← Løgtingsmál

52-101/2025

Skúlaheimið í Marknagili

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. mai 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
101.25 Svar frá B. á Lakjuni til B. Brynhildardóttir- Skúlaheimið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. mai 2026

Sjá útdrigin tekst
M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo
Løgtingið 5. mai 2026
Tinghúsveur 1-3 Mál: 22/22133-155
100 Tórshavn Viðgjørt: EØ
Svar
upp á
skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-101/2025 frá Bjørg Brynhildardóttir, løgtingskvinnu,
settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um Skúlaheimið í Marknagili.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Metir landsstýrismaðurin tað vera hóskandi, at leiðslan á Glasi hækkar leiguna hjá
lærlingum og lesandi á Skúlaheiminum við 1.000 krónum?
2. Metir landsstýrismaðurin tað vera skilagott, at vakmyndatól eru sett upp við nærum
hvørja hurð á skúlaheiminum?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at kunning og samskifti hjá leiðsluni á Glasi mótvegis
lærlingum og lesandi hevur verið nøktandi?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at lata felagnum Bústaðir ella onkrum privatum skúlaheimið,
soleiðis sum leiðslan á Glasi hevur lagt upp til?
5. Um skúlaheimið verður selt, hvussu fer hetta at ávirka búfólkini á skúlaheiminum?
6. Nær og hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin at taka í hesum málinum?
Svar
Til 1: Landsstýrismaðurin hevur sett eitt greiningararbeiði í gongd, sum m.a. skal lýsa tørvin á
einum skúlaheimi. Avgerð er tí tikin um, at gjaldið ikki skal hækka, fyrr enn úrslitið av
greiningararbeiðinum fyriliggur. Gjaldið verður tískil ikki hækkað, og eru næmingarnir kunnaðir
um hetta.
Til 2: Leiðslan á Glasi hevur kunnað Mentamálaráðið um, at vakmyndatól á búøkinum eru tikin
niður, og at tað nú er talan um 8 vakmyndatól við inngongdir, sum eru sett upp. Glasir hevur sent
Dátueftirlitinum sum rætta myndugleika á økinum fráboðan um hetta, og er landsstýrismaðurin
kunnaður um, at Dátueftirlitið arbeiðir við málinum í løtuni. Vakmyndatólini eru ikki tikin í nýtslu,
og verða ikki tikin í nýtsla fyrr enn Dátueftirlitið hevur avgreitt málið.
Glasir hevur víst á, at høvuðsendamálið við vakmyndatólunum er at tryggja trygdina hjá
næmingum, starvsfólki og ognum. Í hvønn mun endamálið við uppsetanini av vakmyndatólunum
livir upp til ásetingar innan økið, er upp til Dátueftirlitið at meta um.

-- 1 of 2 --

M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo
2 av 2
Til 3: Glasir hevur kunnað landsstýrismannin um, at skúlin gjøgnum øll árini hevur roynt at havt
gott samskifti við næmingar, eitt nú umvegis lestrarvegleiðara, har talan er um næmingar, sum
ganga á Glasi. Tó eru næmingar frá øðrum skúlum, sum búgva á Skúlaheiminum. Eftir at
samskiparin á Skúlaheiminum fór úr starvi 1. januar vísti tað seg, at ávísar avbjóðingar vóru við
kunning og samskifti millum tey, sum búgva á Skúlaheiminum og Glasir. Hetta er tikið upp í
samstarvi við næmingar, sum búgva har, og tað eru næmingarnir sjálvir, sum hava tikið stig til at
seta eina samstarvsnevnd á stovn. Nevndin er mannað við búfólkum, næmingaráðnum og leiðsluni
á Glasi.
Til 4, 5 og 6: Sum kunnað um undir spurningi 1, so er arbeiðið sett í gongd við at greina tørvin á
einum skúlaheimi. Hetta arbeiðið skal eisini fevna um, í hvønn mun talan skal vera um eitt
skúlaheim ella møguliga aðra bústaðarloysn, og tá úrslitið av hesum fyriliggur, verður avgerð tikin
um, í hvønn mun talan skal vera um eitt skúlaheim, sum Glasir rekur, ella møguliga aðra loysn.
Vinarliga
Bárður á Lakjuni
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
101.25 Spm til B. á Lakjuni frá B. Brynhildardóttir- Skúlaheimið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. apr. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjørg Brynhildardóttir, løgtingskvinna
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Evni: Skúlaheimið í Marknagili
Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin tað vera hóskandi, at leiðslan á Glasi hækkar leiguna
hjá lærlingum og lesandi á Skúlaheiminum við 1.000 krónum?
2. Metir landsstýrismaðurin tað vera skilagott, at vakmyndatól eru sett upp við
nærum hvørja hurð á skúlaheiminum?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at kunning og samskifti hjá leiðsluni á Glasi
mótvegis lærlingum og lesandi hevur verið nøktandi?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at lata felagnum Bústaðir ella onkrum privatum
skúlaheimið, soleiðis sum leiðslan á Glasi hevur lagt upp til?
5. Um skúlaheimið verður selt, hvussu fer hetta at ávirka búfólkini á
skúlaheiminum?
6. Nær og hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin at taka í hesum málinum?
Viðmerkingar:
Í januar í ár varð búfólkið á Skúlaheiminum í Marknagili kallað á fund við leiðsluna á
Glasi, sum umsitur skúlaheimið. Her fingu tey ungu at vita, at leiðarin á
skúlaheiminum var spardur vekk, at reglugerðin skuldi herðast, at atgongdin til
felagsrúm skuldi avmarkast, at tað ikki longur bar til at vera í skúlaheiminum um
vikuskifti og at fleiri vakmyndatól vórðu sett upp. Stutt eftir fundin kundu
næmingarnir lesa á heimasíðuni hjá Glasi, at leigan fyri at búgva í skúlaheiminum fór
at hækka við 1.000 krónum um mánaðin.
Hetta málið hevur verið nógv umrøtt á sosialu miðlunum. Har hava næmingar - í
størstan mun lærlingar og lesandi, sum einans hava sjóvegis samband til
miðstaðarøkið - víst sína ónøgd. Harumframt hava innsløg í sjónvarpinum ikki betrað
um fatanina av, hvussu støðan í løtuni er á Skúlaheiminum. Seinast er komið fram, at
næmingarnir nú skulu liva í ivanum um, hvat yvirhøvur fer at henda við heiminum í
framtíðini - um tað verður umskipað, selt øðrum ella okkurt heilt triðja. Hetta førir
sjálvandi til ónøgd og serliga ótryggleika.
Tað er greitt, at fleiri almennir stovnar, herundir eisini Glasir, hava verið noyddir at
gera sparingar seinastu árini, men tað er skjótt at fáa eina fatan av, at samskiftið og
álit hevur verið vánaligt millum leiðslu og búfólk á skúlaheiminum.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 22. apríl 2026
Bjørg Brynhildardóttir Egholm

-- 2 of 2 --