52-099/2025
Ognartøka av almennari ogn/festijørð eftir byggi- og býarskipanarlógini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. mar. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
099.25 Svar frá S. Stenberg til J. Vestergaard - Ognartøka av almennari ogn - festijørð eftir byggi- og býarskipanarlógini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. mar. 2026
Sjá útdrigin tekst
UTTANRÍKIS- OG MENTAMÁLARÁÐIÐ Tinganes • FO-100 Tórshavn Tel. (+298) 35 87 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 03.03.2026 Málsnr.: 26/05916-2 Svar upp á fyrispurning nr. 52-099/2025 sambært § 52 a í tingskipanini til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, um ognartøku av almennari ogn/festijørð eftir byggi- og býarskipanarlógini Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hava kommunur heimild at ognartaka almenna ogn/festijørð eftir løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir? Svar: Kommunur hava sambært § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir heimild til at taka privata ogn móti endurgjaldi, tá ognartøkan er neyðug til at fremja tey í góðkendari byggisamtykt ætlaðu tiltøk. Uttanríkis- og mentamálaráðið metir soleiðis ikki, at § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir gevur kommunum heimild til at ognartaka almenna ogn ella festijørð. Uttanríkis- og mentamálaráðið, 3. mars 2026 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 1 of 1 --
099.25 Spm. til S. Stenberg frá J. Vestergaard - Ognartøka av almennari ogn - festijørð eftir byggi- og býarskipanarlógini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum Evni: Ognartøka av almennari ogn/festijørð eftir byggi- og býarskipanarlógini Spurningur: 1. Hava kommunur heimild at ognartaka almenna ogn/festijørð eftir løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir? Viðmerkingar Búnaðarstovan hevur tikið ræði av festaranum í Heimasta haga norðaripartur, Skálavík, vísandi til til § 1 í “Lov nr. 172 av 1. maj 1937 for Færøerne om Haugers Styrelse og Drift m.m,” fyri at síggja til at hjálpa Skálavíkar kommunu at ognartaka burturav Heimasta haga norðaripartur, vísandi til “Løgtingslóg” nr. 13 frá 21, mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir”. Heimasti hagi norðaripartur er samansettur av privatari og almennari ogn/festijørð. Sambært § 12 í “Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir”, er ikki heimild til at ognartaka almenna jørð m.a. § 12 er soljóðandi: “§ 12. Grundir, hús, vøtn og áir, brúgvar og annað, sum eru privat ogn (mín herðing), og sum neyðug eru til tey í góðkendari byggisamtykt ætlaðu tiltøk, vegir, torg, leikvøllir, spælipláss, kirkjugarðar og veitingar av ymsum slagi ella til at byggja á tey í samtyktini almennu hús og annað, ella til at útvega onnur byggilendi, ella sum tað annars hevur umráðandi týdning fyri hitt almenna at hava ræði til at seta reglur í verk samtyktarinnar, skulu, tá ið kommunustýrið krevur tað, verða latnar fyri endurgjøld eftir teimum fyriskipanum, sum henda lóg ásetir.” Tá “Løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð”, var til 1. viðgerð á Løgtingi, segði táverandi landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, Bjarni Djurholm, soleiðis: “byggi- og býarskipanarlógin ásetur, at man bara kann ognartaka frá privatum – tað verður tulkað sum um at man ikki kann ognartaka frá tí almanna”. Hetta hevur altíð verið galdandi rættur. Fyri at fáa greiðu á rættarstøðuni á økinum verður hesin fyrispurningur settur. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 23. februar 2026 Jacob Vestergaard -- 2 of 2 --