← Løgtingsmál

52-093/2025

BMI og lívstrygging

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. feb. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
093.25 Svar frá Ei í Jákupsstovu til D. Holm - BMI og lívstrygging.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
T I L F E I N G I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: TVMR@TVMR.FO
Tórshavn, 20. februar 2026
J.nr. 26/04686
Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-093/2025
frá Dennisi Holm, løgtingsmanni, um BMI og lívstrygging
Spurningurin var soljóðandi:
1. Metir landsstýrismaðurin tað vera í lagi at nokta fólki lívstrygging orsakað av ov
høgum BMI?
2. Um nei, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við avbjóðingina við, at fólk við ov
høgum BMI fáa noktað lívstrygging?
Svarað verður undir einum:
Í útgangsstøði stendur tað tryggingarfeløgum frítt at avgera hvørjum tey bjóða tryggingar, so
leingi avgerðin lýkur krøvini í tryggingarlóggávuni. Tryggingarlógin ásetur m.a., at
tryggingarfeløgini skulu reka virksemi samsvarandi reiðiligum handilsskikki og góðari
siðvenju innan virkisøkið. Ein avgerð um at nokta trygging skal sostatt vera sakliga grundað.
Tað eru avmarkingar fyri, hvat tryggingarfeløgini kunnu biðja kundan um, eitt nú ásetur lóg um
tryggingaravtalur, at tryggingarfeløg ikki kunnu biðja um upplýsingar, sum kunnu lýsa
ættarbregði hjá einum persóni og vandan hjá hesum at menna ella fáa sjúkur.
Tá eitt tryggingarfelag skal meta um, hvørt tað vil bjóða eina lívstrygging, kann metingin vera
grundað á heilsuupplýsingar, m.a. upplýsingar um BMI. Føroysku tryggingarfeløgini eru limir í
vinnugreinafelagnum Forsikring & Pension, sum í mars 2025 mælti sínum limum til í
summum førum at fáa til vegar heilsu- ella tryggingarlæknaliga váðameting, tá trygging verður
teknað. Her verður m.a. mælt til, at tryggingarfeløgini gera ítøkiligar váðametingar av
kundanum og ikki nokta at tekna trygging orsakað av einari einstakari upplýsing, eitt nú BMI.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið hevur spurt føroysku feløgini, sum bjóða lívstryggingar, um,
hvussu lívstrygging og høgt BMI verður umsitið. Í útgangstøði verður lívstrygging ikki noktað
einans orsakað av høgum BMI, men BMI er ein partur av eini heildarmeting, sum fevnir um
m.a. blóðroynd, EKG, landroynd o.a. Tó eru dømi um, at lívstrygging verður noktað, um BMI
er omanfyri 45.
Við støði í hesum meti eg tað ikki vera neyðugt at broyta lóggávuna á økinum, men eg fari at
eggja tryggingarfeløgunum til at fylgja tilmælinum um ikki at nokta lívstrygging, orsakað av
einari einstakari upplýsing, í hesum føri BMI.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 20. februar 2026
Eirikur í Jákupsstovu
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
093.25 Spm til Ei í Jákupsstovu frá D. Holm - BMI og lívstrygging.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Dennis Holm, løgtingsmaður
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum
Evni: BMI og lívstrygging
Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin tað vera í lagi at nokta fólki lívstrygging orsakað av
ov høgum BMI?
2. Um nei, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við avbjóðingina við, at fólk við
ov høgum BMI fáa noktað lívstrygging?
Viðmerkingar:
Í apríl 2024 lat Heilsustýrið úr hondum frágreiðingina Úrslit úr ”Hvussu hevur tú tað?”
frá 2023 við undirheitinum “Tøl um vekt hjá føroyingum”. Sambært kanningini eru
føroysku BMI-tølini ikki góð. 66% av fólkinum hava eitt BMI, sum er 25 ella hægri.
Við teim 66% av fólkinum, ið hava BMI uppá 25 ella hægri, liggja Føroyar millum
ovastu londini í einum yvirliti hjá OECD, oman fyri øll hini Norðurlondini og á støði
við USA og Bretland. Kanningin vísir eisini, at tað í 2023 vóru 23% av fólkinum í
Føroyum, sum høvdu eitt BMI hægri enn 30, sum sambært BMI-skalanum vísir til, at
man er í stórari yvirvekt. Í 2016 vóru tað 18%, sum høvdu eitt BMI hægri enn 30.
Gongdin við hækkandi BMI er hin sama kring allan heim – ikki bara í Føroyum. BMI
er í hesum sambandi eitt brúkiligt amboð at samanbera broytingar hjá eini fólkamongd
ella sum samanbering millum lond.
BMI er hinvegin púrasta óbrúkiligt at meta um heilsustøðuna hjá einstaklingum, hevur
Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya víst á. BMI tekur m.a. ikki hædd fyri
býti av feitti og vøddum í kroppinum, og tí skal fyrivarni takast fyri at brúka BMI á
einstaklingastigi, vísir Heilsustýrið eisini á.
Hóast hetta, so eru tað fleiri føroyingar, sum fáa noktað at tekna eina lívstrygging
orsakað av ov høgum BMI. Við vaksandi tali av føroyingum, sum hava eitt høgt BMI,
er tað sannlíkt, at alsamt fleiri fara at fáa noktað møguleikan at tekna lívstrygging
orsakað av ov høgum BMI.
Spurningurin er so, um tað er í lagi at diskriminera og nokta lívstrygging orsakað av ov
høgum BMI?
Tí hesar spurningar til landsstýrismannin.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 18. februar 2026
Dennis Holm

-- 2 of 2 --