← Løgtingsmál

52-091/2025

Suðuroyartunnilin, tunnilsrør og trygd

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. feb. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
091.25 Svar frá A. V. Johannesen til L. Weihe - Suðuroyartunnilin, tunnilsrør og trygd.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 091/2025 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, um Suðuroyartunnilin - tunnilsrør og trygd
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Er nakar nýggjur ella komandi tunnil í verðini, sum er líka langur ella longri enn
Suðuroyartunnilin, sum ikki hevur tvey tunnilsrør?
2. Nær er avgerð tikin um, at Suðuroyartunnilin bert skal hava eitt tunnilsrør uttan rýmingarleiðir,
og hvør hevur tikið hesa avgerð?
3. Hví verður vikið frá altjóða minimumstrygdarkrøvum ísv. Suðuroyartunnilin?
4. Hvussu verður tryggjað, at trygdin er í lagi, um farið verður undir verandi ætlanir um
Suðuroyartunnilin?
Svar:
Fyrst vil eg vísa á, at øll, ið taka lut í fyrireikingunum, arbeiða fyri, at ein møguligur Suðuroyartunnil
verður tryggur. Drúgvar mannagongdir og góðkenningartilgongdir mynda arbeiðið, sum er at koma fram
til tryggastu loysnina.
Til spurning 1
Eftir tí eg havi fingið upplýst frá ráðgevunum og P/F Suðuroyartunnilin, eru í nýggjari tíð ikki bygdir
tunlar við einum røri, ið eru longri enn umleið 10 km, og ráðgevararnir og tunnilsfelagið eru heldur ikki
vitandi um ítøkiligar ætlanir um at byggja slíkir tunlar.
Orsøkin til, at flest allir sera langir tunlar hava tvey rør, er fyrst og fremst stór ferðsla - ikki bert longdin
á tunlinum. Við Suðuroyartunlinum er støðan øðrvísi: tunnilin verður sera langur, men ferðslan væntast

-- 1 of 5 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
at vera nógv minni enn í teimum londum, sum altjóða standardar vanliga byggja á. Suðuroyartunnilin er
tí ein serlig verkætlan. Tí kann hann ikki beinleiðis samanberast við vanligar tunlar í Evropa, sum reglur
og standardloysnir oftast byggja á.
Reglurnar um tunnilstrygd eru eisini soleiðis, at í serligum førum skal gerast ein ítøkilig váðameting, og
myndugleikin kann góðkenna aðrar loysnir, um tað kann prógvast, at trygdin er á sama støði ella betri.
Til spurning 2
Núverandi lógaruppskot snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út verkætlanina, soleiðis at eitt
komandi Løgting kann taka støðu á fullfíggjaðum grundarlagi.
Í forprosjektinum (myndugleikaprosjektið) varð mælt til eina loysn við einum røri við ferðslu báðar vegir,
tí hetta varð mett at vera realistiska loysnin út frá heildarmeting av trygd og kostnaði.
Valið av einari loysn við einum tunnilsrøri er ikki ein einstøk avgerð tikin í einari ávísari fasu av
verkætlanini. Tað er heldur ein niðurstøða, sum hevur gingið aftur í fleiri fakligum arbeiðum og metingum
gjøgnum longri tíð.
Landsverk staðfesti longu í februar 2017 (Suðuroyartunnil, Notat um innleiðandi fyrireiking), at ein beinleiðis
tunnil millum Sandoy og Suðuroy verður umleið 23 km langur, og at sjálv longdin er størsta
trygdaravbjóðingin. Tí varð mælt til, at trygdarstigið skuldi ásetast við einari serligari trygdarkanning og
útrokningum av ymiskum trygdartiltøkum, heldur enn bert at fylgja vanligum standardloysnum fyri tunlar.
Í samferðsluætlanini 2018-2032 vóru tveir høvuðsmøguleikar lýstir:
 beinleiðis tunnil umleið 23 km
 tunnil til Skúvoy og víðari til Suðuroy, har longra strekkið var umleið 17 km
Kostnaðarmetingarnar í samferðsluætlanini samsvara við kostnaðarstøðið fyri føroyskar
undirsjóvartunlar, sum í praksis eru gjørdir í einum røri. Hetta bendir á, at arbeiðið longu tá tók støði í
einari loysn við einum tunnilsrøri.
Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá m.a. Eystur- og Sandoyartunlar, Landsverk, Fíggjarmálaráðið og
Samferðslumálaráðið arbeiddi víðari við linjuføringum í 2019.
Har varð beinleiðis arbeitt út frá einari loysn við einum røri, tí ein loysn við tveimum parallellum tunlum
varð mett ov kostnaðarmikil í mun til væntaðu ferðslumongdina.
Samstundis varð longu tá arbeitt við kompenserandi trygdarloysnum, eitt nú trygdarrúmum, antin sum
bygd inn í fjallið, ella sum prefabrikeraði.

