52-088/2025
Aldursmark fyri ættleiðing
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. feb. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
088.25 Svar frá S. Stenberg til L. Weihe - Aldursmark fyri ættleiðing.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
UTTANRÍKIS- OG MENTAMÁLARÁÐIÐ Tinganes • FO-100 Tórshavn Tel. (+298) 30 66 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 23. februar 2026 J. nr.: 26/04143 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-088/2025 eftir § 52 a í tingskipanini um aldursmark fyri ættleiðing Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hví er aldursmark sett á ættleiðing, soleiðis at í mesta lagi 42 ár kunnu vera millum foreldur og barn? 2. Hví er tað aldurin hjá tí eldra foreldrinum og ikki tí yngra, sum er galdandi, tá pør ættleiða? 3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða hetta aldursmarkið? Svar: Til spurning nr. 1 Eitt fyrilit, sum býr undir aldurskravinum, er, at tað verður mett skynsamt, at tað er nøkulunda samsvar millum aldursmarkið fyri ættleiðarar sambært føroyskari lóggávu og krøv sambært lóggávuni í gevaralondum. Uttan slíkt samsvar kann tann støðan íkoma, at góðkendir ættleiðarar í Føroyum vænta at fáa eitt barn í boði, men í veruleikanum ongantíð fara at fáa tað, við tað at teir ikki lúka aldurskrøvini sambært lóggávuni í gevaralandinum. Eitt annað fyrilit, sum býr undir aldurskravinum, er, at ættleiðingarsambond eiga at verða fingin í lag innan fyri aldurstíðarskeiðið, har ein familja vanliga fær lívfrøðilig børn. Við hesum er dentur lagdur á, at barnið ikki eigur at verða sett í eina enn serligari støðu, enn sjálv ættleiðingin longu setur tað í. Harumframt er fyrilitið, at báðir ættleiðararnir eiga at vera í slíkum aldri, at teir í tíðarskeiðnum, tá barnið veksur til, eru førir fyri at veita barninum tann stuðul og ta umsorgan, sum tí tørvar. Vísast skal í hesum sambandi á, at aldurstíðarskeiðið, har ein familja vanliga fær lívfrøðilig børn, er broytt gjøgnum árini, umframt at livialdurin hjá fólki er hækkaður. Tað verður eisini endurspeglað í aldurskrøvunum, sum sett eru til ættleiðing gjøgnum tíðina. Til dømis kom verandi aldurskrav í gildi í 2015 (bekendtgørelse nr. 673 frá 18. maj 2015 for Færøerne om godkendelse som adoptant). Fyri 2015 var tað ein treyt fyri at verða góðkendur at ættleiða, at -- 1 of 2 -- UTTANRÍKIS- OG MENTAMÁLARÁÐIÐ 2/2 ættleiðarin ikki var meira enn 40 ár eldri enn barnið, tá ið umsóknin um at verða góðkendur sum ættleiðari varð latin inn (bekendtgørelse nr. 288 af 26. marts 2007 for Færøerne om godkendelse som adoptant). 42 ára aldurskravið er galdandi, í sambandi við at umsókn um at verða góðkendur sum ættleiðari verður latin inn. Í roynd og veru kann aldursmunurin millum barnið og ættleiðararnar vera upp í 47 ár og 364 dagar, tá barnið verður greipað saman við góðkendu ættleiðararnar. Til spurning nr. 2 Orsøkin er, at mett hevur verið, at tað er best fyri barnið, at bæði foreldrini skulu lúka øll krøv. Til spurning nr. 3 Aldurskravið í sambandi við fremmandaættleiðing er ásett í ættleiðingarkunngerðini (kunngerð nr. 112 frá 27. november 2024 um ættleiðing). Um talan er um fremmandaættleiðing, har góðkenning sum ættleiðari krevst til at ættleiða, er tað ein treyt sambært § 21, stk. 1 í ættleiðingarkunngerðini (kunngerð nr. 112 frá 