstøðuførið hjá Føroyum.
Millum málini eru at verja samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi, skipa nettrygdartilbúgving, seta á
stovn nettrygdarmyndugleika og styrkja samstarvið millum almennar og privatar partar.
Harumframt verður arbeitt við einari nettrygdarlóg, sum skal styrkja nettrygdina hjá teimum geirum
og fyritøkum, sum hava týdning fyri føroyska samfelagið, og skapa eitt greiðari grundarlag fyri
samskipan, tilbúgving og eftirlit á nettrygdarøkinum.
Sum partur av hesum arbeiði verður eisini arbeitt við ítøkiligum tøkniligum loysnum, ið skulu styrkja
mótstøðuførið hjá kritiskum samfelagsfunktiónum og tryggja, at grundleggjandi tænastur sum
bankavirksemi, heilsuverk og samskifti kunnu halda fram at virka, eisini í einari støðu við
álvarsligum órógvi ella avbyrging uttanífrá. Hetta er ein týðandi partur av arbeiðinum at styrkja
føroysku samfelagstilbúgvingina sum heild.
Til spurning 7
Føroyar hava ikki heildaravtalur um veitingar frá okkara grannalondum.
Eins og nevnt undir spurningi 1 er arbeiðið við veitingartrygd framvegis í menning. Samstarvið við
Danmark og grannalond, harundir HAGA-samstarvið og Nordic Security of Supply Network, er ein
týðandi partur av hesum arbeiði.
Royndirnar frá koronafarsóttini vístu, at gott samstarv við okkara samstarvspartar hevur stóran
týdning í kreppustøðum. Samstundis vístu tær, at Føroyar mugu leggja sínar tilbúgvingarloysnir til
rættis við tí fyri eyga, at landið í eitt styttri ella longri tíðarskeið kann verða noytt at klára seg við
avmarkaðari hjálp uttanífrá.
Arbeitt verður tí bæði við at styrkja samstarvið við okkara samstarvspartar og at fáa greiðu á,
hvørjar førleikar og loysnir Føroyar sjálvar eiga at hava. Hetta hongur saman við arbeiðinum við at
áseta, hvørjum tilbúgvingarstøði føroyska samfelagið eigur at fyrireika seg til.
Bárður á Steig Nielsen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
111.25 Spm til B. S. Nielsen frá S. P. í Grund - Tilbúgvingarætlan.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
Evni: Tilbúgvingarætlanir fyri føroyska samfelagið
Spurningar:
1) Hvussu langt er komið at fyrireika føroyska samfelagið uppá møguligar vandastøður
orsakað av avbyrging uttanífrá?
2) Hvussu leingi kann føroyska samfelagið virka, um sjóvegis og loftvegis flutningur
steðgar?
3) Hví eru goymslurnar av mati, heilivági og brennievni ikki øktar, hóast váðin fyri
avbyrging er væl kendur?
4) Hvørjar fyrireikingar eru gjørdar at fyrireika føroyska borgaran uppá avbyrging
uttanífrá?
5) Er ætlan um at geva almenna vegleiðing til borgarar um, hvussu tey skulu fyrireika seg
í eini kreppustøðu?
6) Er ein dagførd cyber-trygdarætlan til staðar, sum tryggjar, at bankar, heilsuverk og
samskifti kunnu virka í eini avbyrging?
7) Hevur landsstýrið tryggjað sær avtalur við Danmark og onnur grannalond um veitingar
av mati, orku, útbúnaði og heilivági í kreppustøðum?
Viðmerkingar:
Tað er ikki einki gjørt á tilbúgvingarøkinum í Føroyum. Fyri 9 árum síðani, í oktober 2017, læt
táverandi Fiskimálaráð úr hondum bókling uppá 37 síður um “Tilbúgving í Føroyum”, sum
lýsir ávísar karmar í eini tilbúgvingarætlan, og fyri 23 árum síðani, í november 2003, hevði
tingið aðalorðaskifti um “Tilbúgvingarverkætlan Føroya”, og hóast spurningurin um tilbúgving
hevur verið frammi í orðaskiftinum av og á, so er kortini lítil ivi um, at neyðugt er at eftirmeta
alla tilbúgving av føroyska samfelagnum av nýggjum; serstakliga út frá støðuni í heiminum í
dag.
Í einum heimi við vaksandi geopolitiskum spenningi, ótryggum handilsleiðum og øktum váða
fyri cyber-álopum hava fleiri lond í okkara øki styrkt sína borgarligu tilbúgving, økt goymslur
og fyrireikað borgarar uppá møguliga avbyrging uttanífrá.
Føroyar eru eitt samfelag, sum er púra avhengigar av innflutningi av mati, heilivági, brennievni
og tøkni, og ein avbyrging kann tí raka okkum serliga meint.
Føroyar eru uttanveltaðar á mongum økjum, og hava avmarkaðar goymslur av lívsneyðugum
vørum. Ein avbyrging – orsakað av hernaðarligum átøkum, geopolitiskum spenningi ella
globalum kreppum – kann tí hava álvarligar avleiðingar fyri veitingar av matvøru, heilivági,
orku, flutningi, útflutningi og fíggjarstøðuna í landinum.

-- 1 of 2 --

Meðan grannalondini hava styrkt sína samfelagsligu tilbúgving og fyrireikað fólkið uppá
kreppur, er framvegis ógreitt, hvør støðan er í Føroyum, og hvørjar ítøkiligar ætlanir eru gjørdar.
Tí er neyðugt at fáa greið svar frá landsstýrinum um støðuna, og um hvussu føroyska samfelagið
verður fyrireikað til møguliga avbyrging uttanífrá.
Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 19. mai 2026
Sámal Petur í Grund

-- 2 of 2 --