← Løgtingsmál

52-106/2025

Vegastrekkið við Streymin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. mai 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
106.25 Svar frá J. Vestergaard til B. Justinussen - Vegastrekkið við Streymin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F T R A D E A N D I N D U S T R Y
GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 27. mai 2026
Mál.: 26/12489
Viðgjørt AE
Tygara skriv: 52-106/2026
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-106/2025 frá Bill Justinussen, løgtingmanni, settur
landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um vegastrekkið við Streymin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær kann væntast, at vegastrekkið við Streymin fær eina varandi ferðslutrygga loysn?
2. Hvussu nógv kostar tað at broyta vegastrekkið, so ferðslan verður trygg?
3. Hvør loysn heldur landsstýrismaðurin er tann besta?
Svar til spurning 1, 2 og 3:
Ferðslutrygd skal altíð raðfestast, tá vegir og átøk verða gjørd, har ferðsluviðurskiftini ikki eru nóg
góð.
Trupulleikin við ferðslutrygdini við Streymin er, at tað eru ov nógvar íbindingar á einum stuttum
vegastrekki. Harumframt er sýnið frá íbindingini í Norðskála og út á høvuðsvegin ikki nøktandi, tí
íbindingin liggur á innaru síðuni á einum svingi á høvuðsvegnum.
Fyri fýra áum síðani varð loyvda ferðin fram við vegamótunum lækkað úr 80 km/t. niður í 60
km/t. Í ár eru ferðgáar settir upp, sum vísa koyrdu ferðina. Ferðgáin blinkar, um koyrt verður ov
skjótt.
Arbeitt hevur verið við eini loysn fyri alt vegastrekkið við Streymin síðani 2007, tá ið Løgtingið
játtaði pengar til at kanna eina verkætlan, har vegurin frá Norðskála verður leiddur undir
høvuðsvegin til Oyrarbakka. Arbeiðið varð boðið út, og tilboð kom inn upp á 4,2 mió. kr., men
Løgtingið játtaði ikki neyðuga upphædd til at fremja verkætlanina.
Við hesi loysnini hevði lokala ferðslan millum Norðskála og Oyrarbakka ikki verið noydd at farið
út á høvuðsvegin, og ferðslan hevði verið knýtt bæði betri og tryggari saman.
Henda loysnin fevnir eisini um eina minni rundkoyring inni á Oyrarbakka tætt við skúlan, har
Magnstøðin, vegurin til Oyrarbakka, vegurin frá Norðskála, vegurin út á landsvegin og møguliga
skúlin verða savnað í hesi rundkoyringini. Ein nýggj felags íbinding hevði verið gjørd
Oyrarbakkamegin út á høvuðsvegin tætt við, har verandi íbinding er.
Landsverk metir, at nevnda loysn við undirføring er besta loysnin fyri alt vegastrekkið. Samlaða
verkætlanin kostar umleið 15,0 mió. kr.

-- 1 of 2 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Landsverk og Sunda kommuna hava eisini umrøtt at gera eina stóra rundkoyring úti á
landsvegnum. Harumframt er eitt annað uppskot kannað, har ferðsla frá øllum vegum verður stýrd
við ferðsluljósum. Henda loysnin verður mett til at kosta umleið 5 mió. kr.
Ein avbjóðing við loysnini við stórari rundkoyring á landsvegnum og loysnini við ferðsluljósum er,
at størri tillagingar mugu gerast við atkomuvegunum. Brekkan niðan móti Norðskálatunlinum
kann verða ein avbjóðing hjá størri akførum, um tey skulu steðga við eitt vegamót áðrenn
brekkuna, serliga um veturin.
Ferðsluviðurskiftini við Streymin skulu tó vera í lagi. Landsstýrismaðurin er sinnaður at arbeiða
fyri eini loysn fyri alt vegastrekkið. Vónandi eydnast at fáa eina játtan til vegar til endamálið.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
106.25 Spm til J. Vestergaard frá B. Justinussen - Vegastrekkið við Streymin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bill Justinussen, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Vegastrekkið við Streymin
Spurningar:
1. Nær kann væntast, at vegastrekkið við Streymin fær eina varandi ferðslutrygga
loysn?
2. Hvussu nógv kostar tað at broyta vegastrekkið, so ferðslan verður trygg?
3. Hvør loysn heldur landsstýrismaðurin er tann besta?
Viðmerkingar:
Nógvar minni og meiri álvarsligar ferðsluvanlukkur hava verið á vegstrekkinum við
Streymin gjøgnum árini. Í mong ár hevur tað verið eitt áleikandi ynski frá íbúgvum og
kommunala myndugleikanum at fáa eina varandi ferðslutrygga loysn á strekkinum.
Ymsar loysnir eru á borðinum. Nógv samskifti og nógvir fundir hava verið millum
kommunala myndugleikan, lokala handilslívið og almenna myndugleikan um, hvør
loysn er best egnað. Tó er enn ongin avgerð tikin um, hvør loysn skal setast í verk.
Og meðan vit bíða, henda fleiri ferðsluvanlukkur og ferðsluóhapp. Álvarsligur
mannskaði og í nøkrum førum mannalív eru prísurin fyri almenna drálið.
Nú nýtt landsstýri er skipað, er lagaliga løtan at spyrja, nær væntast kann, at nakað
munagott hendir í málinum.
Á Løgtingi, 11. mai 2026
Bill Justinussen

-- 1 of 1 --