← Løgtingsmál

52-092/2025

Kostnaður av grønum stuðulsskipanum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. feb. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
092.25 Svar frá R. Vang til S. K. Poulsen - Kostnaður av grønum stuðulsskipanum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. mar. 2026

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 10. mars 2026
j.nr.: 26/04697
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-092/2025 frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni,
settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um kostnaðin av grønum
stuðulsskipanum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el-, vetnis- og hybridbilum við mvg
afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?
2. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el-, vetnis- og hybridbilum við lægri
skrásetingargjaldi, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?
3. Hvussu nógvir el-, vetnis- og hybridbilar eru seldir, síðani stuðul er latin til hesar og tey 5
árini undan, býtt á ár?
4. Hvussu nógv hevur tað kostað landskassanum at lata el- og vetnis bilum lægri vektgjøld,
síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk?
5. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla hitapumpuskipanum og jarðhitaboringum
við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?
6. Hvussu nógvar hitapumpur eru seldar, og hvussu nógv jarðhitahol eru boraði, síðani stuðul
er latin til hetta og tey 5 árini undan, býtt á ár?
7. Hvussu nógv metir Fíggjarmálaráðið, at allar tær grønu stuðulsskipanirnar hava kostað
landskassanum, frá tí at tær blivu settar í verk til dagin í dag?
8. Allar grønar stuðulsskipanir vera fasaðar út, undantikið stuðulin sum el- og vetnisbilar fáa í
vegskattinum. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað við hetta?

-- 1 of 4 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/4
Svar:
Til nr. 1
Beinleiðis kostnaðurin fyri landskassan av at stuðla el-, vetnis- og hybridbilum við afturbering av
meirvirðisgjaldi er vístur í talvu 1 niðanfyri.
Talva 1
2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 2024 2025
Afturrindan av MVG,
akfør (mió. kr.) 0,5 3,6 3,1 6,0 22,9 32,3 31,4 38,7 20,7
Kelda: TAKS.
Viðmerkjast skal, at beinleiðis kostnaðurin, sum er vístur í talvu 1, vísir ikki neyðturviliga samlaða
kostnaðin netto fyri landskassan, sammett við um landskassin ikki hevði stuðlað elbilum yvirhøvur.
Til ber ikki at siga, hvussu inntøkurnar hjá landinum frá meirvirðisgjaldinm høvdu verið, um ongar
tílíkar stuðulsskipanir vóru, tí til ber ikki at siga, hvørjir bilar høvdu verið seldir, um elbilar ikki vórðu
stuðlaðir við afterbering av meirvirðisgjaldi.
Víst verður eisini til skrivligan fyrispurning nr. 52-052/2023.
Til nr. 2
Til ber ikki at meta um beinleiðis kostnaðin fyri landskassan av at stuðla el-, vetnis- og hybridbilum
við lægri skrásetingargjaldi. Til ber ikki at siga, hvussu inntøkurnar hjá landinum frá
skrásetingargjaldinum høvdu verið, um ongar tílíkar stuðulsskipanir vóru. Til ber ikki at siga, hvørjir
bilar høvdu verið seldir, um elbilar ikki vórðu stuðlaðir við afterbering av meirvirðisgjaldi.
Harafturat eru gjørdar somikið nógvar ymiskar broytingar í skrásetingargjaldinum á ymisk sløg av
akførum síðstu umleið 10 árini, at til ber ikki at skilja ávirkanirnar av teimum ymisku broytingunum
sundur.
Frá 2017 til 2021 vóru inntøkurnar hjá landskassanum frá skrásetingargjaldinum millum 160 og
185 mió. kr. árliga. Síðani 2021 hava inntøkurnar frá skrásetingargjaldinum verið lægri, úr 70 mió.
kr. árliga til um 130 mió. kr. í 2025. Ein orsøk til, at inntøkurnar eru minkaðar síðstu árini, er, at
sølan av nýggjum akførum sum heild er minkað.
Víst verður eisini til skrivligan fyrispurning nr. 52-052/2023.

