← Løgtingsmál

52-086/2025

Undantak sambært eftirlønarlógini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. feb. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
086.25 Svar frá R. Vang til B. Johannesen - undantøk sambært eftirlønarlógini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 17. februar 2026
J. nr.: 26/04416
Svar uppá fyrispurning nr. 52-086/2025 frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, settur Ruth
Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um undantak sambært eftirlønarlógini.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar eftirlønarskipanir uttanlands eru undantiknar sambært eftirlønarlógini?
2. Hvussu metir TAKS um, hvør skipan er nøktandi?
3. Hví verða borgarar kravdir eftir eftirlønargjaldi í Føroyum, hóast teir gjalda til nøktandi
eftirlønarskipan uttanlands?
Svar til spurning nr. 1-3:
Sambært § 3, nr. 18 í eftirlønarlógini ásetir landsstýriskvinnan nærri reglur um, hvat er at meta
sum ein nøktandi eftirlønarskipan uttanlands.
Kunngerð nr. 52 frá 19. apríl 2023 um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum arbeiða
hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan. § 1, stk. 5 í
kunngerðini ásetir, at “Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður roknað inngjald til lívrentu,
lutaeftirløn ella líknandi eftirløn, har í minsta lagi 75% fer til leypandi útgjald.”
Við støði í hesi áseting eftirkannar TAKS, um persónur hevur goldið til slíka skipan, har minst
75% fer til leypandi útgjald, tað er lívrenta, lutaeftirløn ella líknandi.
Harafturat eftirkannar TAKS, um inngjaldið er á sama støði, sum kravt í eftirlønarlógini, tað vil
siga 12% av inntøkuni í 2026.
Sum eftirlønarlógin er í dag, so loyvir hon bert undantak frá at rinda til eftirløn sambært
eftirlønarlógini, um útlendska skipanin verður mett nøktandi. Tí verður persónur kravdur eftir
eftirlønargjaldi sambært eftirlønarlógini, um útlendska skipanin ikki verður mett nøktandi.
Verður uppskotið, sum liggur í Løgtinginum, LM 034/2025 samtykt, so verður frameftir heimild
at mótrokna inngjaldið uttanlands, soleiðis at TAKS bert fer at krevja gjald í Føroyum
samsvarandi muninum millum inngoldið uttanlands og kravda gjaldið sambært eftirlønarlógini.
Tinganes, 17. februar 2026
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
086.25 Spm. til R. Vang frá B. Johannesen - undantøk sambært eftirlønarlógini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Undantak sambært eftirlønarlógini
Spurningar:
1. Hvørjar eftirlønarskipanir uttanlands eru undantiknar sambært eftirlønarlógini?
2. Hvussu metir TAKS um, hvør skipan er nøktandi?
3. Hví verða borgarar kravdir eftir eftirlønargjaldi í Føroyum, hóast teir gjalda til
nøktandi eftirlønarskipan uttanlands?
Viðmerkingar:
Sambært eftirlønarlógini, so skulu øll tey, ið eru skattskyldug í Føroyum, spara saman
til egna eftirløn. Tað er nú í 2026 komið á eitt lógarásett gjald á 12% av A-inntøkuni.
Tó eru tað undantøk, ið verða nevnd, har tað ásetta prosentgjaldið ikki verður rindað
av. Eitt nú er tað í § 3, nr. 18 har tað stendur:
«Inntøka frá arbeiði fyri arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, um løntakarin antin
rindar til NAV ella hevur eina eftirlønarskipan uttanlands, sum TAKS metir er
nøktandi. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvat er at meta sum nøktandi
eftirlønarskipan uttanlands.»
Hóast hesa áseting, so eru dømir um føroyingar, ið sigla undir DIS, ið gjalda inn til
donsku skipanina PFA, ið eisini verða kravdir eftir at gjalda inn í føroysku
eftirlønarskipanina, hóast eftirlønarlógin sigur, at hesi fáa undantak at gjalda ásetta
gjaldið í § 2, stk. 1, tá teirra skipan er mett sum nøktandi.
Tað tykist undarligt, at hóast lógin greitt sigur, at tey, ið eru undantikin í § 3 at gjalda
sambært § 2, stk. 1, hóast alt verða kravd eftir eftirlønargjaldi.
Fyri at fáa greiðu á hesum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 5. februar 2026
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --