← Løgtingsmál

52-097/2025

Nýggjur vinnupolitikkur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. feb. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
097.25 Svar frá Ei. í Jákupsstovu til A. Olsen - Nýggjur vinnupolitikkur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
T I L F E I N G I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: TVMR@TVMR.FO
Tórshavn, 27. februar 2025
J.nr. 26/04689
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-097/2025
frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um nýggjan vinnupolitikk
Spurningar vóru soljóðandi:
1. Hvat er støðan við arbeiðinum við nýggja vinnupolitikkinum, og nær verður tað
liðugt?
2. Er ætlanin, at viðurskiftini hjá íverksetarum og nýskapanarfyritøkum verða ein partur
av vinnupolitikkinum?
3. Hvørjir ítøkiligir batar eru ávegis fyri føroyskar íverksetarafyritøkur, sum
landsstýrismaðurin ætlar at seta í verk?
Svarað verður undir einum:
Farið var undir at skipa arbeiðið við nýggja vinnupolitikkinum og at savna neyðuga tilfarið.
Síðani verandi vinnupolitikkur varð gjørdur, er nógv gjørt fyri at gera og dagføra
vinnugreinapolitikkir og fremja hesar við lógarverki og øðrum neyðugum karmum.
Tá ið ein nýggjur samlaður vinnupolitikkur skal gerast, verður í stóran mun talan um at lýsa tey
heilt yvirskipaðu vinnupolitisku prinsippini, sum eisini eru grundarlagið undir øllum
vinnugreinapolitikkum, og harnæst karmarnar, sum hava ávirkan á allar vinnur, t.d. lóggávu
um vinnuskatt, arbeiðsmarknað, útlendska arbeiðsmegi, felags tøk at fáa útisetar heim o.a.
Í sambandi við, at løgtingsvalið er útskrivað, hevur løgmaður heitt á landsstýrisfólkini um ikki
at gera annað enn tað, sum er alneyðugt til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað. Tískil
verður ikki mett rætt at svara spurningunum um, hvørjar politiskar ætlanir landsstýrismaðurin
hevur fyri íverksetarar og nýskapandi fyritøkur.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 27. februar 2026
Eirikur í Jákupsstovu
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
097.25 Spm til Ei. í Jákupsstovu frá A. Olsen - Nýggjur vinnupolitikkur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum
Evni: Nýggjur vinnupolitikkur
Spurningar:
1. Hvat er støðan við arbeiðinum við nýggja vinnupolitikkinum, og nær verður tað
liðugt?
2. Er ætlanin, at viðurskiftini hjá íverksetarum og nýskapanarfyritøkum verða ein partur
av vinnupolitikkinum?
3. Hvørjir ítøkiligir batar eru ávegis fyri føroyskar íverksetarafyritøkur, sum
landsstýrismaðurin ætlar at seta í verk?
Viðmerkingar:
Okkara vinnupolitikkur er frá 2005. Havandi í huga, at vinnuligi geirin er broyttur munandi
síðani, er veruligur tørvur á einum dagførdum og nýggjum vinnupolitikki, sum greitt setir
karmar fyri okkara vinnulívi. Tørvur er á einum vinnupolitikki, sum setir greið mál fyri
vinnumenning, og sum greinar ótilætlaðar lógarforðingar og kappingaravlagandi skipanir og
lógir í vinnuni, og sum beinir hesar burtur. Men tað er somuleiðis sera umráðandi, at nýggi
vinnupolitikkurin setir greið mál fyri nýskapanarfyritøkur og íverksetarafyritøkur, tí her
liggur eitt ovurstórt búskaparligt virði, sum bæði kann skapa arbeiðspláss, búskaparligan
vøkstur og økt útflutningsvirði.
Hóast tað ikki skortar uppá hugskot í føroyska ívreksetararumhvørvinum, so eru tað fleiri
forðingar, sum eisini gera, at føroysk nýmenning av vørum ikki er kappingarfør. Eitt er
atgongdin til váðafýsan kapital, sum fyritøkurnar hava tørv á, eitt annað eru lagaligar
skipanir, sum kunnu hjálpa einari nýbyrjanarfyritøku at fóta sær.
Í Íslandi hevur man eina afturberingarskipan til nýskapandi fyritøkur, ið kunnu fáa part av
útreiðslunum til íløgur í nýskapan endurgoldnar, og í Íslandi hevur man havt serliga góðar
royndir av hesum, eins og hetta hevur havt jaliga ávirkan á íverksetaraumhvørvið. Eitt gott
dømi um hetta er fyritøkan Kerecis, ið varð seld fyri umleið 1 milliard dollarar. Eisini hava
Danmark og Noreg líknandi skipanir við góðum royndum.
Áhugi hevur verið fyri føroyskum íverkserarafyritøkum, men tá íleggjarar finna útav, at vit
ikki hava eina tílíka afturberingarskipan í Føroyum, gerst áhugin minni.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 18. februar 2026
Annika Olsen

-- 2 of 2 --