← Løgtingsmál

52-096/2025

Landbúnaðarstuðul

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. feb. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
096.25 Svar frá Ei í Jákupsstovu til A. Olsen - Landbúnaðarstuðul.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
T I L F E I N G I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: TVMR@TVMR.FO
Tórshavn, 27. februar 2026
J.nr. 26/04688
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Tórshavn
Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-096/2025
frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um landbúnaðarstuðul
Spurningurin var soljóðandi:
1. Eru ætlanir um at broyta játtanarslagið frá at eita stuðul til lógarbundin játtan í
sambandi við játtanina til landbúnaðin?
2. Er ætlanin ar hækka játtanina til landbúnaðarstuðul?
Svarað verður undir einum:
Tað eru avbjóðingar fyri bæði landbúnaðarvinnuna og landbúnaðarfyrisitingina, at
landbúnaðarstuðulin er játtanartreytaður. Stuðulin til tann einstaka umsøkjaran verður bæði
ávirkaður av teirri játtan, sum er til, og hvussu nógvir umsøkjarar eru til ta somu játtanina.
Hetta skapar ein óneyðugan váða fyri landbúnaðarvinnuna, tí tann einstaki vinnurekandi ikki
veit, hvønn stuðul viðkomandi kann fáa. Somuleiðis viðvirkar hetta eisini til eina økta
umsitingarliga byrðu fyri Búnaðarstovuna, tí henda skipanin er umsitingarliga tung.
Ábendingar eru um, at breið politisk undirtøka er fyri at økja landbúnaðarstuðulin og at broyta
játtanarmannagongdina, so hon verður lík stuðulsskipanini til skipasmíð.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið var farið undir at kanna, hvussu landbúnaðarstuðulin kann verða
umskipaður. Av tí at løgtingsval er útskrivað, er hetta arbeiðið lagt stilt.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 27. februar 2026
Eirikur í Jákupsstovu
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
096.25 Spm til Ei í Jákupsstovu frá A. Olsen - Landbúnaðarstuðul.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum
Evni: Landbúnaðarstuðul
Spurningar:
1. Eru ætlanir um at broyta játtanarslagið frá at eita stuðul til lógarbundin játtan í sambandi
við játtanina til landbúnaðin?
2. Er ætlanin ar hækka játtanina til landbúnaðarstuðul?
Viðmerkingar:
Á Búnaðarstevnuni um vikuskiftið varð nomið við fleiri viðurskifti, sum kunnu betra um
landbúnaðin sum vinnu. Tað hevði m.a. givið bóndum tryggari viðurskifti, um játtanarslagið,
sum í dag eitur stuðul, verður broytt til lógarbundna játtan. Hetta hevði givið teimum, sum
starvast í vinnuni, munandi tryggari viðurskifti, serliga tá ið atlit skal takast til veðurlagið í
sambandi við góðskuna á grøðini.
Samanbera vit landbúnaðin við landbúnaðin í okkara grannalondum, sæst stórur munur á,
hvat viðvíkur stuðli. Á Búnaðarstevnuni komu nøkur áhugaverd hagtøl fram, sum vísa, at
okkara landbúnaðarvinna langt frá er kappingarfør. Sambært tølum frá stjóranum á
Búnaðarstovuni, so játta:
Írland 2.735 kr. pr. íbúgva
Finnland 2.230 kr. pr. íbúgva
Noreg 3.190 kr. pr. íbúgva
Ísland 2.905 kr. pr. íbúgva
meðan Føroyar veita 364 kr. pr. íbúgva.
Hetta ger tað ógvuliga trupult hjá føroysku landbúnaðarvinnuni at kappast við
landbúnaðarvørur úr øðrum londum, har stuðulin er so høgur. Tí verða hesir spurningar
settir.
Á Løgtingi, 18. februar 2026
Annika Olsen

-- 1 of 1 --