← Løgtingsmál

52-105/2025

Ognartøka av festijørð eftir byggi-og býarskipanarlógini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. mai 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
105.25 Svar frá Ey. H. Niclasen til K. K. Hentze - Ognartøka av festijørð eftir byggi-og býarskipanarlógini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
HEILSU- OG ORKUMÁLARÁÐIÐ
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 15.05.2026
J. nr.: 26/11628-2
Svar upp á fyrispurning nr. 52-105/2025 sambært § 52 a í tingskipanini til Eyðdis Hartmann
Niclasen, landsstýriskvinnu, frá Kristian Krog Hentze, løgtingsmanni, um ognartøku av
festijørð eftir byggi- og býarskipanarlógini
Spurningur:
Nær fer landsstýriskvinnan at steðga ólógligu ognartøkuni av lendi og vatni í Heimastahaga-
Norðaripartur í Skálavík?
Svar:
Fyrst er at siga, at landsstýriskvinnan ikki kann leggja til grund fortreytina í spurninginum um, at ein
ólóglig ognartøka er framd í Skálavík. Spurningurin um, hvørt ein ítøkilig avgerð um ognartøku er
lóglig ella ikki, verður at avgera av røttum kærumyndugleika ella av dómstólunum.
Harnæst er at siga, at landsstýriskvinnan ikki er góðkennandi myndugleiki, eftirlitsmyndugleiki ella
kærumyndugleiki viðvíkjandi kommunalum avgerðum um ognartøku. Løgtingslóg um býarskipanir
og byggisamtyktir gevur ikki landsstýriskvinnuni heimild til at steðga, ógilda ella broyta eina
kommunala avgerð um ognartøku. Sambært § 10 a í lógini kunnu avgerðir, sum kommuna hevur tikið
við heimild í lógini ella í byggisamtykt, kærast til Føroya Kærustovn. Tað er sostatt Føroya
Kærustovnur og ikki landsstýriskvinnan, sum er tann fyrisitingarligi myndugleikin, ið kann taka støðu
til eina kæru um eina slíka kommunala avgerð.
Spyrjarin vísir í viðmerkingunum til fyrispurningin til svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-099/2025
frá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni, til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, dagfest 03.03.2026, har
Uttanríkis- og mentamálaráðið staðfestir, at § 12, stk. 1, í løgtingslóg um býarskipanir og
byggisamtyktir ikki gevur kommunum heimild til at ognartaka almenna ogn ella festijørð.
Henda staðfestingin av, hvat ein lógaráseting merkir, knýtir seg ikki til nakað ítøkiligt mál, hóast
spyrjarin í spurninginum vísti til ávíst ítøkiligt mál sum høvi til at seta fyrispurningin. Ein generell
staðfesting av, hvat ein lógaráseting ítøkiliga ásetir, er ikki tað sama sum ein ítøkilig avgerð
viðvíkjandi einum ítøkiligum máli. Ein ítøkilig fyrisitingarlig avgerð byggir á eitt upplýst faktiskt og

-- 1 of 2 --

rættarligt grundarlag, sum verður fingið til vegar av tí myndugleika, sum hevur formligan førleika til
at taka avgerð í málinum. Viðvíkjandi ítøkiliga málinum, sum spyrjarin vísir til, hevur
landsstýriskvinnan ikki formligan førleika til at taka avgerð í málinum.
At enda skal sigast, at landsstýriskvinnan, av omanfyri nevndu orsøkum, hvørki kann ella skal taka
støðu til ella meta um kommunalu avgerðina um ognartøku, sum spyrjarin vísir til.
Landsstýriskvinnan hevur einki sakligt grundarlag fyri og onga lógliga heimild til at leggja seg út í
ítøkiliga málið um ognartøku.
Heilsu- og orkumálaráðið, 15. mai 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
105.25 Spm. til Ey. H. Niclasen frá K. K. Hentze - Ognartøka av festijørð eftir byggi-og býarskipanarlógini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Ognartøka av festijørð eftir byggi-og býarskipanarlógini
Spurningar:
1. Nær fer landsstýriskvinnan at steðga ólógligu ognartøkuni av lendi og vatni í
Heimastahaga-Norðaripartur í Skálavík?
Viðmerkingar:
Nær fer landsstýriskvinnan at steðga ólógligu ognartøkuni av lendi og vatni í
Heimastahaga-Norðaripartur í Skálavík?
Viðmerkingar
Búnaðarstovan hevur tikið ræðið av festaranum í Heimastahaga-Norðaripartur,
Skálavík, vísandi til § 1 í Lov nr. 172 av 1. maj 1937 for Færøerne om Haugers
Styrelse og Drift m.m, fyri, at síggja til, at hjálpa Skálavíkar kommunu at ognartaka
burturav Heimastahaga-Norðaripart, vísandi til Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
um býarskipanir og byggisamtyktir.
Heimastihagi-Norðaripartur er samansettur av privatari og almennari ogn/festijørð.
Upp á fyrispurning frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, svaraði táverandi
landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum tann 3. mars 2026:
”Kommunur hava sambært § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og
byggisamtyktir heimild til at taka privata ogn móti endurgjaldi, tá ognartøkan er
neyðug til at fremja tey í góðkendari byggisamtykt ætlaðu tiltøk.
Uttanríkis-og mentamálaráðið metir soleiðis ikki, at § 12, stk. 1 í løgtingslóg um
býarskipanir og byggisamtyktir gevur kommunum heimild til at ognartaka almenna
ogn ella festijørð”.
Nú nærum tveir mánaðir eru gingnir síðan svarið frá landsstýriskvinnuni, eru ongi stig
tikin til at rætta skeivleikan. Tí verður spurt, nær nýggja landsstýriskvinnan fer at
steðga ólógligu ognartøkuni.
Á Løgtingi, 4. mai 2026
Kristian Krog Hentze

-- 1 of 1 --