-- 2 of 5 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Gongdin í málinum vísir, at:
 longdin á tunlinum hevur allatíðina verið høvuðsavbjóðingin,
 trygdarstøðið skuldi tí ásetast við váðametingum,
 arbeiðið hevur frá byrjan tikið støði í einum tunnilsrøri og
 trygdin skuldi tryggjast við samansettum trygdartiltøkum heldur enn eyka røri.
Sostatt er verandi loysn ein framhaldandi faklig linja í arbeiðinum við Suðuroyartunlinum.
Til spurning 3
Tað er ikki rætt at lýsa støðuna soleiðis, at trygdarkrøv verða sett til viks. Heldur er talan um at gera sum
reglurnar sjálvar leggja upp til – eina váðagrundaða meting í serligum førum.
Altjóða tunnilstrygdarreglur eru í høvuðsheitum bygdar á vanligar fortreytir sum ferðslumongd og
tunnilslongd. Tá ein tunnil fellur uttan fyri hesar standardfortreytir, leggja reglurnar í staðin upp til, at
trygdarstøðið verður staðfest við ítøkiligum váðametingum av samlaðu loysnini.
Í norsku Tunnelsikkerhetsforskriften er beinleiðis ásett, at myndugleikin kann góðkenna aðrar
trygdarloysnir enn standardkrøvini, um hesi ikki kunnu fremjast ella bert kunnu fremjast við órímiliga
ósamsvarandi høgum kostnaði, og um kompenserandi tiltøk kunnu geva samsvarandi ella betri trygd.
Hetta skal prógvast við váðagreining sambært § 8 og § 10 í forskriftini.
Í praksis verður slík váðastýrd tilgongd eisini nýtt í Noregi. Har verður longu í dag givið undantak frá
kravi um neyðútgongdir í tunlum upp til 10 km, tá ferðslan er lág (undir 8.000 akfør um samdøgrið/4.000
pr. koyribreyt), og váðagreining vísir nøktandi trygd. Hetta vísir, at reglurnar verða brúktar eftir sínum
endamáli: trygdarstøðið verður staðfest við fakligari meting av váða heldur enn við føstum tekniskum
krøvum í øllum førum.
Í arbeiðinum við Suðuroyartunlinum verður júst arbeitt eftir hesum leisti:
ein samlað trygdarloysn verður mett út frá váðagreiningum og kompenserandi trygdartiltøkum heldur
enn bert talinum av tunnilsrørum.
Við øðrum orðum: Ikki minni trygd – men ein onnur trygdarlýsing, sum hóskar til lága ferðslu og
umstøðurnar annars.
Í arbeiðinum við Suðuroyartunlinum er dentur lagdur á, at trygdarmetingarnar ikki einans verða gjørdar
av teimum somu, sum prosjektera tunnilin.
Eftir teimum meginreglum, sum verða nýttar av vegmyndugleikum í Noregi, skal óheftni tryggjast
soleiðis, at tey, sum gera váðagreiningar, ikki eru tey somu, sum gera prosjekteringina. Hetta merkir, at