27. november 2024 um ættleiðing), at ættleiðarin ikki er meira enn 42 ár eldri enn barnið, tá ið umsóknin um góðkenning sum ættleiðari verður latin inn. Sambært § 21, stk. 2 í ættleiðingarkunngerðini kann verða vikið frá aldurskravinum í stk. 1, um 1) umsøkjarin innan fyri rímiliga tíð eftir at hava fingið eitt ættleitt barn søkir um góðkenning til at ættleiða eitt barn afturat, ella 2) um serligar umstøður gera seg galdandi. Viðvíkjandi spurninginum, um landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at endurskoða aldursmarkið, er at siga, at landsstýriskvinnan hevur ta fatan, at lóggáva yvirskipað skal fylgja samfelagsmynstrunum, og at tað ikki skal gerast munur á fólki, alt eftir um talan er um at gerast foreldur við hjálp av eftirgjørdum gitnaði ella við ættleiðing. Tó metir landsstýriskvinnan, at tað skal vera samanhangur millum lóggávuna og tað, sum í roynd og veru letur seg gera. Upplýsast kann, at Føroyar og Danmark hava eina avtalu um samstarv um ættleiðing, sbr. § 29 í ættleiðingarlógini, har tað millum annað er ásett, at Føroya landsstýri og danska stjórnin eru samd um, at tað er reglusamstarv millum ættleiðingarlóggávu í Føroyum og í Danmark, og at avtalan er treytað av framhaldandi reglusamstarvi, íroknað, at tað í sambandi við fremmandaættleiðing er sama grundarlag galdandi fyri at leysgeva børn til ættleiðing og fyri at verða góðkendur sum ættleiðari í báðum londum. Tað ber møguliga til at hækka aldurskravið, í sambandi við at umsókn verður latin inn, men fyrst má kannast, um eitt tílíkt stig er innan fyri karmarnar, sum Føroya landsstýri hevur bundið seg til sambært omannevndu avtalu. Sirið S. Stenberg landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
088.25 Spm. til S. Stenberg frá L. Weihe - Aldursmark fyri ættleiðing.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum Evni: Aldursmark fyri ættleiðing Spurningar: 1. Hví er aldursmark sett á ættleiðing, soleiðis at í mesta lagi 42 ár kunnu vera millum foreldur og barn? 2. Hví er tað aldurin hjá tí eldra foreldrinum og ikki tí yngra, sum er galdandi, tá pør ættleiða? 3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða hetta aldursmarkið? Viðmerkingar: Tá einstaklingar ella pør ynskja at ættleiða eitt barn, eru ávísar treytir til ættleiðarar. Ein treyt er, at ættleiðari ikki er meira enn 42 ár eldri enn ættleidda barnið. Tað ber í sær, at pør, har bæði ella annar er eldri enn 42 ár, bert kunnu ættleiða eldri børn. Í fjør fingu vit nýggjar reglur um eftirgjørdan gitnað. Tá var aldursmarkið fyri, nær kvinnur kunnu fáa viðgerð fyri barnloysi, hækkað úr 40 upp í 45 ár. Onki aldurmark er fyri makan, um talan er um pør, sum eru í viðgerð fyri barnloysi. Ein støk kvinna, sum er yngri enn 42 ár, kann ættleiða eitt heilt lítið barn. Men um ein kvinna, sum er yngri enn 42 ár, er í parlagi við ein, sum er eldri enn 42 ár, kunnu tey ikki ættleiða eitt lítið barn. Tá er tað aldurin á eldra ættleiðaranum, sum ger av, hvussu gamalt ættleidda barnið skal vera. Vit síggja, at familjumynstur broytast. Somuleiðis síggja vit, at kvinnur (og pør) gerast eldri, tá tey gerast foreldur. Hædd er tikin fyri hesum í nýggju reglunum fyri eftirgjørdan gitnað. Spurningurin er, um tíðin ikki er komin at endurskoða aldursmarkið fyri ættleiðing eisini. Á Løgtingi, 11. februar 2026 Liljan Weihe -- 1 of 1 --