← Løgtingsmál

52-100/2025

Umvælingin av Hamragarði

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mar. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
100.25 Svar frá M. Stórá til E. Joensen - Umvælingin av Hamragarði.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. mar. 2026

Sjá útdrigin tekst
ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ
Kopargøta 1 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304050 • www.ahr.fo • ahr@ahr.fo
Løgtingið 06. mars 2026
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 26/05588-4
100 Tórshavn
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-100/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um umvæling av Hamragarði, frá
Erhardi Joensen, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvat er støðan, viðvíkjandi umvælingini av Hamragarði í Vági?
2. Er semja ímillum Landsverk og eigararnar um, hvat ið skal gerðast?
3. Er endalig kostnaðarmeting gjørd av umvælingini?
4. Hvussu verður kostnaðurin býttur ímillum landið og eigararnar?
5. Nær kann roknast við, at arbeiðið byrjar og verður liðugt?
Svar
Til spurning 1
Arbeiðstakarasáttmáli varð undirskrivaður 16. januar 2026. Í februar 2026 var farið undir at
fyrireika byggiplássið, og fyrstu niðurtøkuarbeiðini eru farin í gongd.
Til spurning 2
Landsverk, Almanna- og heilsumálaráðið og tær fýra kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni,
umframt leiðslan fyri Bú- og heimatænastu í Suðuroy, hava verið í eini longri tilgongd um
byggimálið og eru komin ásamt um, hvat skal gerast við sjálvan bygningin, og hvussu
eigaraviðurskiftini skulu skipast frameftir. Avtala varð undirskrivað á sumri 2025.
Til spurning 3
Kostnaðarmeting er gjørd og góðkend í stýrisbólkinum, sum varðar av byggimálinum. Har eru
umboð fyri tær fýra kommunurnar, Almannaverkið, Almanna- og heilsumálaráðið og Landsverk.
Til spurning 4
Býtið millum land og kommunur er 65/35%, har kommunurnar síðani býta tey 35 prosentini
sínámillum. Endurgjaldsupphæddin frá gerðarrættarmálinum inngongur eisini.

-- 1 of 2 --

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ
Síða 2 av 2
Til spurning 5
Sum áður nevnt í svari til spurning 1, var í februar farið undir at fyrireika byggiplássið, og fyrstu
niðurtøkuarbeiðini eru farin í gongd. Sambært tíðar- og arbeiðsætlanini, skal avhending verða 1.
oktober 2026.
Almanna- og heilsumálaráðið, 6. mars 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
100.25 Spm til M. Stórá frá E. Joensen - Umvælingin av Hamragarði.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 24. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum
Evni: Umvælingin av Hamragarði
Spurningar:
1. Hvat er støðan, viðvíkjandi umvælingini av Hamragarði í Vági?
2. Er semja ímillum Landsverk og eigararnar um, hvat ið skal gerðast?
3. Er endalig kostnaðarmeting gjørd av umvælingini?
4. Hvussu verður kostnaðurin býttur ímillum landið og eigararnar?
5. Nær kann roknast við, at arbeiðið byrjar og verður liðugt?
Viðmerkingar:
Stutt eftir at Hamragarður varð tikin í nýtslu gjørdist greitt, at týðandi brek vóru í
bygninginum. Nú, 15 ár eftir, at Hamragarður varð tikin í nýtslu, er brekini enn ikki
rættaði ella umvæld, til stóran ampa fyri bæði starvsfólk og brúkarar.
Tí verðar hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 24. februar 2026
Erhard Joensen

-- 1 of 1 --