-- 2 of 4 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
3/4
Til nr. 3
Talva 2 vísir uppgerð av, hvussu nógvir nýggir el- og hybridbilar eru seldir, býtt á ár. Metingar eru
ikki tøkar fyri onnur ár. Eingin nýggjur vetnisbilur er skrásettur síðstu árini. Bólkurin hybridbilar í
talvuni fevnir um bensin-, og diesel-hybrid bilar og um bensin-plug-in-hybrid bilar. Skrásetingar av hybrid
bilum eru ikki tøkar fyri árini fyri 2019. Talva 2 vísir ikki skrásetingar av innfluttum brúktum bilum.
Talva 2
2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 2024 2025
Elbilar,
nýggir skrásettir 4 15 59 66 125 267 453 432 594 361
Hybridbilar,
nýggir skrásettir - - - 17 103 749 563 477 153 221
Kelda: Akstovan.
Til nr. 4
Til ber ikki at siga neyvt, hvussu nógv tað hevur kostað landskassanum at lata elbilum lægri
vektgjøld, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk. Til ber ikki at siga, hvussu inntøkurnar hjá
landinum frá vektgjaldinum høvdu verið, um elbilar ikki vórðu stuðlaðir, og til ber ikki at siga, hvørjir
bilar høvdu verið seldir, um elbilar ikki vórðu stuðlaðir.
Til og við 2020 vóru elbilar undantiknir at rinda vektgjald. Síðani 2021 hava elbilar rindað 1.500 kr.
árliga í vektgjaldi. Bensin- og dieseldrivnir bilar rinda úr 2.000 kr. og upp til 7.000 kr. árliga í
vektgjaldi alt eftir útláti av CO2 og alt eftir, um talan er um bensin- ella dieselbil.
Skrásettir eru í Føroyum 2.946 elbilar sum persónbilar og 131 elbilar sum vøruvognar (1. februar
2026).
Til nr. 5
Beinleiðis kostnaðurin fyri landskassan av at stuðla at stuðla hitapumpuskipanum og
jarðhitaboringum við mvg afturbering er vístur í talvu 3. Uppgerð av kostnaðinum av
afturberingini er bara tøk fyri hitapumpuskipanir og jarðhitahol tilsamans.
Talva 3
2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 2024 2025
Afturrindan av MVG,
upphiting (mió. kr.) 0,7 2,4 3,9 5,1 6,7 11,6 28,5 55,3 19,5*
Kelda: TAKS.
Viðmerking: *Árið 2025 er ikki endaliga gjørt upp. Talið fyri 2025 skal tí lesast við fyrivarni.
Viðmerkjast skal, at beinleiðis kostnaðurin, sum er vístur í talvu 3, vísir ikki neyðturviliga samlaða
kostnaðin netto fyri landskassan, sammett við um landskassin ikki hevði stuðlað grønum skipanum
til upphiting yvirhøvur.
Til ber ikki at siga, hvussu inntøkurnar hjá landinum frá meirvirðisgjaldinm høvdu verið, um ongar
tílíkar stuðulsskipanir vóru, tí til ber ikki at siga, hvørjar íløgur húsarhald høvdu gørt ístaðin og

-- 3 of 4 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
4/4
hvørjar inntøkurnar av meirvirðisgjaldi høvdu verið av øðrum íløgum, millum annað í grønar og
aðrar hitaskipanir.
Víst verður eisini til skrivligan fyrispurning nr. 52-052/2023.
Til nr. 6
Talva 4 vísir meting av, hvussu nógvar hitapumpur (luft til vatn) eru seldar og hvussu nógv
jarðhitahol eru borað, býtt á ár. Metingar eru ikki tøkar fyri onnur ár.
Talva 4
2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 2024 2025
Jarðhitaskipanir 44 58 80 109 151 232 295 773 286 340 -
Hitapumpur
(luft til vatn) 50 50 5 15 34 70 62 174 714 901 -
Kelda: Umhvørvisstovan.
Til nr. 7
Til ber ikki at meta um samlaða kostnaðin fyri landskassan av øllum teimum grønu
stuðulsskipanunum. Til ber ikki at siga, hvussu inntøkurnar hjá landinum høvdu verið, um ongar
tílíkar stuðulsskipanir vóru, tí til ber ikki at siga, hvørjar skipanir høvdu verið seldar í staðin, um
grønu skipanirnar ikki vórðu stuðlaðar. Hetta er galdandi bæði tá ið umræður akfør og hitaskipanir.
Til ber heldur ikki at siga, hvørjar aðrar íløgur húsarhald høvdu gjørt ístaðin á øðrum økjum og
hvørjar avgjaldsinntøkurnar hjá landskassanum høvdu verið av tí.
Víst verður eisini til skrivligan fyrispurning nr. 52-052/2023.
Til nr. 8
Ætlanin hevur verið at endurskoða verandi vegskattaskipan. Hetta arbeiðið er tó ikki liðugt enn.
Víst verður til Løglistan 2025 í Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2025.
Tinganes, 10. mars 2026
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 4 of 4 --
092.25 Spm til R. Vang frá S. K. Poulsen - Kostnaður av grønum stuðulsskipanum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Kostnaður av grønum stuðulsskipanum
Spurningar:
1. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el-, vetnis- og hybridbilum við
mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?
2. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el-, vetnis- og hybridbilum við
lægri skrásetingargjaldi, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á
ár?
3. Hvussu nógvir el-, vetnis- og hybridbilar eru seldir, síðani stuðul er latin til
hesar og tey 5 árini undan, býtt á ár?
4. Hvussu nógv hevur tað kostað landskassanum at lata el- og vetnis bilum lægri
vektgjøld, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk?
5. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla hitapumpuskipanum og
jarðhitaboringum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í
verk, býtt á ár?
6. Hvussu nógvar hitapumpur eru seldar, og hvussu nógv jarðhitahol eru boraði,
síðani stuðul er latin til hetta og tey 5 árini undan, býtt á ár?
7. Hvussu nógv metir Fíggjarmálaráðið, at allar tær grønu stuðulsskipanirnar
hava kostað landskassanum, frá tí at tær blivu settar í verk til dagin í dag?
8. Allar grønar stuðulsskipanir vera fasaðar út, undantikið stuðulin sum el- og
vetnisbilar fáa í vegskattinum. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað við
hetta?
Viðmerkingar:
Tað eru nógvar grønar stuðulsskipanir settar í verk fyri at fremja grøna orkuskiftið.
Hesar skipanir vísa seg tó at verða rættiliga dýrar fyri landskassan. Flestu av teimum
vera fasaðar út nú, men spurningurin verður settur fyri at fáa dagførd tøl uppá, hvat
hesar stuðulsskipanir hava kostað landskassanum higartil.
Á Løgtingi, 17. februar 2026
Steffan Klein Poulsen

-- 1 of 1 --