← Løgtingsmál

52-104/2025

Asfaltering av Oyrarvegnum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. mai 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
104.25 Svar frá J. Vestergaard til H. Samuelsen - Asfaltering av Oyrarvegnum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F T R A D E A N D I N D U S T R Y
GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 17. mai 2026
Mál.: 26/11635
Viðgjørt AE
Tygara skriv: 52-103/2025
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-104/2025 frá Hermann R. Samuelsen, løgtingmanni,
settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um asfaltering av
Oyrarvegnum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta asfaltering av Oyrarvegnum í nærmastu framtíð?
2. Um ja, nær kann væntast, at arbeiðið verður framt?
3. Um nei, hvat ætlar landsstýrismaðurin annars at gera fyri at bøta um støðuna á hesum
vegastrekki?
Svar til spurning 1,2 og 3:
Norðoyrarvegurin er umleið 2,2 kilometrar. Í 2013 vórðu ábøtur gjørdar á vegin. Gongubreytir
vórðu gjørdar frá Klaksvík til Norðoyrar, ein partur av vegnum varð asfalteraður og ymiskt annað
varð eisini gjørt. Tað kostar umleið 3 mió. kr. at asfaltera Oyrarvegin.
Ásannast má, at ov lítið av peningi verður játtað til at viðlíkahalda landsvegakervið. Síðan 2023
hevur asfaltering tó verið raðfest við egnari játtan á Fíggjarlógini. Fyrsta árið var játtanin 10 mió.
kr. og síðan 12 mió. kr. Samanlagt eru 46 mió. kr. játtaðar í tíðarskeiðinum 2023 – 2026, og 27,4
kilometrar eru asfalteraðir samanlagt.
Harumframt eru einstøk ár serstakar játtanir til asfaltering, eitt nú 4 mió. kr. til Elduvíkarvegin í
2025, har 4,5 km vórðu asfalteraðir. Eisini verða vegir asfalteraðir í sambandi við vegagerð annars,
til dømis vegurin gjøgnum Húsavík í samband við Dalstunnilin.
Landsvegakervið er umleið 480 kilometrar. Í miðal eiga vegirnir at verða asfalteraðir umleið
fimtanda hvørt ár. Tað merkir, at vit áttu at asfalterað einar 32 kilometrar hvørt ár fyri at halda
vegakervið í góðum standi.
Landsverk metir, at tað er átrokandi neyðugt at asfaltera umleið 100 km. av landsvegi. Ein av
hesum vegum er Oyrarvegurin. Í miðal kostar tað umleið 1,8 mió. kr. at asfaltera 1 kilometur av
vegi. Sostatt røkkur játtanin bert til einar 6,7 km um árið. Tí er tað eisini trupult at raðfesta.
Í ár hevur Landsverk gjørt sáttmála um at asfaltera vegin millum Norðasta Horn og Velbastað,
vegin gjøgnum Velbastað og ein part av vegnum gjøgnum Sands bygd. Tilsamans er talan um
umleið 5,5 km av vegi, ið kosta umleið 10 mió. kr. at asfaltera. Írestandi 2 mió. kr. verða brúktar til
smærri ábøtur. Niðanfyri sæst talva, sum vísir vegastrekki, ið eru asfalterað árini 2023 – 2026 av
játtanini til asfaltering.

-- 1 of 2 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Talva 1, vegastrekki asfalterað 2023 – 2026
2023
Ábøtur 1,0 mió. kr.
Kollafjørð 2,8 mió. kr. 1,5 km
Gøtu 4,3 mió. kr. 2,5 km
Kambsdal 2,2 mió. kr. 1,4 km
2024
Vatnsoyrarvegurin 8 mió. kr. 6 km
Kaldbaksvegurin 2 mió. kr. 1,5 km
2025
Kollafjørð 1,8 mió. kr. 1 km
Millum Fjarða 6,8 mió. kr. 5 km
Kaldbaksvegurin 4,5 mió. kr. 3 km
Syðradal 0,4 mió. kr.
2026
Velbastað 2 mió. kr. 1,5 km
Sandoy 2,2 mió. kr. 1 km
Velbastaðsháls 5,6 mió. kr. 3 km
Ábøtur 2 mió. kr.
Samanlagt 45,6 mió. kr. 27,4 km
Landsstýrismaðurin er samdur við løgtingsmanninum. Oyrarvegurin hevur stóran týdning fyri
borgarar á Norðoyri og økið har um leiðir, og skal verða í góðum standi. Neyðugt er at asfaltera
vegin, og vónandi ber til at raðfesta arbeiðið innan rímiliga tíð.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
104.25 Spm. til J. Vestergaard frá H. Samuelsen - Asfaltering av Oyrarvegnum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hermann R. Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Asfaltering av Oyrarvegnum
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta asfaltering av Oyrarvegnum í nærmastu framtíð?
2. Um ja, nær kann væntast, at arbeiðið verður framt?
3. Um nei, hvat ætlar landsstýrismaðurin annars at gera fyri at bøta um støðuna á hesum
vegastrekki?
Viðmerkingar:
Oyrarvegurin er ein landsvegur við nógvari dagligari ferðslu, har tung vinnuakfør koyra regluliga.
Vegurin er í ringum standi, og tað er tískil ein átrokandi tørvur á ábótum á hesum vegastrekkinum.
Henda farleið hevur stóran týdning fyri vinnulívið í økinum, men somuleiðis fyri borgararnar á
Norðoyri, ið nýta vegin dagliga. Norðoyri er ein vaksandi bygd við einum vaksandi tali av
barnafamiljum. Í nærmastu framtíð verður talan um tveir dagsstovnar í bygdini, og longu nú eru
nógvar barnafamiljur, ið dagliga seta síni børn av har.
Samanumtikið er talan um ein landsveg, sum hevur ógviliga tunga og nógva ferðslu.
Á Løgtingi, 4. mai 2026
Hermann R. Samuelsen

-- 1 of 1 --