52-090/2025
Bráðfeingis ferðsluábøtur við Streymin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. feb. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
090.25 Svar frá R. Vang til H. Jensen - Bráðfeingis ferðsluábøtur við Streymin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 23. februar 2026 Mál.: 26/04417 Viðgjørt AE Tygara skriv: 52-090/2025 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-090/25 frá Hannu Jensen, løgtingkvinnu, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um bráðfeingis ferðsluábøtur við Streymin Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar bráðfeingis ferðsluábøtur er ætlanin at fremja við vegamótið landsvegurin við brúnna um Streymin og innkoyringina til Norðskála, og hvat kosta tær? 2. Hvussu skjótt kunnu hesar bráðfeingis ábøtur fremjast og fáast at virka? Svar til spurning 1 Arbeitt hevur verið við ymiskum loysnum at loysa ferðslutrupulleikarnar við vegamótið við Brúnna um Streymin og íbindingarnar við Norðskála og Oyrarbakka. Ferðslutrygdin eigur at verða sett fremst, og tað er at fegnast um, at Løgtingið hevur raðfest at gera ferðsluábøtur á staðnum við at marka 300 tús. kr. til endamálið. Fyri 4 áum síðani varð loyvda ferðin skeltað niður frá 80 km/t til 60 km/t fyri at fáa ferðina niður fram við íbindingunum báðu megin brúnna. Tað vísir seg tó, at ferðin er ov høg hjá nøkrum akførum. Bilførarar varnast ikki skeltini ella virða ikki ferðavmarkingarnar. Neyðugt er at gera annað meira sjónligt átak, ið minnir bilførarar á ikki at koyra ov skjótt. Arbeitt verður við eini loysn við ferðgáum báðu megin brúnna. Ein ferðgái er eitt elektroniskt ferðslutrygdartól, sum vísir ferðina hjá akfarinum á einum ljósskelti, við blinki, um koyrt verður ov skjótt. Ferðgáar verða settir upp við vegir fyri at minka um ferðina hjá akførum. Kanningar vísa, at tá ferðin verður gjørd sjónlig á henda hátt, laga bilførarar ferðina eftir hesum, og ferðin minkar munandi. Svar til spurning 2 Ferðgáarnir eru keyptir, og er ætlanin at seta teir upp sum skjótast. Miðað verður eftir, at skipanin fer at virka í mars 2026. Játtanin uppá 300 tús. kr. røkkur til hesa ferðslutrygdarskipanina. Ruth Vang Landsstýriskvinna -- 1 of 1 --
090.25 Spm. til R. Vang frá H. Jensen - Bráðfeingis ferðsluábøtur við Streymin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Bráðfeingis ferðsluábøtur við Streymin Spurningar: 1. Hvørjar bráðfeingis ferðsluábøtur er ætlanin at fremja við vegamótið landsvegurin við brúnna um Streymin og innkoyringina til Norðskála, og hvat kosta tær? 2. Hvussu skjótt kunnu hesar bráðfeingis ábøtur fremjast og fáast at virka? Viðmerkingar: Fíggjarárið 2026 er enn ungt, og væntast kann sjálvandi ikki, at allar játtanir eru fult virknar enn. Sumt virksemi er ætlað at seta í gongd, tá árið er hálvrunnið, okkurt fyrr og okkurt seinni. Í broytingaruppskoti til fíggjarlóg fyri 2026 markaði meirilutin til 2. viðgerð 300 tús. kr. til ferðsluábøtur við Streymin, Eysturoyarmegin. Greitt var tá, at ymsar loysnir á ferðsluavbjóðingunum í økinum millum Norðskála, Oyrabakka og landsvegin við brúnna um Streymin verða kannaðar og viðgjørdar, men tó var eingin heildarætlan prosjekterað ella klár; tørvurin á ábótum var, hóast hetta, heilt stórur. Tað var tíverri sjón fyri søgn, nú ferðsluóhapp aftur er staðfest á vegamótinum millum landsvegin við Streymin og innkoyringina við Norðskála, hin 5. februar. Ein kend støða, har samanstoytur hendir millum akfar, sum koyrir suður eftir landsvegnum og akfar, sum koyrir út frá Norðskála inn á landsvegin. Tí er greitt, at tørvur beinanvegin er á markaðu játtanini til bráðfeingis ábøtur á ferðslutrygdina á hesum staði. Tí verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 11.februar 2026 Hanna Jensen -- 1 of 1 --