← Løgtingsmál

52-098/2025

Ognartøka av festijørð

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. mar. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
098.25 Svar frá Ei. í Jákupsstovu til J. Vestergaard - Ognartøka av festijørð.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 4. mar. 2026

Sjá útdrigin tekst
T I L F E I N G I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: TVMR@TVMR.FO
Tórshavn, 4. mars 2026
J.nr. 26/05340
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-098/2025
frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, um ognartøku av festijørð
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Góðtekur og viðmælir landsstýrismaðurin, at Búnaðarstovan viðvirkar til ognartøku av
almennari ogn/festijørð í hagapartinum Heimasti hagi norðaripartur í Skálavík?
2. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin so at taka nøkur stig í málinum?
Svarað verður undir einum:
Sambært § 12, stk. 1, í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir kunnu kommunur einans
ognartaka privata jørð; sostatt ber ikki til at ognartaka festijørð.
Í sambandi við, at løgtingsvalið er útskrivað, hevur løgmaður heitt á landsstýrisfólkini um ikki
at gera annað enn tað, sum er alneyðugt til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað. Tískil
verða ikki onnur stig tikin í málinum.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 4. mars 2026
Eirikur í Jákupsstovu
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
098.25 Spm til Ei. í Jákupsstovu frá J. Vestergaard - Ognartøka av festijørð.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum
Evni: Ognartøka av festijørð
Spurningur:
1. Góðtekur og viðmælir landsstýrismaðurin, at Búnaðarstovan viðvirkar til ognartøku av
almennari ogn/festijørð í hagapartinum Heimasti hagi norðaripartur í Skálavík?
2. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin so at taka nøkur stig í málinum?
Viðmerkingar
Búnaðarstovan hevur tikið ræðið av festaranum í Heimasta haga norðaripartur, Skálavík, vísandi til
til § 1 í “Lov nr. 172 av 1. maj 1937 for Færøerne om Haugers Styrelse og Drift m.m,” fyri at
síggja til at hjálpa Skálavíkar kommunu at ognartaka burturav Heimasta haga norðaripartur, vísandi
til “Løgtingslóg” nr. 13 frá 21, mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir”.
Heimasti hagi norðaripartur er samansettur av privatari og almennari ogn/festijørð.
Hetta er, so vítt sum undirritaði veit um, ongantíð hent áður í einum slíkum máli.
Av skjølum í málinum framgongur, at ráðið hevur viðmælt Búnaðarstovuni at taka festaran av ræði.
Sambært § 12 í “Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai um 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir”, er
ikki heimild til at ognartaka almenna jørð m.a.
§ 12 er soljóðandi:
“§ 12. Grundir, hús, vøtn og áir, brúgvar og annað, sum eru privat ogn (mín markering), og sum
neyðug eru til tey í góðkendari byggisamtykt ætlaðu tiltøk, vegir, torg, leikvøllir, spælipláss,
kirkjugarðar og veitingar av ymsum slagi ella til at byggja á tey í samtyktini almennu hús og annað,
ella til at útvega onnur byggilendi, ella sum tað annars hevur umráðandi týdning fyri hitt almenna at
hava ræði til at seta reglur í verk samtyktarinnar, skulu, tá ið kommunustýrið krevur tað, verða
latnar fyri endurgjøld eftir teimum fyriskipanum, sum henda lóg ásetir.”
Tá “Løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð”, var til 1. viðgerð á Løgtingi, segði
táverandi landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, Bjarni Djurholm, soleiðis: “byggi- og
býarskipanarlógin ásetur, at man bara kann ognartaka frá privatum – tað verður tulkað sum um at
man ikki kann ognartaka frá tí almenna”.
Fyri at fáa greiðu á, hvør støðan í ítøkiliga málinum er, verður hesin fyrispurningur settur.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi 23. februar 2026
Jacob Vestergaard

-- 2 of 2 --