52-108/2025
Støðan við MobilePay
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. mai 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
108.25 Svar frá J. Vestergaard til F. Magnussen - Støðan við MobilePay.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. mai 2026
Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Tórshavn, 22. mai 2026 J.nr.: 26/12751 Svar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-108/2025 frá Fróða Magnussen, løgtingsmanni, um støðuna við MobilePay Spurningurin var soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar forðingar eru fyri at brúka MobilePay í Føroyum, og hvussu tað líður at beina hesar av vegnum? Svarað verður undir einum: Eingin beinleiðis løgfrøðilig forðing er fyri at brúka MobilePay-skipanina í Føroyum. Tó hevur tað víst seg, at tað er ein óbeinleiðis løgfrøðilig forðing fyri, at MobilePay loysnin kann virka í Føroyum. Felagið, sum eigur MobilePay, Vipps MobilePay, er skrásett í Noregi, sum er eitt EFTA-land, og felagið kann tí á jøvnum føti við onnur, sum veita elektroniskar gjaldsloysnir, hava sítt virksemi í Danmark gjøgnum eina deild, sbrt. § 1, stk. 2, í lov om betalinger, sum er galdandi í Danmark. Henda áseting er ikki tikin við í gjaldslógina, sum er sett í gildi fyri Føroyar, tí Føroyar eru hvørki ES- ella EFTA-land. Tí mugu veitarar, sum hava sítt virksemi í Danmark ígjøgnum eina deild, søkja danska Fíggjareftirlitið um loyvi til at veita hesar tænasturnar í Føroyum. Ábendingar eru um, at tað sjálvstøðuga loyvið, sum krevst til at kunna veita hesar gjaldsloysnir í Føroyum, kann hava við sær eyka umsitingarligar og tøkniligar útreiðslur fyri veitararnar, og ivasamt er, um hesir eru sinnaðir at bera hesar útreiðslurnar fyri at koma inn á tann føroyska marknaðin. Vinnumálaráðið er saman við Fíggjareftirlitinum farið undir at kanna, hvussu hesin trupulleikin kann loysast, so veitarar av gjaldsloysnum fáa atgongd til tann føroyska marknaðin eftir treytum, sum teir eru sinnaðir at virka undir. Helst er neyðugt at broyta føroysku gjaldslógina fyri at loysa málið, og kannað verður, hvussu hetta skal gerast, so fyrimunirnir við at broyta lógina ikki hava avleiðingar fyri tey vinnurekandi, sum frammanundan virka á hesum øki. Miðað verður eftir, at málið verður loyst í komandi tingári. Vinnumálaráðið, 22. mai 2025 Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 1 of 1 --
108.25 Spm. til J. Vestergaard frá F. Magnussen - Støðan við MobilePay.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. mai 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Fróði Magnussen, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum Evni: Støðan við MobilePay Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar forðingarnar eru fyri at brúka MobilePay í Føroyum, og hvussu tað líður at beina hesar av vegnum? Viðmerkingar: Seinastu árini er talgilda gjaldskipanin vorðin ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá fólki og fyritøkum kring Norðurlond. Í Danmark verður MobilePay brúkt í stóran mun bæði millum privatpersónar, fyritøkur, feløg og almenn tiltøk, og nógvir føroyingar kenna skipanina væl frá arbeiði, lestri, ferðing og øðrum uppihaldi uttanlands. Føroyingar ferðast nógv til Danmarkar og hini Norðurlondini, og fleiri uppliva tað sum eina avmarking, at føroyskir bankakundar ikki hava somu atgongd til talgildar gjaldskipanir sum grannalond okkara. Tað hevði verið ein fyrimunur hjá bæði privatfólki, vinnulívi og felagsskapum, um møguleiki var hjá føroyingum at nýta skipanir sum MobilePay á jøvnum føti við onnur í Norðurlondum. Harumframt hevði ein slík loysn lætt um smærri flytingar millum privatpersónar, gjaldingar í sambandi við tiltøk, ítrótt, felagsskapir og handil, og hevði gjørt tað lættari hjá føroyskum brúkarum at virka í einum alsamt meira talgildum og norðurlendskum gjaldsheimi. Tað hevur tó verið ført fram, at løgfrøðiligar og fyriskipanarligar forðingar gera, at føroyskir brúkarar ikki kunnu fáa atgongd til MobilePay. Spyrjarin ynskir tí at fáa greiðu á, hvørjar hesar forðingar eru, og um landsstýrið sær møguleikar fyri at arbeiða fyri, at tær verða beindar av vegnum. Á Løgtingi, 13. mai 2026 Fróði Magnussen -- 1 of 1 --