52-109/2025
Støðan hjá føroyingum í Persaraflógvanum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. mai 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
109.25 Svar frá B.S. Nielsen til B. K. Petersen - Støðan hjá føroyingum í Persaraflógvanum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. mai 2026
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S – O G F I S KI MÁ LA R Á Ð I Ð TINGANES • P.O. BOX 64 • FO-110 TÓRSHAVN • FAROE ISLANDS TELEPHONE + 298 35 87 00 • E-MAIL: UFMR@UFMR.FO • Homepage: www.ufmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Tórshavn, 26. mai 2026 J.nr.: 26/13710-2 Svar frá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni, uppá fyrispurning 52-109/2025 frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, um støðuna hjá føroyingum í Persaraflógvanum Spurningurin var soljóðandi: 1. Hevur landsstýrið eitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd ella á annan hátt avmarkaði í Persaraflógvanum? 2. Hvat ger landsstýrið fyri at fáa eitt greitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd í Persaraflógvanum? 3. Arbeiðir landsstýrið við at fáa føroyingar heim á tryggan hátt, og at føroyingar ið eru verandi í økinum annars eru tryggir? 4. Verður landsstýrið kunnað um og tikið við í uttanríkis- og trygdarpolitiskar avgerðir, ið verða tiknar, ið viðvíkja stongslinum av Hormuz-sundinum – eitt nú avgerðir frá danskari síðu um at geva hernaðarlig íkast til hernaðarátøk í økinum? Til spurningar 1-3 At kalla eingin skipaferðsla hevur verið gjøgnum Hormuz-sundið síðan um mánaðarskiftið februar-mars. Støðan í økinum broytist frá degi til dags, og ber í sær óvissur fyri tey mongu skip og sjófólk, sum ikki sleppa úr Hormuz-sundinum orsakað av støðuni. Uttanríkistænastan samstarvar við danska uttanríkisráðið um mál, sum viðvíkja borgaratænastu til føroyingar úti í heimi. Í tílíkum málum er meginreglan tann, at borgarar, ið hava tørv á hjálp, ráðgeving ella øðrum tænastum venda sær beinleiðis til Uttanríkistænastuna ella til danska uttanríkisráðið. Enn er eingin fyrispurningur um borgaratænastu frá føroyingum í Hormuz- økinum skrásettur. Landsstýrið fylgir gongdini í økinum við tí fyri eygað eftir førimuni – og í samstarvi við onnur lond í líknandi støðu – at kunna veita hjálp og ráðgeving. Vinnumálaráðið hevur upplýst, at einki skip í føroysku skipaskráunum er í Hormuz-sundinum ella innanfyri. Føroyskir myndugleikar hava ikki eitt samlað yvirlit yvir, hvørjum skipum føroysk sjófólk sigla við, ella hvar ið skip við føroyskum sjófólkum eru stødd. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G F I S K I M Á L A R Á Ð I Ð Til spurning 4 Landsstýrið fær vanliga kunning um viðkomandi ætlanir hjá donsku stjórnini av uttanríkis- trygdar- og verjupolitiskum slagi. Lagt er upp til, at skuldi hesin spurningur verðið aktuellur í mun til støðuna í Hormuz-sundinum, fær landsstýrið kunning. Uttanríkis- og fiskimálaráðið, 26. mai 2026 Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður -- 2 of 2 --
109.25 Spm. til. B.S. Nielsen frá B. K. Petersen - Støðan hjá føroyingum í Persaraflógvanum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. mai 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum Evni: Støðan hjá føroyingum í Persaraflógvanum Spurningar: 1. Hevur landsstýrið eitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd ella á annan hátt avmarkaði í Persaraflógvanum? 2. Hvat ger landsstýrið fyri at fáa eitt greitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd í Persaraflógvanum? 3. Arbeiðir landsstýrið við at fáa føroyingar heim á tryggan hátt, og at føroyingar ið eru verandi í økinum annars eru tryggir? 4. Verður landsstýrið kunnað um og tikið við í uttanríkis- og trygdarpolitiskar avgerðir, ið verða tiknar, ið viðvíkja stongslinum av Hormuz-sundinum – eitt nú avgerðir frá danskari síðu um at geva hernaðarlig íkast til hernaðarátøk í økinum? Viðmerkingar: Eftir at USA og Ísrael tann 28. februar 2026 framdu eitt umfatandi álop á Iran, sum hevur elvt til eitt umfatandi stríð landanna millum, hevur iranska tjóðarhirðin stongt Hormuz-sundið. Orsakað av hesum eru 1500-2000 skip innibyrgd í Persaraflógvanum, við upp til 35.000 sjófólkum og ferðafólkum umborð (IMO). Fleiri skip eru álopin, og fólk eru bæði deyð og løstaði í hesum álopum. Skipini eru kringsett av hernaðarflogførum, dronum og herskipum frá fleiri pørtum. Støðan er sostatt sera ótrygg og broytist dag fyri dag. Nógvir føroyingar sigla við altjóða handilsflotanum, eitt nú við Mærsk, og tí kann hugsast, at fleiri føroyingar eru raktir av stonglinum av Hormuz-sundinum. Dømir eru um føroyingar, sum eru umborð á skipum í flógvanum, sum hava stúrin avvarðandi heima í Føroyum. Føroyar hava sum fremstu ábyrgd at verja og tryggja lív og heilsu hjá okkara íbúgvum, bæði úti og heima. Fyri at fáa greiðu á, hvør støðan er hjá teimum føroyingum, ið eru raktir av stongslinum av Hormuz-sundinum, og hvussu landsstýrið fyriheldur seg til støðuna í økinum annars, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 13. mai 2026 Bjarni Kárason Petersen -- 1 of 1 --