← Løgtingsmál

52-102/2025

Landsvegir, ið ganga gjøgnum bygd øki

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. mai 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
102.25 Svar frá J. Vestergaard til F. S. Nielsen - Landsvegir, ið ganga gjøgnum bygd øki.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 13. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F T R A D E A N D I N D U S T R Y
GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 11. mai 2026
Mál.: 26/11293
Viðgjørt AE
Tygara skriv: 52-103/2025
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-102/2025 frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingkvinnu, settur
landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um landsvegir, ið ganga gjøgnum
bygd øki
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Á hvussu nógvum vegastrekkjum í Føroyum ganga landsvegir gjøgnum øki, har børn hava
sína dagligu gongd?
2. Hvørji øki er talan um?
3. Ætlar landsstýrið at gera nakað við at bøta um ferðslutrygdina á tílíkum økjum?
Svar til spurning 1 og 2
Tað eru nógv vegastrekki kring alt landið, har bilferðsla fer gjøgnum bygt øki, ella tætt við bygt øki,
har børn eisini hava sína dagligu gongd. Talan er ikki bert um landsvegir, men eisini um
vegastrekki, har ein partur av vegnum er kommunalur.
Niðanfyri er eitt yvirlit frá Landsverki, sum vísir 34 vegastrekki, har høvuðsferðslan koyrir
gjøgnum bygt øki, og loyvda ferðin í stóran mun er skeltað niður, umframt vegir, sum liggja nær
við bygdir, har tað í flestu førum ber til at koyra 80 km/t. Yvirlitið hevur ikki bygdir við, sum liggja
við endan á eini farleið.
Yvirlitið vísir, hvussu nógvir bilar koyra á vegunum í miðal um samdøgrið.
1. Bygd 2. Eigari 3. Ferðsla
Lopra Lands- og kommunuvegur 150
Vágur Lands- og kommunuvegur 2.000
Ørðavík Landsvegur 200
Trongisvágur/Tvøroyri Lands- og kommunuvegur 2.000
Hvalba Landsvegur 1.000
Sandur Landsvegur 1.000
Húsavík Landsvegur 200
Velbastaður Landsvegur 300
Tórshavn/Hoyvík/Hvítanes Lands- og kommunuvegur 15.000
Kollafjørður Landsvegur 6.000
Hósvík Landsvegur 4.000
Hvalvík Landsvegur 4.000

-- 1 of 3 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Streymnes Landsvegur 4.000
Leynar/Stykkið Landsvegur 1.500
Langasandur Landsvegur 500
Haldórsvík Landsvegur 400
Sandavágur - Miðvágur Lands- og kommunuvegur 4.500
Sørvágur Lands- og kommunuvegur 2.000
Við Streymin Lands- og kommunuvegur 4.000
Oyrarbakki Landsvegur 2.000
Funningsfjørður Landsvegur 600
Skálafjørður Landsvegur 2.000
Strendur Landsvegur 2.500
Morskranes Landsvegur 400
Skipanes/Undir Gøtueiði Landsvegur 5.000
Søldarfjørður Landsvegur 8.000
Lambareiði Landsvegur 8.000
Glyvrar/Saltangará/Runavík Lands- og kommunuvegur 8.000
Toftir Landsvegur 2.000
Gøta Landsvegur 7.000
Leirvík Lands- og kommunuvegur 5.000
Klaksvík Lands- og kommunuvegur 10.000
Ánirnar Landsvegur 800
Depil/Fossanes/Hvannasund Landsvegur 800
Svar til spurning 3
Landsstýrismaðurin vil virka fyri, at ferðslutrygdin í bygdum øki verður raðfest fremri. Tað skal
vera trygt at ferðast, eisini millum heim og skúla. Vónandi ber til at hækka játtanina til trygdartiltøk.
Landsverk hevur í Samferðsluætlanum og í Temabløðum lýst, hvørjar loysnir kunnu gerast fyri at
betra um umstøðurnar hjá ábærari ferðslu, sum er fólk til gongu, á súkklu, fólk við rørslutarni og
onnur.
Trygdartiltøk snúgva seg millum annað um ferðtálmandi tiltøk, ferðslustýring, breiðkan av
gongubreytum, gonguteigar, rundkoyringar og annað.
Eitt dømi er Gøtugjógv, har tað nærum eingin skilnaður er millum bilferðslu og ábæra ferðslu á
staðnum. Har eru eitt nú dagstovnur og skúli omanfyri vegin, sum gera, at ferðandi til gongu úr
Norðragøtu og Syðrugøtu mugu fara yvirum vegin fyri at koma til og frá skúla og dagstovni.
Arbeitt verður við at betra verandi umstøður í samstarvi millum Landsverk og kommunu.
Gongurbreytirnar eru dagførdar og kantsteinar eru settir upp. Ætlanin er eisini at gera eitt
ferðtálmandi tiltak - eina ferðsluoyggj beint við íbindingina til Syðrugøtu.

