52-110/2025
Príseftirlitið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. mai 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
110.25 Svar frá J. Vestergaard til S. Bertholdsen - Príseftilitið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 29. mai 2026
Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 64 • 110 TÓRSHAVN TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO Løgtingið Tórshavn, 28. mai 2026 Tinghúsvegur 1-3 Journalnr.: 26/12900 100 Tórshavn Svar upp á spurning nummar 52-110/2025 frá Súsannu Bertholdsen um príseftirlitið Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvørji ítøkilig amboð hevur príseftirlitið fingið, síðani skipanin kom í gildi 1. januar 2024? 2. Hvørji úrslit hevur príseftirlitið havt fyri kappingina og prísgongdina á føroyska marknaðinum? 3. Hevur landsstýrismaðurin ábendingar um, at avgjaldslækkingar og mvg-frítøkur í fullan mun koma brúkarunum til góðar? 4. Metir landsstýrismaðurin, at príseftirlitið virkar eftir ætlan? Til spurning nr. 1 Í 2024 samtykti Løgtingið at seta í gildi § 29a um marknaðargreiningar. Henda áseting gevur Kappingareftirlitinum víðari heimild at seta inn, har kappingin á marknaðinum ikki virkar, sum hon skal, uttan at talan er um brot á nakra áseting í kappingarlógini. Hetta merkir m.a., at Kappingareftirlitið hevur víðari heimildir at geva boð eftir § 26 í kappingarlógini. § 26, stk. 1, nr. 2, í kappingarlógini ásetir m.a., at Kappingareftirlitið kann geva boð um, at farast skal upp um tilskilaðan prís ella vinning, ella at ávísir útrokningarhættir skulu nýtast, tá ið prísir ella vinningar verða roknaðir út. Kappingareftirlitið fekk eisini økta játtan til at seta starvsfólk til burturav at taka sær av marknaðarkanningum. Umráðandi er í hesum sambandi at vísa á, at Løgtingið samtykti ikki at seta á stovn eitt príseftirlit, men at víðka um heimildirnar hjá Kappingareftirlitinum. Til spurning nr. 2, 3 og 4 At Kappingareftirlitið hevur fingið heimild til at gera marknaðargreiningar og hevur fingið sett eitt fólk burturav til at sita við marknaðarkanningum, hevur gjørt, at eftirlitið hevur eitt støðugt marknaðareftirlit við føroyskum marknaðum, sum hava týdning fyri føroyska brúkaran. Um hetta arbeiðið longu nú hevur havt nakra ávirkan á kappingina ella prísgongdina, er ilt at siga. Vísast skal á, at tað ofta í sambandi við eftirlitsarbeiðið er neyðugt at fylgja einari gongd eitt longri tíðarskeið, áðrenn nøkur niðurstøða kann gerast um, hvat árinið hevur verið á kappingina ella prísgongdina. Í mun til ítøkilig úrslit kann vísast á, at tann seinasta kanningin, sum Kappingareftirlitið almannakunngjørdi, var ein spurnakanning millum føroyskar fyritøkur um kommunal útboð og -- 1 of 2 -- V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð 2/2 innkeyp. Í hesum sambandi varð heitt á landsstýrismannin í fíggjarmálum at fáa betri reglur um útboð og innkeyp. Kappingareftirlitið hevur eisini gjørt nógv burturúr at skapa fokus og gjøgnumskygni á føroyska oljumarknaðinum. Kappingareftirlitið hevur m.a. lagt prísupplýsingar um brennievnini á heimasíðu sína. Hetta kann hava verið við til, at tað í dag eru trý feløg, ið hava gassoljugoymslur, og sum kappast um at selja til skip, eins og tað eru trý feløg, sum kappast um at selja gassolju til húsarhald og vinnu á landi. Prísvøksturin árini 2020-2022 var óvanliga høgur. Seinastu trý árini hevur prísvøksturin verið á einum vanligum