← Løgtingsmál

52-094/2025

Burðardygg ferðavinna

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. feb. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
094.25 Svar frá Ei. í Jákupsstovu til D. Holm - Burðardygg ferðavinna.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
T I L F E I N G I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: TVMR@TVMR.FO
Tórshavn, 27. februar 2026
J.nr. 26/04687
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-094/2025
frá Dennis Holm, løgtingsmanni, um burðardygga ferðavinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær verður kunningin til útlendsk ferðafólk klár?
2. Hvussu er ætlanin at skipa hesa kunning
Svarað verður undir einum:
Visit Faroe Islands hevur nógv kunningartilfar um at ferðast trygt í náttúruni, um at hava fyrilit
fyri fugla- og djóralívi og um at halda seg til gøtur og merktar farleiðir, m.a. stóra faldaran
Faroe Islands – Tourist Guide 2026 og gongufaldaran Hiking in the Faroe Islands.
Á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands er somuleiðis nógv kunning, og kunningin um trygd o.a.
í sambandi við gongd í náttúruni er sera sjónlig. Harumframt er stórt yvirlit yvir gonguleiðir
kring landið, ið ferðafólk kunnu brúka, umframt at Visit Faroe Islands brúkar sosialar miðlar at
fáa boðskapin um rættan atburð út. Øll kunningin er stuðlað við umfatandi skelting og
leiðbeining kring alt landið, har greitt verður víst á, hvar gonguleiðirnar eru og hvørji atlit
skulu takast.
Í næstum fer Visit Faroe Islands eisini at almannakunngera eitt kunningarátak, sum við sera
sjónligum skeltum á flogvøllinum og á øðrum almennum støðum skal vísa fólki á rættan atburð
í náttúruni og aðrastaðni.
Nógvar kommunur, sum hava sent Tilfeingis- og vinnumálaráðnum sínar ferðavinnuætlanir,
hava har sagt frá, at tær fara at gera átøk fyri at betra kunningina og boðini til ferðafólkini, har
tað er neyðugt. Um so er, at tað í støðum ikki tykist vera greitt fyri ferðafólkum, hvørjar reglur
eru galdandi, eru Visit Faroe Islands fús at veita ráðgeving um hóskandi skelting.
Ferðafólk kunnu tó ikki frammanundan vita, um atgongdin til ein ávísan haga er avmarkað,
orsakað av rakstri ella øðrum landbúnaðarvirksemi akkurát tá tey høvdu ætlað sær at farið í
hagan. Tí er best, um tey, ið varða av haganum, eisini seta upp skelti við portrið og møguliga
seta fólk at ansa eftir, um tey vænta, at fólk kunnu koma at órógva.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 27. februar 2026
Eirikur í Jákupsstovu
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
094.25 Spm til Ei. í Jákupsstovu frá D. Holm - Burðardygg ferðavinna.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Dennis Holm, løgtingsmaður
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum
Evni: Burðardygg ferðavinna
Spurningar:
1. Nær verður kunningin til útlendsk ferðafólk klár?
2. Hvussu er ætlanin at skipa hesa kunning?
Viðmerkingar:
Ferðavinnan hevur seinastu árini verið í støðugum vøkstri, eftir at tað fyri árum síðani
varð gjørt eitt tilvitað val at satsa upp á ferða- og upplivingarvinnuna, har náttúran er
høvuðsferðamálið og tað, sum skal draga útlendsk ferðafólk til landið.
Í mai 2024 varð lógin um burðardygga ferðavinnu samtykt í Løgtinginum. Við lógini
vórðu karmarnir kring ferðavinnuna skipaðir av nýggjum. Hetta var eisini tiltrongt, ikki
minst í samband við regulering av gongd í haga, har undanfarna lógin var frá 1937.
Endamálið við lógini er at skapa karmar fyri ferðavinnuna og tey, sum reka landbúnað,
umframt geva kommununum saman við bóndum og heimafólki heimild at skipa
ferðavinnuvirksemi í ferðavinnuætlanum. Lógin ásetur, at tað fyri føroyingar er frítt at
ganga í haga. Fyri útlendsk ferðafólk er eisini frítt at ganga á bygdagøtum, á útvaldum
hagagøtum og fram við strondini – hetta í mun til ásetingarnar í lokalu
ferðavinnuætlanunum.
Tá lógin var til viðgerðar í Løgtinginum, fevndi ein partur av viðgerðini um, at útlendsk
ferðafólk máttu fáa kunning um, hvussu viðurskiftini eru skipaði viðvíkjandi gongd í
haga í Føroyum, soleiðis at tey vóru upplýst um, hvussu tey skulu fyrihalda seg, tá farið
verður út í føroysku náttúruna. Slík kunning er ikki ókend aðrastaðni, har ferðafólk
antin í flogfarinum, á flogvøllinum, ella í summum førum í kunningartilfari saman við
bíleggingini av ferðini fáa kunning um, hvørjar reglur eru galdandi fyri ferðafólk á
náttúru- og umhvørvisøkinum.
So vítt undirritaði veit, er hendan kunningin til ferðafólk, sum vitja Føroyar, ikki gjørd
enn. Seinasta summar vóru tað eisini nøkur dømi í Suðuroynni um, at ferðafólk ikki
vistu um ásetingarnar í lógini um burðardygga ferðavinnu – og at tey tí av somu orsøk
gingu út í náttúruna t.d. uttan at taka hædd fyri, at tey gingu gjøgnum slátturjørð.
Á Løgtingi, 18. februar 2026
Dennis Holm

-- 1 of 1 --