-- 2 of 3 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Sum tingkvinnan vísir á, økist ferðslan alsamt á strekkinum til og frá flogvøllinum, og sostatt eisini
gjøgnum bygdirnar í Vága kommunu. Trygdin skal verða sett fremst, men framkomuleikin skal
eisini vera í lagi.
Framd trygdartiltøk bøta um støðuna, men seinka eisini ferðslu og framkomuleika. Ein varandi
loysn er at leiða høvuðsferðsluna uttanum bygdirnar við nýggjum vegum ella tunlum. Tað sama er
eisini galdandi aðrastaðni í landinum.
Í ár eru 2,4 mió. kr. játtaðar til at fyrireika tunnil á farleiðini frá flogvøllinum til Vágatunnilin.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
102.25 Spm til J. Vestergaard frá F. S. Nielsen - Landsvegir, ið ganga gjøgnum bygd øki.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. apr. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Landsvegir, ið ganga gjøgnum bygd øki
Spurningar:
1. Á hvussu nógvum vegastrekkjum í Føroyum ganga landsvegir gjøgnum øki,
har børn hava sína dagligu gongd?
2. Hvørji øki er talan um?
3. Ætlar landsstýrið at gera nakað við at bøta um ferðslutrygdina á tílíkum
økjum?
Viðmerkingar:
Øll ferðsla til og frá flogvøllinum í Vágum verður leidd eftir sama vegi, sum er farleið
til einasta fólkaskúlan í Vága Kommunu. Ferðafólkatalið á flogvøllinum setur
framvegis met, og teir tríggjar summarmánaðirnar, juni, juli og august, vóru í 2025
184.000 fólk komin og farin um flogvøllin. Tað var væl meiri enn summarmánaðirnar
undanfarin ár (kelda: kvf.fo).
Alt árið 2024 komu og fóru 444.000 ferðafólk um flogvøllin, met varð eisini sett í
2025 tá 461.054 fólk ferðaðust um flogvøllin (kelda: fae.fo).
Ferðslutrygdin á vegastrekkinum, har landsvegurin gongur gjøgnum Sandavág og
Miðvág er ikki nøktandi, og Løgtingið hevur samtykt, at Vága Floghavn fær 350
milliónir kr. til part av ætlaðu útbyggingunum av flogvøllinum/farstøðini.
Tað eru játtaðar 2,4 mió. kr. til at fyrireika tunnilin á farleiðini frá flogvøllinum til
Vágatunnilin. Men tá er talan um eina langtíðarætlan. Her og nú er ein stór avbjóðing
á vegastrekkinum.
Tað hevði verið áhugavert at frætt, hvørjar tankar landsstýrisfólkið hevur um hesi
viðurskifti.
Tí vera hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 28. apríl 2026
Fía Selma Nielsen

-- 1 of 1 --