-- 3 of 5 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
sami persónur ella sama deild ikki bæði kann prosjektera og samstundis meta um trygdina av síni egnu
loysn. Í praksis kann hetta skipast við organisatoriskum skilnaði, eitt nu ymiskar deildir í sama felag ella
við uttanhýsis fakligari eftirkanning.
Í sambandi við fyrireikingar av Suðuroyartunnilinum eru váðametingarnar gjørdar eftir hesum leisti og
eru harumframt eftirmettar av óheftum 3. parti. Eftirmetingarnar hava ikki funnið viðurskifti, sum tala
ímóti, at tunnilin kann prosjekterast og rekast við nøktandi trygd, treytað av, at tilmæltu trygdartiltøk
verða gjørd.
Til spurning 4
Trygdin verður ikki endaliga fastløgd í forprosjektinum, men í einari skipaðari myndugleikagongd, sum
skal tryggja, at tunnilin ikki kann prosjekterast ella bjóðast út uttan at trygdarstigið er mett nøktandi.
Forprosjektið lýsir trygdarkonceptið uttan endaliga at áseta tøkniligu loysnirnar.
Tillagingar eru gjørdar í upprunaliga forprosjektinum (Skúvoy er knýtt uppí og trygdarrúm eru komin við
aftrat) og ískoyti er skrivað til trygdargreiningina til forprosjektið.
Endaliga trygdarstigið verður úrslit av eini tilgongd, sum heldur fram.
Landsverk verður góðkenningar- og eftirlitsmyndugleiki og skal:
 góðkenna forprosjektini, áðrenn farið verður víðari til sjálva prosjekteringina og hava eftirlit við,
at prosjekteraða verkætlanin er í samsvari við ta góðkenningina, áðrenn verkætlanin verður
bjóðað út,
 hava eftirlit við byggingini,
 og góðkenna lidna tunnilin, áðrenn hann letur upp fyri ferðslu.
Í samskifti hevur Landsverk boðað tunnilsfelagnum frá, at viðgerðin ikki kann setast í gongd vegna
vantandi lógarheimild. Landsverk bíðar eftir, at løgtingslógin um fyrireiking, prosjektering og útboð av
Suðuroyartunli (LM 66-2025) verður samtykt.
Í mun til spurningin um ítøkiligar loysnir, so sum trygdarrúm, verða góðkendar, hevur Landsverk gjørt
greitt, at sum myndugleiki kann Landsverk ikki úttala seg um møgulig úrslit av eini myndugleikatilgongd,
áðrenn hon hevur verið. Landsverk hevur tó gjørt vart við, at fyriliggjandi tilfar ikki er nøktandi.
Myndugleikatilgongdin verður ein samlað meting av innsendum tilfari, saman við teimum reglum og
normum, sum annars eru galdandi á økinum.
Um lógaruppskotið verður samtykt, verður farið undir arbeiðið at dagføra umsóknina og gera neyðugar
tillagingar í mun til tilfarið, sum fyriliggur. Ítøkilig váðameting skal gerast, har samlaða trygdarloysnin

