← Løgtingsmál

52-087/2025

Inntøkur av vaksandi ferðavinnu

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. feb. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
087.25 Svar frá R. Vang til Ey. H. Niclasen - Inntøkur av vaksandi ferðavinna.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 24. februar 2026
J. nr.: 26/04029
Svar uppá fyrispurning nr. 52-087/2025 frá Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu,
settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um inntøkur av vaksandi feraðvinnu.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar samlaðar inntøkur eru komnar í landskassan frá vinnurekandi við færri enn 15
starvsfólkum seinastu 5 árini, og hvussu stórur partur av hesum stavar frá smærri
vinnurekandi í ferðavinnuni, so vítt gjørligt sundurgreinað á skattir, avgjøld og onnur gjøld?
2. Hvør hevur menningin av inntøkum frá ferðavinnuni verið seinastu 5 árini, og hvørja
ávirkan metir landsstýriskvinnan, at lógin um burðardygga ferðavinnu hevur havt í hesum
sambandi?
Svar til fyrispurning nr. 1 og 2:
Tað er ikki møguligt at gera eina uppgerð av, hvørjar samlaðar inntøkur eru komnar í
landskassan frá vinnurekandi við færri enn 15 starvsfólkum – ella hvussu stórur partur av hesum
stavar frá smáum vinnurekandi í ferðavinnuni – sundurgreinað á skattir, avgjøld og onnur gjøld.
Verandi hagtals- og skatta-/gjaldsdátur eru ikki raðfestar og skipaðar á ein hátt, sum loyvir eini
álítandi sundurgreining eftir starvsfólkatali, vinnugrein og skatta-/gjaldsslagi samstundis. Hetta
er sostatt ein uppgerð, sum hvørki Hagstova Føroya ella TAKS kann veita við verandi tilfeingi.
Hagstova Føroya er í gongd við at menna hagtalsøkið um ferðavinnu, og tað er við støði í
teimum verandi keldunum, at úrvald tøl verða lýst í talvunum í hjálagda fylgiskjali.
Ferðavinnan er ein tvørgangandi vinna, har virksemi og virðisøking spjaðir seg um fleiri
vinnugreinar (eitt nú gisting, matstovur, flutning, upplivingar/undirhald og smásølur). Tølini í
talvunum lýsa virksemi ísv. innkomandi ferðavinnu, og fevna um sølu og tænastuveitingar til
ferðafólk, sum búgva uttanlands.
Løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu hevur einans virkað í knapt tvey ár (síðan mai/juni
2024), og tað er tí trupult at siga, hvørja ávirkan lógin hevur havt á ferðavinnu í Føroyum og
inntøkur frá henni.
Tinganes, 24. februar 2026
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 1 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/3
Fylgiskjal: Úrvald tøl fyri ferðavinnuna
Orðalýsingar
Innkomandi ferðavinna: Innkomandi ferðavinna fevnir um sølu- og tænastuveitingar til
ferðafólk, sum búgva uttanlands.
Um hagtølini: Hagtølini hava støði í eini spurnakanning og roknskapartilfari hjá feløgum, ið
hava við innkomandi ferðavinnu at gera. Út frá hesum keldum er roknað og mett um sølu,
bruttovirðisøking og ársverk.

-- 2 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
3/3

-- 3 of 3 --
087.25 Spm. til R. Vang frá Ey. H. Niclasen - Inntøkur av vaksandi ferðavinna.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Inntøkur av vaksandi ferðavinnu
Spurningar:
1. Hvørjar samlaðar inntøkur eru komnar í landskassan frá vinnurekandi við færri
enn 15 starvsfólkum seinastu 5 árini, og hvussu stórur partur av hesum stavar
frá smærri vinnurekandi í ferðavinnuni, so vítt gjørligt sundurgreinað á skattir,
avgjøld og onnur gjøld?
2. Hvør hevur menningin av inntøkum frá ferðavinnuni verið seinastu 5 árini, og
hvørja ávirkan metir landsstýriskvinnan, at lógin um burðardygga ferðavinnu
hevur havt í hesum sambandi?
Viðmerkingar:
Seinastu árini hevur ein alsamt vaksandi partur av vinnulívinum í Føroyum verið
skipaður sum smærri vinnurekandi við færri enn 15 starvsfólkum. Hetta sæst serliga
innan ferðavinnuna, har nógv nýggj og smærri virksemi eru komin aftrat, bæði innan
gisting, upplivingar, flutning og tænastur.
Í hesum sambandi er áhugavert at fáa greiðu á, hvørjar inntøkur hesir smærru
vinnurekandi lata landskassanum, og hvussu hesar inntøkur hava ment seg við tíðini.
Serligur áhugi er fyri menningini seinastu 5 árini, tá ið ferðavinnan hevur verið í
broyting, og har lógin um burðardygga ferðavinnu varð samtykt við endamáli at skipa
og stýra menningini í vinnuni.
Á Løgtingi, 10. februar 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen

-- 1 of 1 --