stigi, sum er áleið 2%. Samstundis er veruliga keypsorkan hjá øllum inntøkubólkum økt í 2024 og er sannlíkt eisini økt í 2025 og 2026. Tað er ein grundleggjandi fortreyt, at politiskt samtyktar lækkingar í avgjøldum og mvg-frítøkum í mest møguligan mun koma endabrúkaranum til góðar. Eftirlitið kann í hesum sambandi vera eitt týdningarmikið fyrisitingarligt amboð til at fylgja gongdini og lýsa, um slíkar lækkingar verða endurspeglaðar í teimum prísum, sum brúkararnir rinda. Samstundis má staðfestast, at endalig meting av hesum spurningi krevur nærri greining yvir eitt ávíst tíðarskeið, av tí at fleiri viðurskifti, m.a. innkeypsprísir, flutningskostnaðir og onnur marknaðarviðurskifti, kunnu ávirka endaligu prísásetingina. Føroyar hava ein lítlan og opnan marknaðarbúskap við fáum veitarum. Leikluturin hjá Kappingareftirlitinum er at fylgja við marknaðinum og seta inn, tá ið kappingin á einum marknaði ikki virkar. Heimildin í § 29a gevur Kappingareftirlitinum fleiri amboð og víðkar virkisøkið hjá Kappingareftirlitinum. Stutt tíð er liðin, síðan § 29a kom í gildi, og tí illa ber til at siga, um marknaðargreiningar hava virkað eftir ætlan, fyrrenn longri tíð er liðin. Sum frálíður ber betur til at siga, um heimildirnar eftir § 29a hava virkað eftir ætlan. Vinnumálaráðið, tann 28. mai 2026 Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 2 of 2 --
110.25 Spm til J. Vestergaard frá S. Bertholdsen - Príseftilitið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. mai 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum Evni: Príseftirlitið Spurningar: 1. Hvørji ítøkilig amboð hevur príseftirlitið fingið, síðani skipanin kom í gildi 1. januar 2024? 2. Hvørji úrslit hevur príseftirlitið havt fyri kappingina og prísgongdina á føroyska marknaðinum? 3. Hevur landsstýrismaðurin ábendingar um, at avgjaldslækkingar og mvg-frítøkur í fullan mun koma brúkarunum til góðar? 4. Metir landsstýrismaðurin, at príseftirlitið virkar eftir ætlan? Viðmerkingar Breið semja var í Løgtinginum um lógaruppskotið hjá undanfarna landsstýrinum um príseftirlit, sum kom í gildi 1. januar 2024. Politiska ynskið um eitt styrkt príseftirlit kom í kjalarvørrinum á stóra prísvøkstrinum árini frammanundan og teimum almennu stuðulsskipanum, sum vóru settar í verk fyri at fáa ferð á orkuskiftið. Endamálið við príseftirlitinum var at geva Kappingareftirlitinum fleiri amboð og soleiðis styrkja kappingina á føroyska marknaðinum. Tað er greitt, at í einum lítlum marknaðarbúskapi, sum tí føroyska, kann kappingin á einstøkum økjum vera avmarkað og viðbrekin. Hóast príseftirlitið nú hevur virkað í meira enn tvey ár, uppliva nógv framvegis stóran prísvøkstur á gerandisvørum. Samstundis hoyra vit úr grannalondunum um harða kapping og beinleiðis prískríggj millum matvøruhandlar, meðan føroyskir brúkarar ikki merkja somu kapping um prísirnar. Í vetur varð raðfest at taka mvg’ið av eitt nú eplum, grønmeti og barnablæum fyri at lætta um hjá barnafamiljum og vanligum húsarhaldum. Tá ið politiskt verður valt at lækka avgjøld ella geva mvg-frítøkur, er tað avgerandi, at lækkingarnar eisini síggjast aftur í prísunum hjá brúkarunum. Breið semja var um at styrkja eftirlitið við kapping og prísgongd. Tí er eisini natúrligt, at Løgtingið nú fær greiði á, hvørt skipanin hevur havt ta ætlaðu ávirkanina. Tí seti eg landsstýrismanninum hesar spurningar. Á Løgtingi, 15. mai 2026 Súsanna Bertholdsen -- 1 of 1 --