-- 4 of 5 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
verður prógvað, og tilbúgvingargreining gjørd. Talan verður um eina tilbúgvingarætlan undir bygging og
eina fyri lidna tunnilin.
Ein tilbúgvingar- og rakstrarskipan verður gjørd, har m.a. kunnu verða ásett:
 neyð- og bjargingartilgongdir,
 ventilatión og roykstýring,
 kunningarskipanir og stýring av ferðslu og
 trygdarrúm og onnur kompenserandi trygdartiltøk.
Trygdarstøðið verður sostatt ásett út frá einari heildarloysn, har fleiri tiltøk virka saman.
Greiningarnar verða grundarlagið undir myndugleikagóðkenningini, og verkætlanin kann ikki fara víðari
í tilgongdini uttan hesa góðkenning.
Landsverk hevur í november 2025 gjørt eitt notat um myndugleikaviðgerð av Suðuroyartunlinum, sum
ætlandi verður galdandi, um Løgtingið samtykkir uppskotið, og tá Landsverk gerst góðkenningar- og
eftirlitsmyndugleiki fyri verkætlanini.
Í notatinum “Myndugleikaviðgerð av Suðuroyartunlinum” frá november 2025, leggur Landsverk upp til, at fyri
Suðuroyartunnilin skulu trygdarmetingar og góðskutryggingar gerast av óheftum pørtum.
Landsverk metir, at somu ráðgevar ikki bæði kann prosjektera, trygdarmeta og góðskutryggja
verkætlaninia. Metingin av trygd og góðsku skal gerast av felag ella ráðgeva, ið er fullkomiliga óheft bæði
av tunnilsfelagnum og ráðgevum, ið Tunnilsfelagið brúkar.
Vísandi til svar uppá spurning 3 tykist tað tó, at Landsverk leggur eina strangari tulking av óheftni til
grund enn hon, ið vanliga verður nýtt av vegmyndugleikum í Noregi.
Um lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin verður samtykt, verður hetta tí tikið upp við Landsverk við tí
endamáli at fáa greiðu á, hvussu góðkenningarleisturin endaliga skal skipast í verkætlanini.
Samanumtikið merkir hetta, at Løgtingið ikki tekur støðu til ein lidnan tunnil nú, men til eina tilgongd,
har tunnilin bert kann gerast og latast upp, um fakligir myndugleikar staðfesta, at trygdin er nøktandi.
Í Tinganesi, 23. februar 2026
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 5 of 5 --
091.25 Spm. til A. V. Johannesen frá L. Weihe - Suðuroyartunnilin, tunnilsrør og trygd.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Suðuroyartunnilin, tunnilsrør og trygd
Spurningar:
1. Er nakar nýggjur ella komandi tunnil í verðini, sum er líka langur ella longri
enn Suðuroyartunnilin, sum ikki hevur tvey tunnilsrør?
2. Nær er avgerð tikin um, at Suðuroyartunnilin bert skal hava eitt tunnilsrør
uttan rýmingarleiðir, og hvør hevur tikið hesa avgerð?
3. Hví verður vikið frá altjóða minimumstrygdarkrøvum ísv. Suðuroyartunnilin?
4. Hvussu verður tryggjað, at trygdin er í lagi, um farið verður undir verandi
ætlanir um Suðuroyartunnilin?
Viðmerkingar:
Uppskot um Suðuroyartunnil er fyri aðru ferð borið í Løgtingið. Í uppskotinum er
ætlanin, at tunnilin til Suðuroyar bert skal hava eitt tunnilsrør, hóast altjóða forskriftir
fyri tunnilsgerð siga, at tunlar í hesi longdini eiga at hava tvey parallell rør. Hetta so
trygdin er so góð sum gjørligt, og rýmingarleið altíð er úr tunlinum. Tað hevur ikki
verið gjørligt at fáa upplýst, hví støða er tikin til at víkja frá hesum við
Suðuroyartunlinum. Í “Álitinum um møguleikar, fyrimunir og vansar at gera ein
Suðuroyartunnil” frá 2019 stendur:
“Staðfestast má, at Suðuroyartunnilin verður ein sera langur tunnil, og fíggjarliga
rásarúmið er avmarkað. Tí er eisini umráðandi, at arbeiðsbólkurin kannar og mælir
til, hvussu tunnilin kann gerast, og at krøvini til tunnilin eru á einum støði, sum ger,
at tað er realistiskt at gera tunnilin, samstundis sum trygdin verður nøktandi.” Víðari
stendur, “... er avmarkað, hvør loysn letur seg gera fíggjarliga, og ein loysn við
tveimum tunnilsrørum tykist ikki realistisk fíggjarliga, sum støðan er, hóast hendan
loysn hevði verið betri fyri trygdina. Avbjóðingin er tí at fáa trygdarstøðið á tunlinum
á eitt nøktandi støðið uttan at tað er neyðugt við tveimum tunnilsrørum.”
Tað er undranarvert, at tá talan er um Suðuroyartunnilin, kunnu trygdarkrøvini
bendast fyri at fáa pengarnar at passa. Suðuroyartunnilin livir ikki upp til minimums
trygdarkrøvini í Norra og ES. Ein tann fremsta orsøkin er, at ongin rýmingarleið er í
tunlinum, sum verður í minsta lagi 23 kilometrar langur og trygdarrúm, sum eru í
núverandi uppskoti, verða ikki góðkend. “Tilfluktsrom uten utgang som fører til
fluktveger til det fri, skal ikke bygges” stendur í í norsku minimumstrygdarkrøvunum.
Um ein so langur tunnil skal gerast í Norra ella ES, skulu tvey parallell hol borast við
rýmingarleiðum millum tunlarnar – óansæð um tunnilin er á landi ella undir sjónum.
Á Løgtingi, 11. februar 2026
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --