52-103/2025
Brúgvin um Fjarðará
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. mai 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
103.25 Svar frá J. Vestergaard til H. Abrahamsen - Brúgvin um Fjarðará.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. mai 2026
Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F T R A D E A N D I N D U S T R Y GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 8. mai 2026 Mál.: 26/11294 Viðgjørt AE Tygara skriv: 52-103/2025 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-103/2025 frá Helga Abrahamsen, løgtingmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jacob Vestergaard, um brúnna um Fjarðará Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er ætlanin at gera eina nýggja brúgv um Fjarðará í Skálafirði? 2. Hvussu nógv kann roknast við, at ein møgulig nýggj brúgv fer at kosta? 3. Hvørja ávirkan hevur tað fyri møguleikarnar at gera ein nýggjan veg omanfyri bygdina í Skálafirði, um nógvir pengar verða brúktir til ábøtur á verandi veg? Svar til spurning 1 Ja, ætlanin er at gera brúnna um Fjarðará í Skalafirði. Útboðstilfarið er nærum liðugt, og verkætlanin verður boðin út sum heildararbeiðstøka í næstum, væntandi innan fyri ein mánað. Svar til spurning 2 Landsverk metir, at brúgvin um Fjarðará kostar 10 mió. kr., og 10 mió. kr. eru játtaðar á fíggjarlógini í 2026 til at gera brúnna. Svar til spurning 3 Verandi brúgv má skiftast út, tí standurin er so ringur. Brúgvin verður burturbeind, og nýggj tvísporað brúgv við gongubreyt verður gjørd sama stað. Verkætlanin broytir ikki vegastrekkið. Bert smærri tillagingar verða gjørdar báðu megin brúnna, so til ber at brúka brúnna. Landsverk arbeiðir miðvíst við at betra um umstøðurnar hjá ábærari ferðslu. Tí er gongubreyt á sjálvari brúnni við í verkætlanini. Størri tillagingar av vegastrekkinum og nýgerð av gongubreytum ella gongugøtum krevur hægri játtan. Í hesum umfari verða eingir pengar nýttir til ábøtur á verandi vegi. Verkætlanin ávirkar ikki møguleikarnar fyri at gera ein umkoyringarveg omanfyri bygdina. Tað er ein heilt onnur verkætlan, sum eisini er væl dýrari. Brúgvin um Fjarðará mátti gerast, líka mikið um vegur verður gjørdur omanfyri bygdina ella ikki. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 1 of 2 -- V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð -- 2 of 2 --
103.25 Spm til J. Vestergaard frá H. Abrahamsen - Brúgvin um Fjarðará.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. apr. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum Evni: Brúgvin um Fjarðará Spurningar: 1. Er ætlanin at gera eina nýggja brúgv um Fjarðará í Skálafirði? 2. Hvussu nógv kann roknast við, at ein møgulig nýggj brúgv fer at kosta? 3. Hvørja ávirkan hevur tað fyri møguleikarnar at gera ein nýggjan veg omanfyri bygdina í Skálafirði, um nógvir pengar verða brúktir til ábøtur á verandi veg? Viðmerkingar: Landsverk hevur í nógv ár víst á, at nógvar brúgvar í Føroyum eru í ringum standi. Brúgvin um Fjarðará í Skálafirði hevur verið nevnd sum dømi um eina brúgv, sum er í sera ringum standi. Nú ljóðar at brúgvin skal skiftast út, men samtíðis er ein onnur eldri ætlan um at gera nýggjan veg uttanum bygdina. Tann ætlanin hevur verið parkerað í nógv ár. Hesin spurningurin verður settur fyri at vita, hvørja ávirkan tað kann hava á ætlanina um at gera ein nýggjan veg, um nógvir pengar verða brúktir til at bøta um verandi veg. Á Løgtingi, 28. apríl 2026 Helgi Abrahamsen -- 1 of 1 --