52-085/2025
Nær Búnaðarstovan tekur ræði av festarum v.m.
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. feb. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
085.25 Svar frá Ei. í Jákupsstovu til J. Vestergaard - Nær Búnaðarstovan tekur ræði av festarum v.m..pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
T I L F E I N G I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: TVMR@TVMR.FO Tórshavn, 17. februar 2026 J.nr. 26/03438 Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Tórshavn Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-085/2025 frá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni, um nær Búnaðarstovan tekur ræði av festarum v.m. Spurningurin var soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um siðvenjan fyri, nær Búnaðarstovan tekur ræði av festarum, er broytt? 2. Hvussu samsvarar hettar við rættindini hjá festarum sambært lóg um landsjørð? 3. Viðvirka Búnaðarstovan og ráðið til at ognartaka festijørð og lunnindir eftir býarskipanarlógini, hóast heimild ikki er til tess? Svarað verður undir einum: Búnaðarstovan umboðar og umsitur alla landsjørðina, men letur festarum almenna jørð í festi fyri eitt nærri ásett áramál. Festibrævið ásetur, í samsvari við løgtingslóg um landsjørð, rættindi og skyldur festarans, men rættindi festarans eftir festibrævi og løgtingslóg um landsjørð ganga ikki framum aðra lóggávu. Í útgangsstøði umsitur festarin jørðina vegna landið og hevur ræðisrættin, men Búnaðarstovan – umboðandi landið, sum eigur landsjørðina – kann í ávísum førum seta festaran til viks, sbr. § 1, 3. pkt., i lov om Haugers Styrelse og Drift: For Jord i offentligt Eje er Brugeren bemyndiget til at optræde paa Ejerens Vegne, medmindre der i enkelte Tilfælde af vedkommende Myndighed er truffet anden Bestemmelse. Hetta uppískoytið til § 1 er samtykt á Løgtingi og sett í gildi í 1937 og greitt er, at Løgtingið við hesum tilvitað hevur fingið til vegar heimild – í serligum førum – at seta festaran, sum hevur brúksrættindini, til viks. Ásetingin tryggjar, at landið – sum eigari – í serligum førum kann seta brúksrættindahava til viks fyri taka tær avgerðir, sum verða mettar at tæna eigarum, heldur enn brúksrættindahavanum, best. Búnaðarstovan umsitur hesa heimild at seta festaran til viks við varsemi og í samsvari við fyrisitingarlógina og góðan fyrisitingarsið annars. Leggjast kann afturat, at sama heimild eisini sæst í aðrari landbúnaðarlóggávu. -- 1 of 2 -- T I L F E I N G I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Sambært løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir kunnu kommunur ognartaka lendið til almannagagnlig endamál, m.a. frítíðarendamál, grundstykki til húsabygging, vinnulig endamál o.tíl., treytað av, at økið í byggisamtykt er lagt av til endamálið. Henda lóggáva verður umsiting í Uttanríkis- og mentamálaráðnum og ikki í Tilfeingis- og vinnumálaráðnum. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 17. februar 2026 Eirikur í Jákupsstovu landsstýrismaður -- 2 of 2 --
085.25 Spm. til Ei. í Jákupsstovu frá J. Vestergaard - Nær Búnaðarstovan tekur ræði av festarum v.m..pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum Evni: Nær Búnaðarstovan tekur ræði av festarum v.m. Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um siðvenjan fyri, nær Búnaðarstovan tekur ræði av festarum, er broytt? 2. Hvussu samsvarar hettar við rættindini hjá festarum sambært lóg um landsjørð? 3. Viðvirka Búnaðarstovan og ráðið til at ognartaka festijørð og lunnindir eftir býarskipanarlógini, hóast heimild ikki er til tess? Viðmerkingar: Í seinastuni er frætt um dømi um, at Búnaðarstovan sýnist at hava tikið ræðið av festara, vísandi til § 1 í “Lov nr. 172 av 1. Maj for Færøerne om Haugers Styrelse og Drift m.m,” og havt viðmerkingar til, hvussu festarin umsitur festið og lunnindini, sum hoyra til festið, hóast festið er væl rikið. Hettar er nýtt og víkur frá siðvenjuni, at Búnaðarstovan blandar seg bert uppí og tekur ræðið av festarum, tá talan er um brot á djóravælferðina ella óskil er á festinum. Nýggja átakið frá myndugleikanum hevur skapt stóran ótryggleika í vinnuni, tí festarar, sum røkja sínir festir til lítar, kunnu vænta at verða tiknir av ræði av Búnaðarstovuni. Hettar samsvarar ikki við ásetingarnar í “Løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð”, har festarar fingu munandi fríari ræsir at virka á festinum. Tað undrar eisini, at Búnaðarstovan og ráðið viðvirka til at ognartaka festijørð (haga) og lunnindir (áir/vatn) eftir “Løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir” tá heimild ikki er til at ognartaka almenna jørð og áir. Á Løgtingi 5. februar 2026 Jacob Vestergaard -- 1 of 1 --