← Løgtingsmál

52-089/2025

Um pass til føroysk ross o.a.

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. feb. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
089.25 Svar frá Ei. í Jákupsstovu til H. Jensen - Um pass til føroysk ross o.a..pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. mar. 2026

Sjá útdrigin tekst
T I L F E I N G I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: TVMR@TVMR.FO
Tórshavn, 23. februar 2026
J.nr. 26/04151
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-089/2025
frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, um pass til føroysk ross
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1) Hvussu gongur gongur við at útvega føroyska rossinum eitt pass, so at ross kunnu
útflytast, og nær kann væntast, at komið er á mál?
2) Hvussu mong føroysk ross eru til í dag?
3) Hvørji átøk í ætlanini “Action Plan for the Conservation of the Faroese Horse”, sum er í
sjey punktum, eru sett í verk?
Svarað verður undir einum:
Arbeiðið at útvega føroyskum rossum pass gongur væl, og kunngerð hesum viðvíkjandi er send
til hoyringar í dag. Tá henda kunngerð er sett í gildi, ber til at útflyta føroysk ross treytað av, at
myndugleikarnir í móttakaralondunum vilja taka ímóti teimum, sbr. niðanfyri.
Sendikvinna Føroya til ES hevur í longri tíð, vegna og saman við landsdjóralæknanum og
Vinnumálaráðnum, verið í samráðingum við ES um at fáa útflutning av føroyskum rossum
tiknan upp í veterineravtaluna við ES. Ilt er kortini at meta um, nær komið er á mál við hesum
samráðingum.
Í dag eru umleið 90 føroyskt ross í Føroyum. Arbeitt verður við at varðveita rossaslagið, og tað
arbeiðið stuðlar undir tað, sum er nevnt í Action Plan for the Conservation of the Faroese
Horse. Skal samlaða ætlanin fyri føroyska rossið fremjast í verki, krevur hetta økta fígging,
sum ikki er fingin til vegar.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 23. februar 2026
Eirikur í Jákupsstovu
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
089.25 Spm. til Ei. í Jákupsstovu frá H. Jensen - Um pass til føroysk ross o.a..pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum
Evni: Um pass til føroysk ross o.a.
Spurningar:
1) Hvussu gongur við at útvega føroyska rossinum eitt pass, so at ross kunnu
útflytast, og nær kann væntast, at komið er á mál?
2) Hvussu mong føroysk ross eru til í dag?
3) Hvørji átøk í ætlanini “Action Plan for the Conservation of the Faroese
Horse”, sum er í sjey punktum, eru sett í verk?
Viðmerkingar:
Fyri knøppum tveimum árum síðani setti undirritaða tásitandi landsstýrismanni í
landbúnaðarmálum nakrar fyrispurningar viðvíkjandi føroyska rossinum: um aling,
heildarætlan og pass (lm 52-111/2023).
Orsøkin var, at føroyska rossið er av teimum heilt fáu føroysku húsdjórunum, sum
hevur yvirlivað, og sum enn er møguligt at varðveita sum partur av lívfrøðiliga
margfeldinum í landinum og av søguliga arvinum.
Eitt av svarunum til fyrispurningarnar tá var, at ráðið arbeiddi saman við
landsdjóralæknanum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni við at seta í verk reglur, sum
gera tað møguligt at útflyta føroysk ross til onnur lond. Sagt varð, at tað eru
móttakaralondini, sum áseta reglurnar, sum síðani skulu implementerast í føroyska
lóggávu og at miðað varð eftir, at reglurnar verða settar í gildi í heyst. Hetta var á vári
í 2024.
Eitt annað av svarunum var, at ein stór avbjóðing við støðuni hjá føroyska rossinum
er, at tað eru so fá, sum vilja hava føroysk ross. Uppaftur onnur avbjóðing er, at
rossini krevja hóskandi lendi, og at hetta er avmarkað.
Síðani er verkætlanin hjá Felagnum Føroysk Ross við klekingarryssum framd, eins og
tíð er umliðin. Tí kundi verið áhugavert at vitað, hvussu gongur við føroyska
rossastovninum og tí ætlanini, sum er løgd, fyri at varðveita hendan rossastovn. Og tá
einki enn hevur verið at frætta um passið, sum er neyðugt fyri at kunna útflyta føroysk
ross, so er rættast at fregnast, hvussu gongur við at fáa passviðurskiftini hjá føroyska
rossinum avgreidd.
Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 11.februar 2026
Hanna Jensen

-- 1 of 1 --